Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Ódnartøkini í Miðvági góvu okkum serliga tvær ábendingar aftrat

$
0
0
5- mannafør við kvinnum í Miðvági. Nærmast Erla Kongsdóttir, síðani Drekin, Sílið, Jallurin og Ørnin. Jallurin vann tveir róðrar og Erla Kongsdóttir ein róður. (Mynd Hvannrók)

Um tríggjar vikur rógva kappróðrarbátarnir fyrstu FM-róðrarnar á norðoyastevnu. Tá fáa vit fyrstu veruligu ábendinginar, hvussu fer at gangast í summar í øllum bátastøddum. Ódnartøkini í Miðvági vóru væl avgreidd, veðrið var gott at rógva um kapp, tó regnaði eitt sindur. Sjálvt um rógvast skal tríggjar ferðir 140 metrar, so fáa vit altíð ávísar ábendingar. Og serliga tvær ábendingar komu aftrat í Miðvági. Annars er spell, at ikki fleiri manningar rógva ódnartøk, tá nú so nógv orka verður løgd í hetta frálíka róðrarátak. Nakrar manningar kunnu ikki møta, men so eru tað aðrar, sum rætt og slætt ikki tora at møta. Frálíku myndirnar úr Miðvági tók Guðrið Patursson. Seinastu ódnartøkini fyri FM-róðrarnar vera rógvin í Vestmanna leygardagin 26. mai. 

Barnaróður gentur. Nærmast Ørnin, síðani Firvaldur, Knúkur, Ingibjørg og Havørnin, sum er úr Sandavági. (Mynd Hvannrók)

Vit sóu í fjør, hvussu væl Firvaldur kláraði seg í barnaróðri við gentum. Hetta eru ungar gentur, sum nú eru eitt ár eldri. Longu kann sigast, at genturnar av Tvøroyri vístu í Miðvági, at Firvaldur er at síggja heilt frammi í oddinum. Uttan iva ovast á tindinum. Eisini áhugavert, at Knúkur frá nýggja róðrarfelagnum í Gøtu gjørdist nummar tvey. Knúkur og Havørnin eru nýggj nøvn í føroyskum kappróðri. Havørnin eru úr Sandavági, og Knúkur úr Gøtu. Báturin er lándur av Tvøroyri.

Barnamanningar við dreingjum. Nærmast Ingibjørg, síðani Ternan, Falkur og Knúkur. (Mynd Hvannrók)

Fýra barnamanninar við dreingjum, men uttan iva tríggjar ferðir so nógvar rógva á norðoyastevnu. Spell, at ikki fleiri bátar rógva, tí manningar læra so nógv at rógva ódnartøk. Hetta at leggja til startin, og so spenningurin bara at vera við. Hugagóðir rógvara má sigast. Tú kanst rógva barnaróður sum ellivu, tólv, trettan og fjúrtan ára gamal/gomul. Aldursmunur sæst eisini í ódnartøkunum.

5-mannaførini júst startað. Nærmast Erla Kongsdóttir, síðini Drekin, Sílið og Jallurin. (Mynd Hvannrók)

Jallurin við kvinnum róði ikki í Runavík, men í Miðvági sást, at Jallurin aftur í ár er at  síggjast heilt frammi í oddinum. Erla kongsdóttir var eisini har, og so er spurningurin við Drekanum. Her mugu vit nevna, at eingi 6-mannafør við kvinnum róðu í Míðvági, tí bara Tindur boðaði frá luttøku. Uttan iva fara vit í summar bara at síggja trý 6-mannafør við kvinnum. Vit vita bara um Sølmund, Lóm og Páll Fanga.

5-annførini við dreingjum. Nærmast Ingibjørg, síðani Sílið, Jallurin, Drekin og Falkur. (Mynd Hvannrók)

Dreingjaróðrarnir gerst øgiligur í summar, tí so nógvar góðar manningar rógva. Teir umborð á Sílinum gjørdust í fjør nummar tvey í FM-stríðnum, og teir róðu væl í Miðvági, har teir vunnu. Men eru eisini Jallurin og Drekin ni framvið, og eingin ivi um, at Royndin Fríða úr Vági eisini fer at bjóða av og aðrir bátar við.

Klaksvíkingur og Havnarbáturin eru júst startaði í Miðvági. Vøkur mynd, má sigast. Á norðoyastevnu rógva eisini Drekin Reyði, Ormurin og Suðuroyingur. (Mynd Hvannrók)
Klaksvíkingur vann á Havnarbátinum, men munurin var minni enn í Runavík. Vit gleða okkum til FM-róðarnar. (Mynd Hvannrók)

Fimm 10-mannafør rógva í summar, men bara Klaksvíkingur og Havnarbáturin hava higartil róð ódnartók. Eingin ivi um, at Ormurin og Drekin reyði herja á, har teir sleptu í fjør, so eru vit spent, hvat Suðuroyingur hevur at bjóða. Hetta eru menn, sum í fjør róðu við Tofta Regini. Vit kunnu fegnast um tey fimm 10-mannafør í summar.

