
Myndina omanfyri fekk eg í hondina frá einum soni Brynjer Gregoriusen, sála. Brynjer hevði myndina á borði sínum á Lágagarði, har hann búði seinastu árini. Sonurin segði mær, at talan var um reynadreingir, og at myndin var tikin í Gamla bókhandli. Gjørdist forvitin, tí vit kendust í fyrsta umfari bara við tveir dreingir á myndini, og hetta vóru Brynjer (1932-2016) og Kim Olsen (1931-1981). At finna upplýsingar um eldri myndir er áhugavert, tí í myndini eru mangan fleiri serligar søgur. Hesaferð gjørdist leitingarferðin drúgvari enn vanligt, tí tað gekk striltið at kennast við dreingin í miðjuni.
Vendi mær fyrst til Bjarna Reynagarð, sum vaks upp á Reyni. Hann kendist beinanvegin við ljóshærda dreingin til vinstru í myndini, sum er Vilhjálmur Reynagarð Mohr, sonur Gunnar og Brynhild Mohr. Tey búðu við Skansagarð á Reyni. Vilhjálm (1932-1985), sum fór ungur, minnist eg væl. Hann var beiggi Inga Mohr.

Undir liðini á Vilhjálmi stendur Harald Reynagarð (1932-2015) , sum var timburmaður, og var mammubeiggi Bjarna Reynagarð. Abbin var Zacharis Reynagarð, sum keypti sær navnið Reynagarð. Kom at kenna Zacharis, tá eg arbeiddi í Grótbrótinum sum sekstan ára gamal. Beiggi Zacharis æt Karl Reynheim, og fólkini Reynheim og Reynagarð eru øll í familju.
Ljóshærdi drongurin við fínum slipsi er Brynjer Gregoriusssen, sum var sonur Grækaris Gregoriussen úr Havn og Ellu av Sandi, sum búðu á Reyni. Tá Brynjer og konan Fríðhild giftust, búðu tey fyrstu árini inni hjá Grækarisi og teimum, til tey bygdu sær hús uppi við grótbrotið við Oyggjarvegin. Brynjer kendu vit sum fótbóltspælara í HB, el-mann og húsavørð í Tórshavnar kommunuskúla.
Drongurin uttast til høgru í myndini er Kim Olsen, sum arbeiddi í Føroya sparikassa. Minnist hann væl, og tey búðu í raðhúsi í Jóannes Paturssonargøtu. Kim (1931-1981) fór alt ov ungur einans hálvtrýss ára gamal. Men hvør var so drongurin mitt í myndini, sum Bjarni Reynagarð ikki kendist við? Hetta skuldi gerast serlig leitingarferð.
Gunnar Johansen var sonur Elias Johansen róptur Lias í Rættará
Fór fyrst við myndini út í Grønland oman Stóragarð at práta við 94 ára gamla Hera Mohr, sum eg visti búði sum ungur á Reyni, áðrenn tey fluttu yvir við Strond. Heri kendist við dreingin, men kom ikki á navnið. Hetta skuldi tó gerast áhugaverd løta, tí Heri segði mær mangt og hvat um tíðina hann sum ungur búði á Reyni.

Kom so í tankar um Palla Gregoriussen, sum vaks upp í Konradsbrekku, og sum veit alt um gomlu Havnina. Palla fann eg í íbúð í Doktar Jacobsens gøtu, og hetta skuldi eisini gerast áhugavert prát. Tá Palli eina løtu hevði hugt at myndini, segði hann, at higartil ókendi drongurin uttan iva var Gunnar Johansen, sonur Lias í Rættará, sum vit kendu frá Útvarpi Føroya. Palli átti mynd av Gunnari sum unglingi í øðrum sambandi, og tí var hann vísir í, at drongurin var Gunnar Johansen.
Eg kendi væl Lias í Rættará, sum var vinmaður ein pápabeiggja mín. Visti, at Lias átti fimm børn, og at tvey tey elstu vóru Gunnar og Asta, sum er hálvfems ára gomul og býr á Tvøroyri. Yngsti sonur Lias eitur Djóni, sum vaks upp her í grannalagnum, og so var at fáa endaliga staðfest, um drongurin á myndini var Gunnar Johansen. Djóni kendist beinanvegin við Gunnar.
Gunnar Johansen (1931-2019) fór um sýn í apríl mánað 87 ára gamal. 15. august hevði hann fylt 88 ár. Sum seytjan ára gamal fór Gunnar at sigla úti í heimi við skipi hjá norskum reiðaríi. Eftir nøkur ár fer hann í land í Los Angeles í Amerika, har hann fyrstu tíðina var skógarbeiðari, har teir feldu trø og ruddaðu stór skógarøki. Nakað seinni gera ein vinmaður og hann fyritøku, sum ger veirar til byggivinnuna og millum annað weirat til stórar brúgvar. Hann hittir eisini Gloriu, sum gerst kona hansara, og tey fáa trý børn.
Seinast í 1960-árurunum taka Gunnar og tey stóra avgerð og flyta úr Los Angeles, tí har var nú so nógvur kriminalitetur og tí vandamikið at búgva. Tey pakka saman og halda leiðina norðureftir og endaðu í lítla havnarbýnum Port Angeles í statinum Washington á markinum til Kanada.

Eins og tey í Rættará hevði Gunnar gott handalag, og kom hann í Port Angeles at arbeiða sum umsjónarmaður hjá havnarmyndugleikunum í býnum, har hann arbeiddi restina av arbeiðslívinum. .
Gunnar var burturi úr Føroyum í 33 ár, áðrenn hann vitjaði aftur í Føroyum. Tá hitti eg sjálvur Gunnar inni hjá Djóna og teimum við Hoydalsvegin. Gunnar hevði serliga seinnu árini nært samband við systkini í Føroyum, sum eru Asta, Ingibjørg, Sunnivá og Djóni. Gunnar var aftur í Føroyum í 2002 og 2005, og systkini vitjaðu eisini Gunnar í USA.
Tú kundi spurt, hví tað skuldu ganga 33 ár, áðrenn hann kom aftur til Føroya. Hann segði systkjunum seinni, at tað var kostnaðarmikið at koma longu leiðina úr útnyrðingspartinum í USA til Føroya. Einki var flogsambandið til Føroya, men ringast var, at hann hevði ábyrgd av fyritøku og familju, og vart tú leingi heiman, so var ikki vist, at tú fekst arbeiðið aftur, tí nógv vóru um boðið.
Sum sagt er myndin omanfyri tikin í Gamla bókhandli, og eftir aldrinum á dreingjunum er myndin tikin í 1944/1945. Omanfyri nevndi eg reynadreingir, men teir búðu ikki allir á Reyni, tí Gunnar búði í Rættará og Kim uppi í býnum. Hví hesir fimm dreingirnir eru væl klæddir á myndini, og í hvørjum sambandi myndin er tikin í Gamla bókhandli, fáa vit uttan iva ongantíð at vita. Kanska eru teir í førðingardegi hjá reynabúgva, ja, kanska vóru teir eisini skúlafelagir ella bara vinir í gomlu Havnini.
At fara úr Føroyum tá í tíðini kann ikki sammetast við nú, tí tá var eingin flogferðsla og ikki minst nøkur fartelefon til at taka. Veit um føroyskan sjómann, sum var sjey ár úr Føroyum, har hann sigldi við skipum úti í heimi. Vanligt var tá, at sjómenn gjørdi eitt til hálvtannað ára sáttmála við reiðaríir. (Vagnur)
