Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Í 1987 vann eingin bátur aftur á næstu stevnu – Ein ella tveir nýggir vinnarar á sundalagsstevnu.

$
0
0
Størsti møguleikin er, at vit fáa nýggjan vinnara í dreingjaróðrinum.

Sundalagsstevnu er í morgin, og eg eri vísir í, at vit fáa ein ella tveir nýggjar vinnarar. Eru fyrstu róðrarnir áhugaverdir á norðoyastevnu, tá lutakast er um, hvar bátarnir liggja, so er enn meira áhugavert á næstu stevnu, tí tá liggja fremstu bátarnir borð um borð.

Kom í morgun at hugsa um, at eitt árið í 1980-árunum hendi tað, at bátarnir, sum vunnu á norðoyastevnu, ikki vunnu á næstu stevnu. Næsta stevnan var jóansøkan. So at leita í hagtølunum, jú, mín sann, at hetta var í 1987.

Í 1987 var bátatalið nógv størri enn í dag. 10-mannaførini vóru átta bátar, 8-mannførini sjey, 6-mannførini við monnum sjey, 6-mannaførini við kvinnum fýra, trettan kvinnubátar við ongum aldursmarki og trettan dreingjabátar. Tá var eingin barnaróður.

Á norðoyastevnu 1987 vann Tvørábáturin 10- mannfarsróðurin, Oyndi 8-mannfarsróðurin, Páll Fangi 6-mannførini við kvinnum, Gongurólvur 6-mannfarsróðurin við monnum, Hvassi 5-mannfarsróðurin við kvinnum og Kollur dreingjaróðurin.

  1. mai 1987 var róð á norðoyastevnu, og næsta stevnan var jóansøkan 27. juni, so góður mánaður var at venja, sum broytti allar róðrarnar. Á jóansøku vóru fimm nýggjar nýggjar vinnarar. Stevnurnar vóru tá norðoyastevnan, jóansøkan, varmakeldan, vestanstevnan og ólavsøkan. 27. juni á jóansøku 1987 vunnu hesir bátar: Eystoyingar 10-mannafarsróðurin, Ørvur 8-mannfarsróðurin, Gongurólvur 6-mannfarsróðurin við kvinnum, Sølmundur 6-mannfarsróðurin við monnum, 5-mannafarsróðurin við kvinnum vann Blikur, og Blikur vann eisini dreingjaróðurin. So eingin bátur, sum vann á norðoyastevnu vann á jóansøku.

Eitt er 1987 annað er 2019. Vit koma uttan iva ongantíð aftur at uppliva hendingina frá 1987, tí bátarnir eru færri, og nú hava vit nakrar elitubátar, har góðir rógvarar finna saman. Teir koma úr øllum landinum í sama bát.

Á sundalagsstevnu fáa vit heilt vist onkran nýggja vinnara, men í fleiri róðrum er vinnarin longu funnin, áðrenn róð verður. Hvat kunnu vit so væntað? 10-mannaførini eru jøvn, men favoritturin er framvegis Ormurin. Tvey jøvn 8-mannafør, har Argjabáturin hevur eins góðan møguleika at vinna og Nevið Reyða.

6-mannafarið Hvessingur við monnum sýnist tung byrða at lyfta hjá hinum bátunum, og 6-mannafarið Sølmundur við kvinnum fær lætt spæl í summar, tí bátarnir eru fáir. Bæði í 5-mannafarsróðrunum við dreingjum og gentum væntast nýggjur vinnari og serliga í dreingjaróðrinum, sum er mítt besta boð um nýggjan vinnara. Erla Kongsdóttir 5-mannafarið við kvinnum sýnast at vera í serflokki og vinnur á sundalagsstevnu.

Fípan Fagra barnaróður við dreingjum vinnur uttan iva eisini á sundalagstevnu, meðan Hulda og Ingibjørg við gentum fóru javnar um málið á norðoyastevnu. Kanska nýggjur vinnar á sundalagsstevnu. Sum sagt, rokni eg við einum ella tveimum nýggjum vinnarum á sundalagsstevnum. (Vagnur)


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>