Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Áhugaverd parkeringsmynd á Skálatrøð í morgun – Bussurin er úr Sveis

$
0
0
Busførarin segði mær, at bussar hava vánaligar umstøður í miðbýnum. Sjey parkeringspláss, so bussur kann standa har. (Mynd Vagnur)

Kom framvið á Skálatrøð í morgun og sá vakran útlendskan buss parkera á sjey parkeringsbásum. Bussførarin sat við róðri, og har vóru tvey onnur fólk í bussinum, sum vóru ferðaleiðari og kokkur. Gjørdist eitt sindur forvitin, tí hendingin var áhugaverd í kjalavørrinum at stóru mótmælunum um at byggja Tjóðpall á Skálatrøð og annars parkeringstrupulleikanum har á leiðini. Kom á tal við bussføraran og tveir sveisiskar ferðaleiðarar, og hetta skuldi gerast forkunnugt prát. Bussurin var ávegis úr Sveis til Íslands at koyra í eina viku. Bussførarin í morgun var føroyingur, tí útlendski bussførarin skuldi hvíla sambært sveisisku koyrureglunum.

Tey bjóðaðu mær at síggja bussin innann, sum kostar fýra milliónir at keypa í Sveis. 27 ferðafólk eru við á ferðini, og aftast í bussinum var lítil køkur, vs og pláss hjá børnum at fáa sær ein lúr. Ferðafólkini búðu á Sjómansheiminum dagarnar í Føroyum. Báðir ferðaleiðararnir, har annar eisini ansaði køkinum, øtaðust um ferðsluna og parkeringsmøguleikarnar í miðbýnum. – Var hetta í Sveis, so var gjørdur parkeringskjallari undir Skálatrøð, og Skálatrøð gjørd til vakra park. Men økið liggur so nær sjónum, so hetta er lættari sagt er gjørt, helt annar ferðaleiðarin, sum ivaðist um undirlendið. Blíð fólk má sigast og áhugaverd parkeringsmynd.  (Vagnur)


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>