
Hesuferð sat eg við telduna og fylgdi steypadystunum millum Kyndi og Neistan og StÍF og VÍF á Skála. Má siga sum er, at ikki hevði eg verið meira spentur, um eg sat í høllini á Hálsi. Skrivaði á neistakjaki fyri dystin, at umráðandi var hjá neistakvinnum at seta seg á dystin beinanvegin, tí hvør einstakur spælari á báðum liðunum telja mál í slíkum dystum. Men Kyndil fekk júst tað byrjan, sum skuldi til og var á odda allan dystin við einum, tveimum og trimum málum. Ímóti endanum talaði alt fyri, at Kyndil mátti vinna við fýra málum, skuldi Kyndil í steypafinaluna. Hvussu hekk nú hetta saman?
Hugdi í morgun í kappingarreglurnar, og har stendur, at enda lið jøvn í stigum, so telur málmunurin fyrst. Men Kyndil og Neistin vóru um at gerast jøvn í stigum og eisini jøvn í innanhýsismálum. Tá siga reglurnar, at liðið, sum hevur skotið fleist mál í útidystinum, fer í finaluna. Fysti dysturin millum Neistan og Kyndil endaði 17-14 til Neistan. Og Kyndil vinnur seinna dystin 17-15. Tað vil siga, at Kyndil skjýtur 14 mál í útidystinum, meðan Neistin skjýtur 15 mál í útidystinum. Tí var ikki nógmikið hjá Kyndli at vinna við trimum málum, men mátti vinna við fýra málum.
Tú vinnur ongan dyst einsamøll, men Marjun Danberg helt Neistanum inni í dystinum við ellivu málum, meðan bara fýra mál eru at býta til hinar neistakvinnurnar. Tú vinnur sjáldan dyst bara at skjóta fjúrtan og fimtan mál, sum Kyndil gjørdi i fyrra dystinum og Neistin í seinna dystinum. Myndamaðurin hjá Sosialinum Álvur Haraldsen tók dagsins mynd leygarkvøldið, har neistakvinnur síggja út at hava vunnið FM-heitið. Tú tapur ein dyst, men kropsrørslurnar vísa okkum, at okkurt er tó vunnið. Ì hesum førininum ikki dysturin men pláss í steypafinaluna.
Tað sýnist í øllum dystum millum Kyndil og Neistan, at megnar Neistin at halda serliga Turið Arge og Onnu Brimnes niðri á kanska trimum málum, so vinnur Neistin dystin. Tá eg sá, at Turið legði hart út við fleiri málum, so visti eg, at vandi var á ferð hjá neistakvinnum, og so var. Rás2 boðaði frá, at neistaverjan stóð ógvuliga stinn serliga seinast í dystinum, so neistakvinnur máttu so sanniliga stríðast fyri finaluplássinum, tá ikki gekk nóg væl at skjóta mál.
Eg fylgdi eisini við á Skála, har alt talaði fyri í seinna hálvleiki, at StíF fór við finaluplássinum, men VÍF vildi nakað annað seinast í dystinum. Aftur var Marianna hjá VÍF har við helvtina av málunum. Tú kanst siga, at í báðum dystunum vóru marginalarnir við Neistanum og VÍF, tí nógv skuldi ikki til, at steypafinalan koma at standa millum StÍF og Kyndil.
Hyggja vit í hagtølini, so vann Neistin steypafinaluna í 2015 á Kyndli, meðan Kyndil vann steypafinaluna í 2014 á Neistanum. VÌF var seinast í steypafinaluna í 2010, tá VÍF tapti 29-22 fyri Stjørnuni. Vit skulu heilt aftur til 2002, tá VÍF seinast vann steypafinaluna. Tá vann VÍF 22-18 á Stjørnuni. (Vagnur)