Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Svimjikonurnar hjálptu mammu úr sálarligu trongstøðuni

$
0
0
Svimjikonurnar tóku væl ímóti mammu í uttandura svimjihylinum. Frá vinstru: Ása Michelsen, Inga Haraldsen, Ingibjørg Mikkelsen, Frida Holm Petersen, ?, ?
Svimjikonurnar tóku væl ímóti mammu í uttandura svimjihylinum. Frá vinstru: Ása Michelsen, Bodil Wardum, Inga Haraldsen, Frida Holm Petersen, Ingibjørg Mikkelsen, Hilda Norðfoss og Josefina av Reyni.

Mangt áhugavert kemur undan kavi, tá eg práti við mammu okkara, sum býr á Ellisheiminum. Mamma hevur frá ungum árum svomið nógv, og nú ein dagin fall prátið á tíðina, tá hon gjørdist ein av svimjikonunum í gamla svimjihyli. Uttandura svimjihylurin, sum varð bygdur í 1959. Stór broyting gjørdist í okkara familju, tá mamma í 1963 mátti til Danmarkar at fáa sálarliga hjálp, tí eingin slík hjálp var tá at fáa í Føroyum. Hon var burturi frá 1963 til 1970. Afturkomin til Føroya gjørdist hon við tíðini frísk, og eg taki ikki munnin ov fullan, tá eg sigi, at svimjikonurnar gjørdust ein sálartryggleiki hjá mammu. Og mamma sigur, at hon hevur nógv at takka svimjikonunum fyri.

Vinkona mammu, Jona Jacobsen, rópt Jona í Kjøt tók stig at fáa mammu aftur út millum fólk. Tá Jona var ein av svimjikonunum, eydnaðist henni at fáa mammu at svimja, og mamma gjørdist ein av svimjikonunum í fjøruti ár. Mamma var viknað nakað kropsliga eftir sjúkraleguna, men svimjingin broytti skjótt kropsliga førleikan.  Mamma greiðir soleiðis frá: – Tað er rætt, sum tú sigur, at Jona fekk meg at svimja fyrst í 1970 árunum. Hetta var í uttandura svimjihylinum í Gundadali. Eg var frá fyrsta degi væl móttikin av svimjikonunum. Vit svumu allar dagar í viku uttan leygardag og sunnudag.

Svimjikonurnar í 1973. Frá vinstru:
Svimjikonurnar í 1973. Frá vinstru: Fremst f.v: Nicolina Jensen, Ingibjørg Mikkelsen, Elsa av Reyni, Karin Brattaberg, Sigga Olsen, Jórun Danielsen. Uttast til vinstru: Greta Midjord, Bodil Wardum, Begga Justinussen, Emmly Nielsen, Rakul Hansen, Ása Michelsen, Anna Egholm, Frida H. Petersen, Guðrun Rubeksen, Helena Poulsen og Jona Jacobsen.

– Fyrstu tíðina kom Jona eftir mær í bili sínum, men so helt eg, at eg átti at gingið báðar vegir. Hetta var partur av venjingini. Vit búðu við Landavegin, og Frida Holm Petersen og Ingibjørg Mikkelsen búðu í Grønlandi. Og tá tær gingu, kom eg at fylgdist við teimum. Svimjikonurnar vóru tá einar tíggju tólv í tali, og eg komi løtuni í tankar um Bodil Wardum, Elsu av Reyni og Josefinu av Reyni, Ingu Haraldsen, Siggu Olsen, Ruth Kjeld, Guðruna Rubeksen, Ásu Vágsheygg, Jenny Kragesteen. Minnist ikki fleiri beint nú. Við tíðini blivu svimjikonurnar fleiri, ja, tær nærkaðust teimum fjøruti, tá útferð skuldi gerast ella onkur hevði førðingardag.

– Eg minnist við gleði aftur á tíðina í uttandura svimjihylinum. Eftir svimjingina komu vit á gólvið hjá hvørji aðrari til kaffimunn, og serliga var eg mangan inni hjá Bodil Wardum. Eg kom eisini at hava tætt samband við Josefinu av Reyni og Elsu av Reyni, har vit eisini vóru. Svimjikonurnar vóru altíð í góðum lag, og eg gleddi meg hvønn morgun at svimja. Annars lærdi eg at svimja í Sandagerði og svam í ymsum hyljum í Sandá. Einaferð svam eg sum ung um Hvannasund. Abbi og omma búðu í Norðdepli. Í Sandagerði gekk fyri seg á tann hátt, at vit vassaðu so langt út, so vit flutu, og tá kom alt av sær sjálvum, sigur mamma.

Fremst f.v: Frida Holm Petersen, Gulli Fonsdal, Elly Thomsen, Guðrun Rubeksen og Ása Michelsen. Miðan f. v: Brynhild Arge, Jenny Kragesteen, Valdis, Anreasen og Petrina Dam. Aftast f. v: Anna á Argjaboða og ?.
Svimjikonur í svimjihøllini í Gundadali. Fremst f.v: Frida Holm Petersen, Gulli Fonsdal, Elly Thomsen, Gudrun Rubeksen og Ása Michelsen. Miðan f. v: Brynhild Arge, Jenny Kragesteen, Valdis, Anreasen og Petrina Dam.og Sigga Olsen. Aftast f. v: Anna á Argjaboða og Tóna.