Var í gjár í Álakeri, tá menn umborð á Ørvi komu aftur úr Miðvági. Rógvari segði mær, at í dag vóru vit har frammi, sum stuttligt er vera. Argjabáturin er stinnur, men Ørvur megnaði at basa Árnfirðingi. Havi varhugan av, at fá 8-mannafør rógva í summar. Miðvingur róði ódnartøk í Runavík, og óváttaði tíðindi siga, at Heiðabáturin úr Runavík er um at vera mannaður. Vit vóna tað.

8-mannaførini taka fyrstu tøkini í startinum. Nærmast Ørvur, síðani, Argjabáturin og Árnfirðingur. (Mynd Hvannrók)
8-mannaførini fara um málið. Argjabáruin fyrstur, Ørvur næstur og Árnfirðingur á triðja plássi. (Mynd Hvannrók)

Gentubátarnir róðu í tveimum riðlum, og endin gjørdist í finaluni, at Tambar fór við sigrinum. Annars eru genturóðrarnir serligir í summar, tí drekagenturnar frá í fjør, sum gjørdist nummar tvey í FM-stríðnum, eru í ár ov gamlar at rógva genturóður. Men hvar er Fivaldur, sum vann meistaraheitið í fjør? Allar genturnar kunnu rógva í ár, men tær eru ikki enn farnar í bátin, og spurningurin er, um vit síggja tær í summar. Fekk at vita frá rógvara av Tvøroyari, at ætlanin var ikki at rógva í summar, tí tvær gentur vildu brúka meira tíð til flogbóltin. Men kanska fara tær kortini at rógva. Gera tær tað, so eru tær so mikið góðar, at tær munnu metast sum favorittar í summar.

Gentubátarnir róðu í tveimum riðlum og síðani finalu. Her síggja vit nærmast Tambar, síðani, Koll, Drekan og Sílið. (Mynd Hvannrók)
Nakir gentubátar: Nærmast: Blikur, Tambar, Kollur, Drekin, Knúkur, Falkur, og Sílið. (Hvannrók)

Fimm 6-mannafør við monnum róðu í Miðvági. Rádni úr Fuglafirði fór við sigrinum. Hinir bátarnir vóru Gongurólvur, Páll Fangi, Lómur og Hósvíkingur. Tað kemur ikki óvart á meg, um Páll Fangi úr Klaksvík mannaður við ungum monnum, fer at gera veruliga vørr í summar. Hetta eru ungir menn, sum í fjør róður við Fípuni Føgru. Veit, at teir umborð á Gongurólvi venja ikki so nógv, so uttan iva kemur kappingin at standa millum Rádna og Páll Fanga.

Frálíku myndir úr Miðvági tók Guðrið Patursson. Her starta 6-mannaførini. (Mynd Hvannrók)
6-mannaførini fara um málið. Nærmast Lómur, síðani Rádni, Gongurólvur, Páll Fangi og Hósvíkingur. (Mynd Hvannrók)

Í núverandi støðu eru alt gitingar, tí í ódnartøkuteinurin er 140 metrar, og FM-róðrateinurin er túsund metrar. Hetta kann ikki sammetast, tó vit fáa nakrar ábendingar. Eisini rógva fleiri manningar ikki ódnartøk, sum í løtuni venja kring landið til fyrstu FM-róðrarnar í Klaksvík. Vit kunnu spyrja, hvussu tildømis í Vági. Suðuroyingur og ikki at gloyma Royndin Fríða við dreingjum, bara at nevna tveir bátar. Síðani eru tað 10-mannaførini Ormurin og Drekin Reyði?

Hesin var eisini til ódnartøk í Miðvági. (Mynd Hvannrók)

Í føroyskum kappróðri er bara eitt, sum veruliga harmar meg sum eldri eygleiðari og havi skrivað um kappróður síðani 1980-árini. Ògvuliga óheppið og keðiligt, at vit ikki megna at gara dreingja- og genturóðrarnar meira ítrótta- og virðiligar. Tað líkist ongum, at fimtan ára gomul skulu rógva ímóti átjan ára gomul, og at tú kanst rógva fýra ár í hesum bólkum. Í gentu-og dreingjaróðrunum kanst tú rógva sum fimtan, sekstan, seytjan og átjan ár. Tað gerst tú ikki í tildømis bóltsspølunum, har tú ert tvey ár í hvørjum aldursbólki. Vit mugu fáa loysn hetta einaferð med alla.

Úrslitini við tíðum eru at síggja inni á Kappróðrarkjaki. Frálíku myndir úr Miðvági tók Guðrið Patursson. (Vagnur)

Takk fyri frálík og væl fyriskipað ódnartøk í Miðvági. Her síggja vit Jallin, Sílið, Drekan og Erlu Kongsdóttir 5-mannafør við kvinnum. (Mynd Hvannrók)

Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>