
Fyrrapart plagi eg at spáka fram við Havnará og eftir ymsu gøtunum í Plantasjuni. Nógv fólk vitja Plantasjuna hvønn dag, hetta síggi eg úr køksvindeyganum. Onkuntíð havi eg minna myndatólið í lummanum, og tímur tú at hyggja nóg væl, so er altíð okkurt at taka mynd av. Hesa tíðina eru sílini í ánni, sum tú kennir aftur, har eru krákir, fiskimásar, dunnur og smáfuglar. Mánadagin fylgdi ein kvørkveggja mær eina løtu ovast í Plantasjuni. Steðgaði eg, steðgjaði hon, men so var hon við eitt burtur. Tað eydnaðist mær at fáa eina mynd av vøkru bøguni. Kvørkveggjan hevur hildið til í Føroyum síðani 1930 árunum.
Skalt tú vita meira um fuglar, kanst tú kaga í Fuglabókina hjá Mikkjali á Ryggi. Bókin kom fyrstu ferð út í 1951. Heilt ótrúligt, at tað er eydnast Mikkjali at savna so nógv tilfar í bók um fuglar í Føroyum. Annar møguleiki er at hyggja í bókina Fuglar í Norðurhøvum, sum Søren Sørensen og Dorete Bloch góvu út í 1990. Tú kennir beinanvegin Kvørkveggju á gongulagnum og velinum, sum er langt og ofta setur hon tað uppeftir.

Kvørkveggja er í garðinum hjá okkum, og um várið er altíð spennandi at finna útav, hvar fuglurin ger sær reiður. Fær kvørkveggjan frið, kann hon gerast ómetaliga tamur fuglur og eisini varugur fuglur, sum flýgur høgt fram eftir jørðini og dámar væl at fjala seg. Kastar tú nakrar molar út í tún, eru stararnir beinavegin har, men tað gongur altíð ein løta, til kvørkveggjan kemur snýkjandi undan trøunum.
Kvørkveggja er ikki gamal fuglur í Føroyum, tí í bókni Fuglar í Norðurhøvum stendur, at fuglurin hevur sín uppruna í Norðurafrika og Ásia, men er seinastu øldina farin víðari um. Nú eigur hon longri vesturi og norðuri og eisini í oyggjunum í norðuratlandshavi. Hetland og Føroyar eru londini, kvørkveggjan seinast er farin at eiga. Bókin nevnir 1930 og 1940-árini. Stari er støðufuglur í Føroyum, men summar kvørkveggjur eru flytifuglar, meðan aðrar kvørkveggjur kanst tú eisini síggja um veturin í Føroyum.
Nógv er hent, síðani Mikkjal á Ryggi gav út Fuglabókina í 1951. Hann sigur millum annað um kvørkveggjuna, at eftir summarmála rýmir hon av landi. Hetta er ikki rætt longur, tí kvørkveggja reiðrast hvørt summar í garðinum hjá okkum. Kvørkvekkjan er av allar bestu sangarum, og hon hoyrist um allan Gundadal um sumrarnar serliga, tá ið stilt er í veðrinum. (Vagnur)