
Kappróður á Tvøroyri hevur djúpar røtur, og tað vóru eisini suðuroyingar, sum slóðaðu fyri fyrstu kappróðrunum í Føroyum. Longu í 1870-árunum var fyrsti skipaði kappróðurin á Trongisvágsfirði. Í mínum ungdómsárum seinast í 1950 og fyrst í 1960 – árunum vóru 10-mannaførini Suðuroyingur, Sumbingur, Vágbingur og onkuntíð eisini Hvalbingur á síggja á stevnunum kring landið. Tá talan í dag er um ungdómsróður, hava Froðbiar Sóknar Róðrarfelag og Vágs Kappróðrarfelag góðan byr. Uni Jacobsen er skrivari í Froðbiar Sóknar Róðrarfelag, og hann havi eg tosað við.

Vegna útbyggingar á Tvøroyri í løtuni er umstøður til kappróður ikki nøktandi, tí bátarnir standa í fjøruti fóts bingjum. Hetta er sjálvandi ikki nóg gott. Eg spyrji fyrst Una Jacobsen, hvussu gongst at manna bátarnar til róðrarnar í summar, og Uni sigur.

– Vit hava í løtuni fimm ungdómsmanningar. Tvær gentumanningar, eina dreingjamanning og tvær barnamanningar. Genturnar, sum vunnu barnaróðurin í fjør umborð á Firvaldi, fara sum gentumanning umborð aftur á Firvald. Síðani er nýggj gentumanning komin umborð á Firild, og Firvaldur er eisini mannaður við dreingjum. Hetta eru ungir dreingir, sum fleiri róðu í fjør.

– Tvær eru barnamanningarnar ein gentu – og ein dreingjamanning. Nakrar ungar gentur mannaðu í fjør Huldu og róðu fimm róðrar, og genturnar mentust nógv í róðrarárinum. Firildur er eisini mannaður við dreingjum barnaróður, og hetta eru alt ungir dreingir, sum rógvar fyrsta árið.

– Síðani eru vit í samstarvi við vágbingar um 10-mannafarið Suðuroying, Tá tú spyrt um róðrarumstøður og neyst, kundi umstøðurnar verið betri, men her er góðir glottar á hóma, og á Tvøroyri merkja vit, at tað er vaksandi áhugi fyri kappróðri, sigur Uni og heldur fram.

– Ætlanin er at byggja nýtt neyst vesturi á Hvítanesi, og talan er um so mikið stórt neyst umleið 12×30 metrar stórt neyst við plássi til seks bátar, skiftingarrúmum og venjingarrúmi. Grundøkið er fingið, og kommunan hevur latið stuðul at gera økið byggiklárt, sigur Uni Jacobsen at enda.

Sum tað er gleðiligt at hoyra, at tað grør um gangandi fót við kappróðrinum á Tvøroyri og í Vági, tí bátatali og serliga eldru manningarnar eru fækkaðir í tali seinnu árini. Vit gleða okkum øll til fyrsta FM-róðurin í summar. Frálíku myndirnar eru frá Una Jacobsen. (Vagnur)

