
Kommunan hevur júst asfalterað vegastrekkið fram við Landsbókasavnið í J.C. Svabosgøtu. Sum tað er vælsignað og hugaligt at koyra eftir nýasfalteraðum vegi, og tú hugsar beinanvegin um, hvussu óskiljandi tað er, at vit lata 20-25% av bilunum oyðileggja vegirnar. Havi koyrt bil mest sum hvønn dag í skjótt hálvthundrað ár, og eg havi ongantíð koyrt við píkum. Velur røttu dekkini, so kanst tú koyra í øllum brekkum í Havn, har sum bilar við píkum koyra. Býbussarnir koyra ikki við píkum, men tá skal sigast, at har býbussurnir koyra, verður altíð saltað.
Teir hava eisini í summar asfaltterað í Steinatúni, og fólk, sum um dagarnar koyra í J.C. Svabosgøtu og Steinatúni, skulu hugsa um, hvussu hugaligt tað kundi verið at koyrt bil í Havn. Eitt eru vegirnir, men so skjótt aftur er loyvt at koyra við píkum, gerast bilarnir skitnir. Asfalt fer allastaðni. Ja, tú sært tað sjálvt inni millum hurðarnar í bilinum. Er vátt í veðrinum, so er at hyggja, hvussu píkarnir hava slitið foyrur í vegirnar, Komi at hugsa um nýggju brúnna um Sandá, har longu merkist og sæst, hvussu píkarnir hava slitið ovasta lagið á asfaltinum. Um várarnar, tá sólin er frammi, tornar óhumskan, og asfaltstøvið sæst hanga í luftini. Asfaltstøvið anda fólk í seg, og tú sæst eisini svørtu óhumskuna fram við vegunum. Býarpolitikarar hava fleiri ferðir havt píkarnar á borðinum og vent, men tað sýnist, sum málið hvørja ferð bara fánar spakuliga burturaftur. Ja, so hava vit onga hálkubreit í Føroyum, sum tey hava í øllum hinum norðanlondunum. Vit eru enn eitt U-land í nógvum økjum. (Vagnur)