Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Bárður Skorheim Guttesen er formaður í Róðrarfelagnum Knørri

$
0
0
Bárður Skorheim Guttesen hjálpir norskum ferðalagi at rógva í føroyskum kappróðrarbáti. (Mynd Vagnur)

Seinasta leygardagin á middegi leitaði eg mær oman á Müllers brúgv til tess at fáa mynd av formanninum í Róðrarfelagnum Knørri, sum eg ikki kendi. Hetta skuldi gerast serlig uppliving, tí við bryggjukantin stóð stórt norskt ferðalag, sum øll vildu uppliva at rógva við føroyskum kappróðrarbáti. Norðmaður við rópara skipaðu fyri, hvør skuldi í hvønn bátin, og við bryggjukantin lógu fleiri bláir bátar. Men hvør er hesin ungi rógvarin, sum rør við Orminum og gjørdist formaður í felagnum. Og hann sigur:

– Kanska var tað av tilvild, at eg kom at rógva kapp, tí eg hava hvørki róð barna – ella dreingjaróður. Hevði spælt fótbólt og hondbólt, tá eg í 2015 fekk møguleikan at rógva við Orminum. Dámdi beinanvegin væl hesa ítróttagrein, sum var heilt øðrvísi, enn eg upplivdi í bóltspølunum.

– Tey vantaðu fólk at koma í nevndina, og tá eg hevði yvirskot, bjóðaði eg meg fram, sum endaði við, at eg gjørdist formaður í 2016. Tó at siga, at tíðarskeið var eg í Danmark, tá Sámal Kristiansson tók yvir formanspostin, sigur Bárður.

Sá á Facebook, at Róðrarfelagið Knørrur lýsti eftir rógvarum við serligari lýsing, men hvussu gongst at manna bátarnar. Seinnu árini hava nógvar manningar róð í felagnum, og í fjør vann 10-mannafarið Ormurin meistaraheitið og tað sama 5-mannfarið Tambar við gentum? (Niðast í greinini eru eisini tíðindi at hoyra úr Vestmanna)

– Vit hava tvær barnamanningar gentu – og dreingjamanning. Síðani nýggja unga dreingjamanning, har summir róðu barnaróður í fjør. Síðani fegnast vit um at manna tvey 6-mannafør við monnum Herning og Jarnbard. Ungu menninir umborð á Herningi róðu dreingjaróður við Jallinum í fjør, og síðani Jarnbardur við nýggjari óroyndari manning.

Í góðveðrinum seinasta leygardag vildi norskt ferðalag sleppa at rógva í føroyskum kappróðrarbáti. Rógvarar hjálpa ferðafólkunum, sum sjálvandi øll rógva í vesti. (Mynd Vagnur)

– Tí verri eingin gentumanning, tí tær umborð á Tambar frá í fjør eru ov gamlar at rógva genturóður. Síðani rør flaggskipið Ormurin, sum hevur mest sum somu manning og í fjør. Tá alt hetta er sagt, eru vit kedd um ikki at kunna manna Jallin og Jarnbard við kvinnum, tí kvinnur í róðrarfelag fylla nógv og geva altíð sítt íkast til felagið. Tær ”eldru” kvinnurnar umborð á Jarnbardi rógva alt árið, og hvør veit, kanska rógva tær onkran FM-stevnu í summar.

Róðrarfelag Knørrur eigur ikki neyst, men heldur til í friðaða Evensens pakkhúsi. Tey vilja halda fram í pakkhúsinum. Gott pláss til bátarnar, men har vanta brúsur og skiftingarrúm. Hoyrdi fyri árum síðani, at tey yngstu at byggja neyst har á leiðini. (Mynd Vagnur)

– Tú spyrt um Ormin, sum venur í Kollafirði, og sum eg veit, summi fólk ikki skilja, tí ellivu rógvarar umborð á 10-mannfari fylla nógv í neystinum. Her er stutt at siga, at í Kollafirði liggur betur fyri at geva okkara allar besta í venjingini, tí nakrir rógvarar búgva norðanfyri og nakrir í Havn, og tí er lættari at venja í Kollafirði. Har er friðarligt og eingin skipa – og bátaferðsla sum í Havn, og í Kollafirði er altíð líkindi onkrastaðni at fáa tað besta burturúr venjingini, sigur Bárður at enda.

Ormurin á norðoyastevnu 2017. Tí verri rógva Drekin Reyði nærmast og Klaksvíkingur uttast ikki í summar. (Mynd Hvannrók)

Søgan um Róðrarfelagið Knørr er áhugaverd, tí vit skulu aftur til 1978, tá nakrir postmenn tóku stig at læna 8-mannafarið Leirvíking til Havnar. Báturin bleiv málaður bláur sum postkassarnir, og hetta stigið legði lunnur undir nýtt kappróðrarfelag í Havn.

5-mannafarið Tambar við gentum á norðoyastevnu í fjør vinnur tryggan sigur. (Mynd Hvannrók)

Felagið var stovnað 28. februar 1985 og helt fyrstu árini til í søguligum neysti á ”Lágikai”, har pláss var fyri tveimum bátum. 8-mannafarinum Knørri og síðani 6-mannafarinum Jarnbardi. Seinni er virksemið økt við fleiri bátum, og tey fluttu bátarnar í friðaða Evensens pakkhús, har róðrarfelagið nú heldur til í niðastu hædd. (Vagnur)

Uppískoyti

Vestmenningar manna tríggjar bátar

Tað gekk nakað strilti at fáa fatur í onkran, sum varðaði av kappróðrinum í Vestmanna, men fekk at enda orðið á Elina Jacobsen, sum er forkvinna róðrardeildini í Vestmanna Ítróttafelag. Og góð tíðindi eru at frætta, tí seinasta ár róði eingin bátur úr Vestmanna. Beinleiðis syrgiligt skrivaði eg í grein. Og Elin sigur:

Gleðlig tíðindi úr Vestmanna eru, at tríggjar manningar rógva í summar. Eisini Fortuna 6-mannafar við kvinnum. (Mynd Hvannrók)

– Vit hava góðar umstøður til kappróður í Vestmanna við mest sum nýggjum bátum og frálíkum neysti við øllum hentleikum. Tríggjar manningar úr Vestmanna rógva í summar. 6-mannafarið Fortuna er mannað við kvinnum. Fleiri av kvinnunum róðu við Havfrúnni í 2012 og 2013.

– Síðani er Havfrúgvin mannað kvinnum, og eru hetta kvinnur, sum koma úr Vestmanna, úr Havn, av Argjum og úr Hósvík. Kvinnurnar, sum hava róð við ymsum bátum, hava funnið saman og mannað Havfrúnna. Síðani fara gentur at rógva barnaróður, sigur Elin í stuttari viðmerking.

Elin Jacobsen er flutt til Vestmannar og róði í 1997 og 1998 við Svani á Skála. Haldi, at hon er bara væl nøgd, at tað er eydnast manna tríggjar bátar, tá nú eingin bátur úr Vestmanna róði í fjør. Frálíkt má sigast.

Kvívíkar Sóknar Róðrarfelag

Neystið hjá Kvívíkar Sóknar Róðrarfelag stendur við sjóvarmálan á Válinum. Spurdi Elina, um tey høvdu sæð 5-mannfarið Junkaran ella 8-mannafarið Kvívíking á vágni. Og hon sigur, at Junkarin var sæddur rógva við eldri kvinnum, og Kvívíking høvdu tey sæð einaferð, so vit kundu ikki rokna við at síggja Junkaran og Kvívíking í FM-róðrunum komandi. (Vagnur)

 

 


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>