Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Gongur ikki nóg væl at mannað kappróðrarbátar í Sundalagnum. Tó so

$
0
0
6-mannafarið Hvessingur á ólavsøku í 2016. Hvessingur er mannaður, og onnur 6-mannafør, vit higartil vita um eru Lómur, Gongurólvur, Herningur, Jarnbardur og Riddarin. (Mynd Hvannrók)

Føroyskur kappróður stendur og fellur við eldsálum og ikki minst foreldrum, sum taka hond í við ymiskum í feløgunum. Soleiðis hevur altíð verið. Flaggdagur var 25. apríl, og tá nærkast vit veruliga róðrarárinum, tí gamalt var, at bátar vóru ikki flotaðir fyrr enn flaggdagin. Havi ringt til Kollafjarðar og í Sundalagið til tess at frætta, hvussu gongst at manna bátar í summar.

Talan er um Kollafjarðar Ìtróttafelag, róðrardeild, Hósvíkar Róðrarfelag, Hvalvíkar/Steymnesar Róðrarfelag og Sunda Róðrarfelag, har trý feløg skiftast um at skipa  fyri sundalagsstevnuni.

Hyggja vit kanska tretivu ár aftur í tíðina, so hevur gingst væl og minni væl at manna bátarnar har á leiðini. Kendu bátanøvnini eru 5-mannafarið Kollur og 6-mannafarið Kollfirðingur í Kollafirði, 5-mannaførini Falkur, Heykur og 6-mannafarið Hósvíkingur í Hósvík, 5-mannafarið Báran og 6-mannafarið Hvessingur í Hvalvík/Streymnisi og 5-mannafarið Hvassi og hjá Sunda Róðrarfelag.

Kollafjarðar Ítróttafelag, róðrardeildin

Kom á tal við Berg Robert Dam Jensen úr Kollafirði, sum eg veit ynskir at menna kappróðurin í Kollafirði, og Bergur sigur:

– Í løtuni gongst ikki væl at manna bátarnar í bygdini, og orsøkin er uttan iva, at vit hava ikki nóg góðar umstøður til kappróður og eru eisini  í kapping um ungdómin serliga hondbóltin og flogbóltin. Í fjør róði Kollur við gentum, og vit stremba nú eftir fáa at mannað Koll við gentum.

Vónandi eydnast at manna Koll við gentum, sum vit síggjast næstuttasta bát. Gentubátarnir rógva ódnartøk í Vestmanna í 2018. Nærmast Drekin, síðani Blikur, Tambar, Falkur, Kollur og Knúkur. (Mynd Hvannrók)

– Kollafjarðar Ítróttafelag umfatar bæði hondbólt, flogbólt og kappróður, og tey arbeiða við at fáa sett á stovn ymsar deildir í felagnum. Sjálvur eri eg ikki nevndarlimur í felagnum, men havi stóran áhuga, at kappróður fær umstøður í bygdini, sum eitt kappróðrarfelag skal hava. Her hugsi um bátahøll, skiftingarrúm og venjingarrúm við venjingaramboðum, sum skulu til, sigur Bergur í stuttari viðmerking.

Hósvíkar Róðrarfelag

Síðani gongur leiðin til Hósvíkar, har eg fekk orð á Marius Høgnesen. Síggi annars í hagtølunum frá í fjør, at Hósvíkingur við monnum róðu, og tað sama 5-mannafarið Heykur við dreingjum og Falkur við gentum, sum gjørdust nummar fýra á FM-kappingini. Síðani vann Heykur við dreingjum barnaróðurin á ólavsøku í fjør og gjørdist nummar tvey samanlagt.

Spell, at tað ikki eydnast at manna Falk við gentum, sum vit síggja her fremst í myndini. Bláur bátur við svørtum stokkum. (Mynd Hvannrók)

Men tí verrri eru boðini úr Hósvík, at í summar rógva bara tvær barnamanningar, sum eru nýggj dreingja – og nýggj gentumanning. Dreingirnir umborð á Heyki barnaróður, sum kláraðu seg so væl í fjør, halda seg ikki til at rógva ímóti átjan, nítjan ára gomlum dreingjum. Teir bíða eitt ár, so koma teir aftur í bátin.

Hvalvíkar/Steymesar Róðrarfelag

Kom á tal við Asbjørn Olsen, sum rør við Hvessingi, og hann sigur mær, at Hvessingur er mannaður við monnum, Báran er mannað við gentum, og báturin er eisini mannaður við dreingjum barnaróður.

– Stórur trupulleikin hjá okkum er í løtuni, at tað hevur ikki viðrað nóg væl, tí ættirnar hava ikki veðrið til vildar. Nógvur vindur, sum liggur beint inn í víkina. – Men vit royna at venja ímóti vindinum, men í næstu viku fara vit Havnar at venja. So vit hava okkara avbjóðingar, sigur Asbjørn.

Fýra vøkur 5-mannafør rógva ódnartøk í Havn 2017. Báran ljósagrøni báturin.

Ja, Hvessingur hevur áhugaverda søgu og kent bátanavn, sum í millumbilum seinastu nógvu árini hevur klárað seg ómetaliga væl. Er báturin ikki mannaður við lokalum rógvarum, so er báturin lándur øðrum feløgum bæði á Tvøroyri og í Havn.

Sunda Róðrarfelag

Løgið at hugsa sær, at Sunda Róðrarfelag eigur besta róðrarneystið í Sundalagnum, men illa gongst at fáa ungdóm at rógva. Vit skulu aftur til 2016, at Hvassi róði barnaróður og aftur til 2014, tá Hvassi var mannaður við gentum og dreingjum. Havi hitt Birnu Larsen, sum er úr Havn og gift har norðurin.

Hvassi á ólavsøku 2014. (Mynd Hvannrók)

– Neystið er fyrsta floks, og tað er ótrúligt, hvussu virkin fólk her norðuri hava verið at útvega pening og fingið bygt hetta stásiliga neystið. Vit hava alt venjingarrúm, skiftingarrúm og pláss til bátarnar. Felagið eigur neystið, men í løtuni rør eingin við 5-mannafarinum Hvassa.

– Fótbólurin í EB/Streymi fyllir nógv hjá ungdóminum, og so hava tey á Eiði spent seg út við hondbóltsspælinum, og felagið hevur góðan byr. Tað sýnist, sum fólk vilja hjálpa, men torført er at fáa fólk í nevnd. Haldi, at alt stendur og fellur við foreldum, sum kanska hava róð sjálvi og so fáa børnini at rógva.

– Annars haldi eg, at róðrarfeløgini í Sundalagnum og Kollafirði skuldu arbeitt meira saman, so kanska eitt felag royndi at manna 6-mannaførini, og hini feløgini 5-mannaførini við barnamanningum, dreingjum og gentu. Men hetta er bara mínir tankar, sigur Birna Larsen. (Vagnur)

Vóni, at tað eydnast teimum í Kollafirði og Sundalagnum at fáa unglingar at rógva. Her síggja vit 5-mannafarið Koll.

 


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>