
Tá eg herfyri vitjaði Elsu Horn í sambandi við hondbólt, gav hon mær nakrar smáar myndir av fimleikarum, sum á ólavsøku í seinnu helvt av 1940-árunum høvdu fimleikaframsýning á Eystaru bryggju í Havn. Áhuguvert at síggja, hvussu nógvir áskoðarar síggja framsýningina. Eg kenni fleiri fólk á myndunum, sum flestu eru farin. Í sambandi við myndirnar havi eg hitt nú skjótt 85 ára gamla Øssur Debes, sum var íðin og góður fimleikari. Og hann hevur nógv góð minni sum fimleikari:

– Eg kann ikki rættliga minnast fimleikaframsýningina á Eystaru bryggju, men vit gjørdu mangan fimleik úti, og stórur áhugi var millum manna fyri fimleikinum, og altíð komu nógvir áskoðarar at hygga at. Stóri maðurin á myndinum, sum vandi menninar, er danin og lærarin Jokumsen, sum var lærari í Realskúlanum. Beint omanfyri Realskúlan stóð fimleikahøllin, har vit vandu fimleik.
– Einaferð eftir kríggi fór Jokumsen til Danmarkar aftur, og Martin og Kirstin Holm komu tá til Føroya og gjørdist virkin í Havnar Fimleikafelag. Martin sum venjari hjá monnunum og Kristin venjari hjá kvinnunum.
– Kann minnast, at vit vóru í Nólsoy og Klaksvík og gjørdu fimleika úti, vit høvdu eisini mangan framsýning á tennisvøllinum í Gundadali, og so í 1949 vóru vit til kapping í Stokholm. Vit vóru eisini eina ferð í Lillehammer í Noregi, hetta var í 1950 og áhugavert og stuttligt at minnast aftur á. Tá vit vóru í Stokholm, kom Jokumsen úr Danmark til Svøríkis at hitta okkum, og hann bjóðaði øllum føroyingum á matstovu til góðan bita. Uttandurafimleikur umfataði vanligar standandi venjingar, men eisini vanligur reiðskapsfimleikar. Fast var, at vit ein og ein komu at standa á hondunum á plintinum og hestinum í einum raði. Vit gjørdu eisini altíð ymsu lopini á mottuni. Kraftlop, flikkflakk og onnur lop.

– Tá Martin Holm gjørdist venjari eftir Jokumsen, var eg ungur maður. Eini sekstan átjan ár og var á øðrum liði. Ein dagin kemur Martin til mín og sigur, at nú er tíð hjá mær at koma upp á besta liði, og glaður var eg. Fyri at venda aftur til fimleikaferðina í Lillehammer, so var hetta ein norðurlendsk kapping, har vit vit vóru bodnir við sum gestafimleikarar. Hetta var stór uppliving fyri okkum, sigur Øssur at enda.

Elsa Horn sigur mær, at Bette Arge vandi kvinnurnar, og Bette sæst eisini á eini myndini. Bette var lærari, og Elsa minnist, at framsýningin á Eystaru bryggju var seinasta fimleikaframsýning, har Bette vandi fimleikarnar. Eg havi biðið mammu sagt mær eitt sindur um Bette, og mamma sigur, at Bette Arge var dóttir grótlaðaran Sigmund Arge. Hon meinar heilt vist, at Sigmund og konan áttu sjey gentur og ein drong.

Hetta havi eg so kanna nærri, og døturnar hjá Sigmundi Arge og konuni itu Ninna, sum var mamma Simma, Mia rópt fru Baier, sum var lærari eins og Bette, Signa, Elsa, Frida, Bette og Liffa. Beiggin æt Andreas, sum druknaði ungur á Tvøroyri. Familjan búði í gróthúsinum nærmasti granni við Skálabúðina, har Nemus Napoleon Djurhuus og Rúna búgva. Sum sagt var Sigmund Arge grótlaðari og annars frálíkur handverkari. Hann laðaði millum annað Kommunuskúlan á Vaglinum, har borgarstjórin húsast.

Ómetaliga áhugavert at síggja slíkar myndir og serliga, hvussu nógvir áskoðarar tá í tíðini komu til uttandura fimleikaframsýningarnar og ikki minst svimjikappingarnar á Kongabrúnni. Hetta vóru nøkur av hæddarpunktunum serliga á ólavsøku. Sjálvur minnist eg ikki nógv til uttandura fimleikaframsýningar, tó so havi eg sæð tey gjørt fimleika í Gundadali í 1960-árunum. Men mangan sóu vit fimleikaframsýning í fimleikahallunum í Tórshavnar kommunuskúla, har Martin Holm við sínum serliga Ollerupstíli hevði tamarhald á sínum fimleikarum. Ja, so síggi eg fyri mær Kirstin Holm sita við klaverið og spæla, tá ungu fimleikagenturnar koma í beinari røð inn í høllina, og fimleikaframsýningin kann byrja. (Vagnur)


