
Síggi mest stroymaðar hondbóltsdystir í brotum, men síggja tó allar dómaraseðlarnar, har tú kanst uppliva nógv. Havi mangan skrivað, hvussu viðbrekin besta kvinnudeildin altíð hevur verið. Alt stendur og fellur við einum til tveimum spælarum. Dómaraseðilin og stigatalvan lúgva ikki.
Eitt umfar av fýra er nú spælt í bestu deildini, og mín niðurstøðan er, at VÍF liðið er ikki so gott, sum roknað var við, og at H71 kvinnur so lætt sleppa upp á tindin í føroyskum hondbólti. Eisini áhugavert, at ein útlendskur kyndilsmálverji kann broyta so nógv, og Stjørnan er um at byggja upp frálíkt kvinnulið. Haldi eisini, at bæði Kyndil og Neistin hava sovið eitt sindur í tímanum til tess at varðveita ”oddastatus” í bestu kvinnudeildini.
Fyrst vil eg siga, hvussu ómetaliga keddur er eri um, at VB kvinnur ikki kunnu manna besta kvinnuliðið. Ja, ein skandala í míni hondbóltsverð, men hyggja vit eftir VB-spælarahópinum seinnu árini, so var ábendingin har alla tíðina. Seinasta kappingarár spældu jú tríggir útlendingar ár liðnum, sum gingu á ítróttaháskúlanum. Og fleiri av teimum eldru spælarunum kunnu jú ikki spæla í allar ævir.
Havi ikk góðar vónir, at eitt vælmannað VB lið spælir í bestu deildini næstu árini, tí umstøðurnar eru so ringar har suðuri, tí tey ungu flyta av oynna eftir miðnámsútbúgvin.Vit mugu kanska bíða eftir undirsjóvartunlinum til Suðuroyar.
Fara vit fyrst til H71 kvinnuliðið, so siga tað alt um føroyskan kvinnuhondbólt, at ungt kvinnulið í Hoyvík so lætt fyrsta árið kann seta seg trygt á toppin. Tveir spælarar Marita Mortensen og Maria M. Weihe ganga aftur í hvørjum dysti, men har eru eisini aðrir evnaríkir spælarar.

Havi sagt tað áður. Sita hini feløgini bara hendur í favn og ikki fara miðvíst eftir at menna gentu-og kvinnuhondbóltin næstu árini, so gerst H71 einaráðandi í føroyskum kvinnuhondbólti. So einfalt er tað. Tá frágangurin er so stórur eftir miðnámsútbúgvingarnar, so mugu feløgini hava nóg mikið á ungum spælarum at taka av.
VÍF liðið, sum vann meistaraheitið í vár, stendur og fellur við bakketuni Liljuni Djurhuus, Agnas Olsen og Duritu Jojic og so málverjanum Viviann Petersen. Havi ikki akkurát skil á, hvussu stendur til við ungum kvinnuligum spælarum í Vestmanna, men lykilin at endurvinna meistaraheitið eru núverandi bakketan og málverjin.
Ótrúligt, hvussu nógv útlendski nýkomni málverjin hjá Kyndli broytti liðið. Stórtap fyrstu dystirnar 22-30 fyri H71, og 24-34 fyri VÍF og taptu 25-31 fyri Stjørnuni. Men so broytti málverjin alt, og nú Marianna er komin aftur av ferð, kann liðið bjóða øllum liðnum av.
Neistaliðið finni eg slett ikki útav. So ætlar Marjun Danberg ikki at spæla í vetur, men so er hon við aftur og gevst aftur, men so gerst hon um dagarnar toppskjútti ímóti Stjørnuni. Skulu neistakvinnur í FM-finalurnar, mugu dystir vinnast á H71 og VÍF, og so er spurningurin, um liðið er nóg gott til hesa uppgávu. Ikki í løtuni, haldi eg, men nú eru Marjun Danberg og Bára Hansen aftur á liðnum. Tær kenna vegin upp á toppin.
Frálíkt, at Stjørnan aftur er við at fóta sær í bestu deildini, tó at nakað vantar til tess at náa toppin. Havi varhugan, at tey í Stjørnuni í Klaksvík eru á rættari kós. Og hyggja vit at úrslitunum higartil í kappingini, so er StíF eisini har, tó tað vantar nakað at bjóða ovaru liðunum av.
Ì løtuni sýnist, sum H71 og VÍF eru ávegis í FM-finalurnar, men hetta kann alt broytast, tí munurin á liðunum er ikki so stórur, og liðini standa og falla jú við einum tveimum spælarum. Kann annar málslúkurin hjá H71 ikki spæla nakrar dystir, ja, so broytist alt, og liðini spæla jú fýra dystir hvør ímóti øðrum.
Sum eygleiðari segði mær, sum sær nógvar kvinnurdystir: H71 og VÍF eru í styrki í løtuni eina tonn frammanfyri Neistin og Kyndil, sum so eru nakað betri enn Stjørnan og StíF. Og hetta sigur stigatalvan eisini. Spennandi at fylgja við. (Vagnur)