Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Úr myndasavninum – Blaðstjórin stýrdi Sílinum í 1966

$
0
0
Í 1968 mannaðu hesri garparnir Sílið: Aftst f.v: Øssur Simonsen, Høgni Larsen og Eyðun á Borg. Fremst f.v: Lutherus Hansen, Rúni Hentze, Jan Müller og Leivur Hansen. (Mynd Drekin)
Í 1966 mannaðu hesri garparnir Sílið: Aftst f.v: Øssur Simonsen, Høgni Larsen og Eyðun á Borg. Fremst f.v: Lutherus Hansen, Rúni Hentze, Jan Müller og Leivur Hansen. (Mynd Drekin)

Fyri 53 árum síðani stýrdi fyrrverandi blaðstjórin á Sosialinum og nú stjórin á oljan.fo , Jan Müller, 5-mannafarinum Sílinum. Longu á ungum árum birdist fjølmiðlahugin í dreingin, og skrivaði hann dagbók um ymiskt, sum hann tókst við. At skriva fekk hann við móðurmjólkini, tí pápin, Eiden Müller sáli, var kendur blaðmaður í Føroyum.  

Altíð áhugavert at hyggja at gomlum myndum, og hvørja ferð tú sært gamlar róðrarmyndir, stúrsar tú við: “Hevur hasin persónurin nakran tí róð kapp”. Um nakar ivast, hevur fyrrverandi blaðstjórin á Sosialinum og nú blaðstjórin á oljan.fo Jan Müllrt stýrt Sílinum í 60-árunum.

Jan Müller hyggur til kappróður á norðoyastevnu í 2005. (Mynd Christopher)
Jan Müller hyggur at kappróður á norðoyastevnu í 2005. (Mynd Christopher)

Jan Müller er sonur Eiden Müller, sála og Miu Müller, sálu og er uppvaksin við Landavegin. Ikki so løgið, at Jan hevur róð kapp, tí longu á ungum árum var Jan ein miðsavnandi persónur. Børnini við Landavegin flokkaðust altíð í garðinum ella í heiminum hjá Jan og teimum. Og hetta nýtti eg eisini ágóðan av, tí Jan og eg eri uppvaksnir í sama grannalagi.

Jan treivst best við nógvum vinfólkum rundan um seg. Og nú hann er farin um tey seksti árini, trívist hann framvegis best saman við nógvum fólkum. Og maðurin er framvegis miðsavnandi persónur. Jan stýrdi Sílinum í 1966, og vann Sílið eisini hetta árið. Róðrarárið 1966 bleiv minniligt í lívinum hjá blaðstjóranum saman við floksfeløgum í Sílinum. Longu á ungum árum hevði Jan alsk at skriva. Pápin arbeiddi sum blaðmaður á Dimmalætting og skrivaði hann eisini greinar um Føroyar til bløð uttanlands.

Jan skrivaði dagbøkur, og tað var mangan undirhaldandi hjá okkum unglingum við Landavegin at koma í heimið hjá Müller húskinum og síggja dagbøkurnar og myndirnar hjá Jan. Jan er mestsum eisini føddur við myndatóli í hond. Sært tú mannin í býnum ella á bygd, er myndatólið altíð við. Ein góður myndamaður bíðar altíð eftir myndini. Tað kann henda okkurt áhugavert, og tá nyttar einki at myndatólið er við hús.

Jan hevur eisini íðkað aðrar ítróttagreinar. Jan spældi 1.deildarhondbólt við Neistanum. Eisini er Jan kendur biljardpælari, og hevur hann vunnið mangt FM-heitið á grøna borðinum. Í seinni grein fara vit at práta við Jan um róðrarárið 1968, sum bleiv so minniligt hjá sjey unglingum í Havn. Til stuttleika kann nevnast, at ljóshærdi rógvarin niðast til høgru er fyrrverandi borgarstjórin í Havn Leivur Hansen. (Vagnur)

 

 

 

 

 

 


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>