Sjálvur minnist er leivdirnar av svimjihylinum, sum var bygdur í Gundadali í 1930 og latin aftur í 1949. Síggi fyri mær tóma hylin og skiftinarrúmini úr timbri. Mamma og eg komu eisini at tosa um henda hylin.- Eg svam mangan í hylinum, og eg minnist serliga hending, tá systir mín Annadukka lærdi ungfólk í Havn at svimja “crawl”. Vit svumu bara bringusvimjin. Annadukka hevði verið á ítróttaskúla í Danmark.

– Eg byrjaði sum sagt at svimja miðvíst saman við svimjikonunum fyrst í 1970 árunum, og tann dagin eg fylti 92 ár, helt eg, at nú var nokk. Seinnu árini svam eg tríggjar ferðir um vikuna mánamorgun, mikumorgun og fríggjamorgun 500 metrar hvønn dag. Umframt at vera í føðingardegi hjá svimjikonum, gjørdu vit eisini ymsar útferðir bæði í Føroyum og uttanlands. Einaferð fóru vit longu leiðina til Rhodos, sum gjørdist minnilig  ferð.

Svimjikonurnar eru í 80 ára føðingardegi hjá mammu í 1998.
Svimjikonurnar eru í 80 ára føðingardegi hjá mammu í 1998. Fremst f.v: Sunniva Kallsberg, Jonna Bærentsen, Sigga Olsen, Petrina Dam og Ninna Dam. Nummar tvey rekkja f.v. Begga Justinussen, Ása Michelsen,Ingibjørg Mikkelsen, Ása Vágsheygg, Jórun Isholm, Marsanna Debes og Valdis Andreasen. Standandi triðja rekkja frá vinstru: Nicolina Jensen, Sólveig Dam, Heidi Dam, Gulli Fonsdal, Poula Dam, Ruth Jensen, Gudrun Rubeksen, Frida Holm Petersen, Ingibjørg, Esther Sørensen, Jenny Kragesteen, Emmly, Esther Drewsen og Ruth Kjeld. Aftast f.v: Diddan Balle, Anna Egholm, Anna Akraberg Poulseln, Kamma Debes, Snæbjørg Ørvarodd og Jona ?.

– Sum árini gingu fullu svimjikonur frá og aðrar komu til, og nógvar av svimjikonunum frá tíðini í uttandurahylinum, eru farnar. Eingin ivi er um, at orsøkin, at eg kom fyri meg aftur fyrst í 1970-árunum, kann eg takka svimjikonunum fyri. Allar vóru hjálpsamar, í góðum lag og settu ongan uttanfyri. Eg havi bara góð minni sum svimjikona í fjørtu ár, sigur mamma at enda. Mamma býr sum áður sagt á Ellisheiminum og fyllir 97 ár 16.juni.

Eg kann til stuttleika nevna tveir hendingar, sum vísa, hvussu nógv svimjining hevði fyri mammu. Fyri nú nógvum árum síðani var hon í Danmark og vitjaði systir mína og ommubørnini. Eina náttina fekk hon “tarmslyng” og endaði á sjúkrahúsi. Støðan var so hættislig, at tarmur mátti leggjast út gjøgnum síðuna. Komin aftur til Føroya, vildu hon hava alt lagt á pláss aftur. Læknarnir hildu, at hjartað ikki toldi væl fulla narkosu og bóðu mammu royna at liva við núverandi støðu. Men hon helt upp á sítt. Eg minnist kvøldið fyri skurðviðgerðina, tá hon segði okkum: Vakni eg ikki aftur, so havi eg valt tað sjálv. Eg vil niðan at svimja aftur. Skurðviðgerðin gekk væl, og hon gjørdist aftur ein av svimjikonunum.

Seinast myndin mamma hevur av svimjikonunum.
Svimjikonurnar 20.12. 2007. Standandi frá vinstru: Torgunn Kragesteen, Ásfríð Karbech Mouritsen, Esther Drewsen, Brynhild Arge, Eyðbjørg Kass, Maria Olsen, Ása Justinussen, Frida Holm Petersen, Sólvá Dam, Tórhild Justinussen, Ása Michelsen, Sigga Olsen, Jonna Olsen, Sunnvá Kallsberg, Greta Midjord og Gulli Fonsdal. Húkandi frá vinstru: Elin Lindenskov, Kristina Christiansen, Anna á Argjaboða, Dania Andreassen, Jonna Bærentsen, Jenny Kragesteen, Esther Sørensen, Vígdis Andreasen og Petrina Dam

Nakað seinni datt hon og breyt okkurt í øðrum knænum, so hon ikki fekk svomið. Hvat gjørdu hon. Fór norður til Jákup Peteresen í Klaksvík og fekk nýtt knæ. Hon var fýra vikur á Hvíldarheiminum, og so niðan aftur í svimjihylin til svimjikonurnar. Nýggja knæið merkti hon einki til, tá hon svam, og nýggja knæið heldur enn.

Sum eg havi skilt, eru svimjikonurnar framvegis heilt nógvar. Tað er ikki soleiðis, at svimjikonurnar hittast ikki allar samstundis í svimjihøllini. Tær koma og fara og svimja ymsar dagar. Men nakrar hittast fast í svimjihøllini og drekka kaffimun eftir svimjing. Tá so tær halda føðingardagar ella fara útferð, so eru svimjikonurnar millum tretivu og fjøruti í tali, sum á myndini omanfyri. (Vagnur)

 

 


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>