
Altíð áhugavert at ringja kring landið til tess at fáa vita, hvussu gongst at manna bátarnar. Vit kunnu bara staðfesta, at nógvastaðni gongst væl at manna ungdómsbátarnar, meðan tað sýnist torført at fáa ung at rógva eftir miðnámskúlan. Tá vilja nógv okkurt annað um summarið. Havi fingið orð á Tóka Hartmann Niclasen úr Froðbiar Sóknar Róðrarfelag, og hann er fegin um, at 10-mannafarið Suðuroyingur er mannaður, sum er samarbeiði millum Tvøroyri og Vág. Í løtuni húsast felagið í trimum bingjum, nú nýggja stóra virkið hjá Varðanum Pelagic verður bygt. Og Tóki sigur víðari:
– Tú spyrt um Firvald við gentum, sum vóru so stinnar og seinnu árini og hava vunnið so nógv. Eg kann siga, at Firvaldur við gentum er meldaður til FM-róðrarnar, men genturnar hava ikki enn verið í bátinum. Vit vita ikki rættiliga, um tær rógva ella ikki, sigur Tóki.

Hetta er alt áhugavert, tí er Firvaldur ikki við í summar, so fáa vit nýggjar vinnarar í øllum ungdómsróðrunum. Fara vit fyrst til barnaróðurin, so vunnu genturnar og dreingirnir umborð á Ingibjørg í fjør allar róðrarnar. Men hesir rógvarar eru nú ov gamlir at rógva barnaróður.
Fara vit til dreingja- og genturóðrarnar, so vunnu dreingirnir umborð á Fípuni Føgru úr Klaksvík meistaraheitið í fjør, men í ár situr manningin umborð á 6-mannafarinum Páll Fanga. Genturnar umborð á Drekanum, sum í fjør vóru nærmasti kappingarneytin hjá Firvaldi av Tvøroyri, eru ov gamlar at rógva genturóður. Tí er júst spennandi til tess at fáa vita, um vit í summar síggja Firvald við gentum.

Kappróður hevur djúpar røtur á Tvøroyri, og hvussu gongst so at manna bátarnar, spyrji eg Tóka? – Sum sagt eru vit fegin um Suðuroying, og so hava vit fyribils tríggjar manningar. Firvaldur og Hulda er eru mannaðir við gentum barnaróður, og so er Firvaldur eisini mannaður við dreingjum. Ja, so eru spurningurin við gentunum umborð á Firvaldi.

– Tá tú spyrt um umstøður, so húsast vit í løtuni í trimum bingjum, sum Varðin Pelagic hevur útvegað okkum við bátahylin. Í sambandi við byggingina av nýggja virkinum fáa vit ikki brúkt gamla dráttin, tó at vit fáa brúkt ovaru hæddina í neystinum, sigur Tóki í stuttari samrøðu av Tvøroyri. Sum eg skilji á lagnum, eru røddir frammi um at fáa bygt nýtt neyst.
Altíð lætt at gita, men tað kemur ikki óvart á meg, um barnamanningin umborð á Firvaldi fer ósigrað gjøgnum kappingarárið. Tær vóru heilt frammi í oddinum í fjør, og tær hava enn aldur at rógva barnaróður. Og spennandi at síggja, hvussu fer at hilnast hjá Suðuroyingi. (Vagnur)