Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Havnar Róðrarfelag mannar tíggju FM-bátar – Bjarti Mohr er formaður í felagnum

$
0
0
Mær dámar væl andan í neystinum, og umráandi fyri meg og onnur, at Havnarbáturin ikki stendur ómannaður í neystinum, sigur Bjarti. (Mynd Vagnur)

Leiðslurnar í nógvu ítróttafeløgunum kring landið eru í flestu førum mannaðar við fólki, sum sjálvi hava íðkað ítrótt ella fáa áhuga fyri felagsarbeiði, tí børnini eru har. Bjarti Mohr er ein teirra, tí í 2011 fór sonurin Terji at rógva kapp, og Bjarti kom at hjálpa manningini við ymsum,  sum  endaði við, at hann kom í nevndina í 2016.

Á flaggdegnum 2018 gjørdist hann formaður, men tá var sonurin givin at rógva. – Mær dámar væl kappróður sum ítróttagrein, tí hon einføld, har rógvarar stríðast á serligan hátt at náa málinum. Abbi mín Kjartan Mohr stuðlaði Havnar Róðrarfelag, og mín fyritøka stuðlaði á sinni eisini felagnum, sigur Bjarti. Men hvussu gongst at manna bátarnar í summar?

– Tíggju manningar fyrireika seg í løtuni til fyrstu FM-róðrarnar í Klaksvík leygardagin fyrsta juni. Kanska vera tað ellivu manningar, tí arbeitt verður at fáa seksmannafar aftrat. Vit eru ógvuliga fegin um, at Havnarbáturin er mannaður, tí bæði fyri meg, felagið og onnur er so umráðandi, at Havnarbáturin er við. Hetta, at tey ungu hava flaggskipið at síggja upp til. Havnarbáturin má fyri alt í verðini ikki standa ómannaður í neystinum.

Í neystinum er pláss fyri seks bátum, tí má ein bátur standa í bláu bingjuni í summar. Venjingarhølið, skiftingarrúmini og bátahøllin halda til í fyrstu hædd, og ovara hæddin er leiga út til annað virksemi. (Mynd Vagnur)

– Síðani fegnast vit eisini um, at Gongurólvur er mannaður við monnum, sum er rógvarar, sum seinasta ár róðu við Árnfirðingi, men eisini rógvarum, sum áður hava róð í felagnum. Gongurólvur er ein av nýggjastu bátunum, og eg havi varhugan, at rógvararnir trívast væl í neystinum.

– Vit hava tvær góðar dreingjamanningar og tvær góðar gentumanningar. Dreingirnir umborð Sílinum vunnu jú meistaraheitið í fjør, og teir umborð á Drekanum, sum eru eitt ár yngri, vunnu róðrar í fjør. Drekagenturnar, sum í fjør róðu fyrsta árið sum gentur, eru framúrskarandi rógvarar og gjørdist nummar tvey á ólavsøku í fjør. Nú eru tær eitt ár eldri. Síðani eru tað sílagenturnar, sum eisini eru ungar og hava onkra nýggja umborð. Tær mentust nógv seinasta ár, so spennandi at fylgja ungu manningunum í summar.

Til miðskeiðis í 1970 – árunum helt felagið til í Hornaneystinum. Sum smádrongour minnist eg, at skúrur var bygdur aftrat neystinum vestureftir. Har stóð Sílið, og neystinum stóðu Ørvur og Havnarbáturin. (Mynd Vagnur)

– Vit fegnast eisini um fýra barnamanningar, sum hava alstóran týdning fyri felagið. Felagið eigur fýra 5-mannafør Sílið, Drekan, Títling og Ingibjørg, og vit koma at síggja øll 5-mannaførini í summar. Ingibjørg er mannað við dreingjum og gentum barnaróður, og Sílið og Títlingur mannaðir við gentum barnaróður.

– Tá tað er sagt, er ógvuliga spell, at vit ikki megna at mannað 5-mannafar og 6-mannafar við kvinnum, tí fyri felagsskapin er av stórum týdningi, at kvinnur eisini eru í neystinum og rógva kapp. Fyri tveimum árum síðani vóru bæði Drekin og Sílið mannaðir við kvinnum. Rógvarar fara og koma alla tíðina, sigur Bjarti.

