
Meðan summar manningar fegnast um bæði silvur og bronsu heiðursmerkini, so eru aðrar manningar, sum halda seg hava tapt so dyggiliga, sjálvt um tær fáa silvur ella bronsuheiðursmerki um hálsin. 27 gullheiðursmerki eru handað rógvarum higartil.
Serliga eru tað summar yngri manningarnar, sum strála, tá tey vinna sær silvur ella bronsu heiðursmerki, tí tær rógva mangan ímóti eldri rógvarum, ja, eru kanska komin frá barnaróðri og rógva nú í dreingja-og genturóðrunum. Ólavsøkuaftan endar róðrarárið 2018, og vit gleða okkum.

Í summum bátastøddum eru fáir bátar, og tí er eisini lættari at vinna sær bæði silvur og bronsumerki. 162 heiðursmerki er útflýggja higartil á teimum seks stevnunum. 42 gull, 42 silvur og 42 bronsuheiðursmerki. 27 heiðursmerki á hvørjari stevnu.

Ikki bara sum at siga tað at telja saman øll heiðursmekini. Sigið endiliga frá, um okkurt tal er komið skreivt fyri. Nú eru eftir ólavsøkuróðrarnir, og tá er altíð okkurt óvæntað úrslit. Nú velst eisini um, hvussu veðrið verður ólavsøkuaftan. Seks av níggju FM-vinnarunum eru funnir. Uppískoytið: Í samanteljinigini eru 8-mannaførini Ørvur og Nevið Reyða tald saman sum vanligt, meðan Suðuroyingur er fyri seg niðast, tí tað er felagsátak millum Froðbiar Sóknar Róðrarfelag og Vágs Róðrarfelag. (Vagnur)
Froðbiar Sóknar Róðrarfelag Seks gull (6)
Kappróðrarfelagið Tindur Eina silvur og tvær bronsu (3)
Miðvágs Róðrarfelag Trý silvur og trý bronsu (6)
Vágs Róðrarfelag Fýra gull, fýra silvur og sjey bronsu (15)
Klaksvíkar Róðrarfelag Átta gull, átta silvur og tíggju silvur (26)
Róðrarfelagið Knørrur Sjey gull, seks silvur og tíggju bronsu (23)
Argja Róðrarfelag Átta gull, seks silvur og tvey bronsu (16)
Kappróðrarfelagið NSÍ Seks gull og tvey silvur (8)
ÍF Kappróður Seks gull, tvey silvur og fýra bronsu (12)
Havnar Róðrarfelag Fimm gull, trettan silvur og níggju bronsu (27)
Árnafjarðar Róðrarfelag Eina gull og fimm silvur (6)
Sandavágs Ítróttafelag Tvær silvur og tvær bronsu (4)
Hósvíkar Róðrarfelag Eitt gull, fimm silvur og eina bronsu (7)
Suðuroyingur Tvey silvur og fýra bronsu