Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Hevur rógvimaskinan oyðilagt føroyskan kappróður? Svarið er nei

$
0
0
Átta 10-mannafør róðu á ólavsøku 1986. Nólsoyinbur vann og eisini meistaraheitið. Bátarnir vóru Nóloyoyingur, Vestmenningur, Tvørabáturin, Havnarbáturin, Vágbingur, Floksbáturin, Klaksvíkingur og Ormurin Langi úr Vági. 

Henda spurning havi eg fingið mangan. Eg síggi, at talið av rógvarum í inniróðrinum leygardagin er minkað og er eisini minkað ár um ár. Bátatalið í FM-róðrunum er eisini minkað seinnu árini. NSÍ kappróður skipaði fyri inniróðri, men gavst við hesum. Tí spyrji eg: Hevur rógvimaskinan oyðilagt føroyskan kappróður? Skiljast á tann hátt, at nú vita fólk, hvat hvør rógvari megnar í maskinuni. Rógvarar lesa av hvør annan. Áður settu fólk seg í bátarnar og róðu. Eingin rógvimaskina og eingin ferðmátari.(Skrivaði hesa grein fyri júst fimm árum síðani)

Rógvimaskin er frálíkt hjálpiamboð. (Mynd Christopher).
Rógvimaskin er frálíkt hjálpiamboð. (Mynd Christopher).

Svarið hjá mær er nei, men tað eru fólk, sum halda, at rógvimaskinan setti kíla í føroyskan kappróður. Í míni verð er rógvimaskinan eitt hjálpiamboð til føroyska rógving eins og onnur venjingaramboð. Eg minninst, tá ið vit í Álakerið í bólki í 2001 savnaðu inn pening til nýggjar bátar og rógvimaskinur. Bátarnir hjá Niclasi í Koltri vóru ov tungir, og nú skuldi nýggir og lættari bátar frá Sámali Hansan og rógvimaskinan menna føroyska kappróður. Vit útvegaðu nýtt Sílið, nýggjan Gongurólv, nýggjan Dreka og keyptu tíggju rógvumaskinur fyri peningin í 2001 og 2002.

Fyrstu árini var stórur áhugi fyri inniróðrinum, og rógvarar og áskoðarar streymaðu til kappingarnar. Rógvarar vóru ikki bangnir at melda til, men nú sýnist, at “vanligi” rógvarin heldur seg aftur. Tað, sum áður bara var til stuttlieka, er nú meira álvara. Eg síggi á róðrarkjaksíðuni á Facebook, at fólk eru farin at tosa um, at rógvarar áttu at sloppið at róð í fleiri bátum á somu stevnu. Í fyrsta umfari er talan um róðursmann/róðurskvinnu, sum umframt at stýra báti, eisini kann rógva við øðrum báti á somu stevnu. Meiningarnar eru ymiskar um málið.

Eg havi eisini fingið annan spurning, har spurt verður, um rógvarar venja meira í 2014 enn fyri kanska tjúgu árum síðani. Svarið er eisini nei. Manningin umborð á Havnarbátinum, sum róði í fjør summar, vandi ikki meira, enn manningin gjørdi í 1996, 2001 og 2004, tá ið báturin vann FM-heitið. Men tað varð vant øðrvísi. Eg stimaði sjálvur við Havnarbátinum hesi árini. Rógvimaskinan ger sjálvandi, at rógvari kann halda seg í venjing um veturin, men tað eru slett ikki allir rógvarar, sum gera hetta.

Høvuðsorsøkin, at føroyskur kappróður er í aldudali er ikki rógvimaskinan, men aðrar broytingar í samfelagnum. Fleiri og fleiri ungfólk fara uttanlands í lestrarørindum, meira ferð er á samfelagnum, og fleiri hundrað mans arbeiða uttanlands. Besta dømi er Tórshavnar Skipasmiðja, nú MEST, sum lat nógvar rógvarar til bátarnar í Álakeri. Áður arbeiddi einir 250 mans á skipasmiðjuni, nú bara ein fjórðingur. Og soleiðis kunnu vit halda fram í øllum samfelagnum.

Vit kunnu gera undantøk í kappingarreglum, vit kunnu stytta róðrarteinar, men alt stendur og fellur við, at føroyskur kappróður vantar rógvarar. Tað løgna er eisini, at tað vanta ikki bara eldri rógvarar. Bátatalið í barnaróðri er eisini fækkað, og dreingjabátarnir og gentubátarnir vóru nógv fleiri fyri tíggju/fimtan árum síðani. Hava vit eina loysn at venda gongdini? (Vagnur)


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>