Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Úr myndasavninum –Áhugaverd mynd frá 1964/65 av skúlaflokki í Nonnuskúlanum

$
0
0
6. flokkur í Nonnuskúlanum 1964/65. Aftast frá vintru: Malena Enghamar, Minna Jacobsen, Tórun Andreasen, Svanna Hanusardóttir, Ása Poulsenog Jóhanna Debes. Í miðjuni frá vinstru: Asdrid Jacobsen, systi Maria og Rebekka Dragasund. Fremst frá vinstru: Britta Bendtsen, Súsanna Joensen, Martina Andreasen, Eydna Simonsen, Torgunn Thomsen, Sigun Lützen, Hildur Olsen, Laila Dam og Eva Kock

Nærmasti granni hjá okkum er Sankta Frans skúli av okkum kallaður Nonnuskúlin. Vit hoyra børnini í skúlagarðinum, og vit síggja einstakar nonnur spáka í grannalagnum, tó at tær nú eru fáar í tali. Tá tær vóru flest, vóru 24 nonnur. Myndina omanfyri fekk eg frá Hildur, sum er á myndini omanfyri. Myndin er frá 1964/65, og genturnar ganga í 6. flokki. Myndin er áhugaverd, tí tú kennir flestu andlitini, men flestu genturnar  er burtur í tínum dagliga hugaheimi. Nonnan “systir Maria” í vælkenda nonnubúnanum kenni eg væl aftur. Gekk sjálvur nøkur ár í Nonnuskúla. Søgan um Nonnuskúlan er áhugaverd.

Í apríl 1931 komu tvær franciskanarasystrar til Føroya, og í august mánað fluttu tær inn í húsini hjá Klett í Bringsnagøtu. Havnarfólk fingu skjótt greiði á, hvørjar tær vóru og fóru at søkja sær hjálp hjá teimum viðvíkjandi útbúgving og barnaansing.

Innan árið var úti, høvdu tær sett at stovn fyrsta barnagarð í Føroyum og høvdu ábyrgd at 22 børnum. Í 1933 flutti barnagarðurin saman Katólsku kirkjuni niðan í Villumlág, og í januar mánað árið eftir var katólski skúlin vígdur.

Katólska kirkjan og barnagarðurin vóru tikin í nýtlslu í 1933. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Sjálvur fekk er ringan start hjá nonnunum, tí mamma vildi hava, at eg skuldi í barnagarð, sjálvt um hon var heimagangandi húsmóðir. Hetta dámdi mær heilt illa, tí allar konurnar við Landavegin arbeiddu ikki úti, men vóru heima og ansaði børnunum, og tí vildi eg heldur vera saman børnunum í grannalagnum. Kann ikki minnast nágreinliga, men mamma segði, at eg var bara tann eina dagin í barnagarð, so vildi eg ikki av stað aftur. Seinni kom eg í fyrsta flokk í Nonnuskúlanum og gekk har í fýra ár, tá eg flutti oman í Kommunuskúlan. Kann ikki minnast, hví eg flutti, men ein orsøk var, at beiggi mín og vinmenninir happaðu meg og róptu meg fyri Nonnugóði. Hetta vildi eg ikki kennast við og bað um at sleppa úr Nonnuskúlanum.

Tá alt hetta er sagt, so hevur Nonnuskúlin, vøggustovan og barnagarðurin verið eitt av tryggu akkerunum í Havn. Nonnurnar gjørdu og hava gjørt megnar arbeiði í býnum, men nú eru nógvar nonnur farnar og summar grivnar í Føroyum, og alt virksemið er undir veingjunum hjá Tóshavnar kommunu.

Komi at hugsa um grein, eg skrivaði um katólsku kirkjuna í Rættará. Løgið at hugsa sær, at fyri túsund árum síðani var bispadømi í Kirkjubø og 34 katólskir bispar nærstu fýra hundrað árini. Í ár 1900 var bara ein katolikur eftir í Føroyum, men so komu tvær fancinskanarasystrar til Føroya. Albert Isfeld sigur millum annað soleðis um katólsku kirkjuna í Rættará:

Katólska kirkjan í Rættará rúmaði tvey hundrað fólkum.

– Húsini Christines Minde, eisini rópt Bauers hús, eru bygd miðskeiðis í 1850-árunum og hava áhugaverda søgu. Tað var snikkarin Christen Holm, sum bygdi húsini, og sum kallaði húsini Christines Minde eftir konu síni Ingu Christinu. Húsini vóru bygd í tátíðar sniði, ein tjørubrædd lon við flagtaki, sum vit síggja á gomlum myndum.

– Pastor Bauer var slektaður úr Bayern og kom til Føroya útsendur frá apotoliska vikariatinum í Danmark. Í 1859 keypti Bauer Christines Minde frá Christen Holm fyri 800 dálar, og húsini ætlaði hann til katólska kirkju. Húsini vórðu umbygd, og í norður endanum bleiv bygd kirkja, sum kundi rúma tveyhundrað fólkum.

– Kirkjan var vøkur innan, litfagrar halgimyndir hingu á bróstinum, og altarið var prýtt við blómum og myndum av jomfrú Mariu. Øll húsini, bæði kirkjan og Bauers hús, sum tað varð kallað, vóru væl umsitin til stóra gleði fyri vaksin og børn. Har var stórur kálgarður og urtagarður um húsini og kirkjuna. Har vuksu trø og blómur, sum fólk ongantíð høvdu sæð áður. Ahorn, gullregn, roynitræ og nógv annað vakurt.

– Miðskeiðis í 1890’unum fánar katólska kirkjuliðið í Føroyum burtur í einki, og í ár 1900 er bara ein katolikkur eftir í landinum, og fleiri katólskir prestar verða ikki sendir til Føroya. Kirkjan verður síðan brúkt til fimleikarhøll og veitslur, men nakað seinni verður kirkjan tikin niður, segði Albert við undirritaða. (Vagnur)


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>