Alt avgerandi fyri meg og onnur í neystinum, at Havnarbáturin ikki stendur ómannaður í neystinum, sigur Bjarti Mohr. Í løtuni vita vit bara um Suðuroying, Ormin og Havnarbátin, sum rógva í summar. (Mynd Hvannrók)

Tú kundi spurt formannin, hví hann gjørdist formaður, tí Havnar Róðrarfelag er annað enn bara bátarnir. Neystið er stórt og ólavsøkan fyllir nógv, og tí er nógv at takast við sum formaður í ítróttafelagnum. Og Bjarti sigur.

– Eftir at sonurin gavst at rógva í 2014, var eg hangandi í Álakeri. Havi ikki róð sjálvur í føroyskum báti, men undir útbúgving í Danmark róði eg í Studenternes roklub, og tey fýra árini í USA róði eg í Weldboat House í Boston. Men hetta var ikki kappróður men rógving sum venjingaramboð.

Sílið og Drekin í harðari kapping við Jallin á vestanstevnu í Sandavága í 2018. Teir umborð á Jallin rógva í summar við 6-mannafari, meðan Sílið og Drekin hava mest sum somu manning. (Mynd Hvannrók)

– Vit hava av bestu umstøðum til kappróður í Álakeri, men vit hava so sanniliga spent okkum út seinnu árini. Hetta at hava gott venjingarrúm, góð skiftingarrúm við hita í gólvinum, og so ikki at gloyma bátarnar, sum skulu vera í góðum standi. Her má eg takka og rósa teimum nógvu fólkunum, sum er so hjálpsom og ongantið sig nei, tá heitt verður á tey at hjálpa til við ymiskum. Hetta eru ikki arbeiði, har tú vinnur heiðurstekin, men smáir bitar, sum gerast til stóra heild í felagnum.

– Haldi, at rógvarar eru ítróttafólk, sum er røsk fólk og grenja lítið. Rógvarar eru so bundnir hvør av øðrum, tí tú kanst ikki í knappari vending skifta út, sum í øðrum ítrótti. Hetta er ein av ”sjarmunum” í kappróðri.

Drekagentur nærmast róðu fyrsta árið genturróður í fjør. Evnaríkir rógvarar, sum kappaðust frammi í oddinum við Blik og Tambar. Tær blivu nummar tvey á ólavsøku í fjør, og nú er tær so eitt ár eldri. Vit kunnu  vænta okkum spennandi genturóðrar í summar. (Mynd Hvannrók)

– Komi at hugsa, tá sonurin Terji fór at rógva barnaróður í 2011, har Magni Nielsen, Sophus Dal Christiansen og eg sjálvur vóru um dreingirnar. Nógvir av dreingjunum vóru í heilt ringari venjing og ov tungir, har chips og cola fylti nógv. Teir herjaðu á í barnaróðrinum, og longu í 2013 og 2014 vóru teir mentir so nógv, at teir vunnu meistaraheitið. Hetta var áhugavert at vera vitni til, og sjálvandi hjálpti tú millum annað at koyra Drekan kring landið. Sophus Dal Christiansen hevur størsta partin av æruni, at henda spennandi ætlan eydnaðist so væl.

Ingibjørg barnaróður dreingir róðu fyrstu ferð í fjør. Nú eru teir eitt ár eldri, og spennandi, hvussu fer at hilnast í summar. (Mynd Hvannrók)

– Tá tú spyrt at enda um vónirnar í summar, so havi eg heilt góðar vónir. Fleiri manningar koma at liggja heilt frammi í oddinum, men um tær vinna er torført at spáa um. Tá alt hetta er sagt, so gert tú einki einsamallur í stórum kappróðrarfelag. Vit hava góða nevnd, felagið skyldar einki, og vit royna alla tíðina at betra um umstøðurnar í neystinum. Mær dámar heilt væl í Álakeri

Ungu genturnar hava ikki róð áður. Nú manna tær Títling og rógva barnaróður. Vit eru fegin at hava fýra barnamanningar í summar, sigur Bjarti. (Mynd Havnar Róðrarfelag)

– So mugu vit ikki at gloyma foreldrini og onnur, sum sláa manngarð um felagið. Hugaligt hvørt ár at síggja foreldur, sum vilja geva sínum børnum upplivingar, sum tey sjálvi upplivdi sum rógvarar. Hesi venja ungdómin og hjálpa til á annan hátt, sigur Bjarti at enda. Fyrstu FM-róðrarnir skulu rógvast í Klaksvík leygardagin 1. juni. (Vagnur)

 


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>