Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Úr myndasavninum – Havi so nógv góð minni um Sverra Trónd Hansen og Gundadal

$
0
0
Sverri Trónd Hansen og Tummas Rubeksen á hestbaki. (Mynd Stephania Thorsteinsson)

Tá tú herfyri hoyrdi Sverra Trónd og Viggo Olsen í tríati ára gomlu spurnarkappingini Kennir tú land títt, leitaðu tankarnir í myndagoymsluna eftir mynd av Sverra. Kendi Sverra frá ungum árum úr reyðu húsunum í Gundadali, og mannin, sum kálkaði fótbóltsvøllin, sum tá var grúsvøllur. Eisini góð minni um Sverra í kappríðingum úti á Velbastaðvegnum, sum var eitt av hæddarpunktunum hjá okkum ungu á ólavsøku. Men hvør var Sverri?

Sverra dámdi væl at rokast, og altíð var hann klárur, tá tey róptu grindaboð. (Mynd Myndablaðið)

Kom í familjuna hjá Sverra og teimum, tí hann var bróðir vermammuna. Hann var sonur Stephaniu (1882-1974), sum var av Húsum, og havnarmannin Trónd Hansen (1881-1939), sum gjørdist plantari hjá Det danske Hedeselskabet frá fyrst í 1900-talinum til 1924. Tey bygdu hús í Gundadali í 1911, og so høvdu tey handil við eitt nú plantum og urtagarðsamboðum á Áarvegnum.

Sverri og tey vóru sjey systkin. Mia (1914-2003), Mælan (1917-1983), Leivur (1918-1994), Augusta (1922-1981), Sverri (1923-2008), Bergtóra (1925-1942) og Elinborg (1928-2008). Tey búði øll í Havn uttan Mælan, sum var gift til Kirkjubøar. Bergtóra doyði ung av sjúku bert sekstan ára gomul.

Sverri var giftur Annu (1921-2011), sum var úr Miðvági, og eitt skifti í 1960-árunum búðu Sverri og Anna við børnunum Stephaniu og Heina í Miðvági, har Sverri  arbeiddi at gera vegin til Oyragjáar. Minnist hann segði okkum, at við Oyragjógv vóru onkuntíð so nógvir moyggjabitar um summarið, at arbeiðið mátti leggjast niður. Moyggjabitarnir løgdu serliga á summar av arbeiðsmonnunum.

Stefania, mamma Sverra, var avlamin í nógv ár, og Sverri og Anna búðu í barnaheiminum í Gundadali, har Gusta eisini búði. Seinni bygdu Sveri og tey sær hús tætt við. Sverri var innløgumaður, og vit minnast allar harurnar, sum hingu undir takskegginum, harur, sum hann hevði skotið í Kirkjubøhaganum. Sverri hevði nært tilknýti til Kirkjubø, har hann eisini gekk á fjall og fletti. Hann plagdi at siga við smíli, tá hann gjørdist eldri, at tað var hann, sum vigaði krovini og skrivaði vektina á merkiseðlarnar.

Sverri var uppvaksin við rossi, og hann hevði ross í fjósi við húsini. Hann var flaggberari á ólavsøku í hálvthundrað ár, men hevði eisini onnur áhugamál. Millum annað var hann altíð klárur, tá rópt var grindboð. Tá legði hann alt frá sær og helt avstað, sum myndin eisini sýnir.

Húsini hjá Sverra og teimum vóru bygd í 1911 og vóru langt frá gomlu Havnini. Í 1911 búðu ikki meira enn tvey túsund fólk í Havn. Tróndur og tey høvdu ymsar veltur við húsini, har ymist vaks, sum tey seldu í handlinum á Áarvegnum. Tey høvdu eisini vakstrarhús á trøð longri ímóti býnum. Myndin má vera frá einaferð í 1920-árunum. (Mynd: Fornminnissavnið)

Fótbóltur var stóri áhugin hjá Sverra, og hann var bæði nevndarlimur í ÍSF fótbóltsdeildini, áðrenn Fótbóltssambandið var stovnað, og eisini nevndarlimur í FSF og B36. Hann plagdi at siga, at hann var bæði limur í HB og B36, men uttan iva var hansara hjartabarn B36. Tróndur, pápi Sverra, var ein av teimum, sum stovnaði HB, og hann slóðaði eisini fyri fótbóltsvøllinum.

Sverri bar merkið á ólavsøku í hálvthundrað ár.

Sverri var mangan ferðir uttanlands sum ferðaleiðari hjá fótbóltsliðum. Eitt var, at hann kálkaði fótbóltsvøllin til dystirnar, men hann røkti eisini teir fáu fótbóltarnar hjá B36, sum hann tók heim, vaskaði, turkaði og smurdi teir við serligum feitti. Tá spældu teir jú mangan fótbólt í runudýki á grúsvølli.

Barnaheimið hjá Sverra og teimum eru tey reyðu húsini, sum seinni eru útbygd. Sverri og Anna bygdu sær seinni húsini til høgru, har dóttirin og abbadóttir við familju búgva. (Mynd Vagnur)

Sverri var lærdur tekniskur teknari, og hann arbeiddi í mong ár hjá Lamhauge og Waagestein, men arbeiddi eisini í nógv ár hjá Tórshavnar kommunu. Ikki løgið, at Sverri var so kønur at kenna land sítt, tí hann sigldi mangan kring oyggjarnar við djóralæknanum í bátinum Tusk, og so teir mongu reiðtúrarnir í fjøllunum við vinmonnum.

Myndina fekk eg til láns frá Onnu Trónd Hansen til grein. Ternan og Stjørnan spæla á vøllinum í 1943, tá skipað var fyri hondbóltskapping í Havn, har MB og Neistin eisini spældu henda dagin. Vit síggja eisini HB húsið við ánna. Hondbóltsvøllurin við síðuna av fótbóltsvøllinum var gjørdur í 1936/37.  

Sverri var áhugaverdur at práta við, tí hann visti so nógv um alt møguligt og hevði gott minni. Umframt at hava ross, hevði Sverri eisini seyð í Hoydølum. Hetta var stór trøð, sum eftirkomararnir nú hava. Altíð hugaligt at koma inn til Sverra og Annu, sum altíð var blíð og fyrikomandi. Anna segði mangan frá hondbóltsferðum, tá tey úr Miðvági gjørdu ferðir til Havnar at spæla ímóti Neistanum. Hon spældi hondbólt við MB.

B36-nevndin í 1948. Frá vinstru: Hans Jacob Egholm, Petur Højgaard Simonsen, Dia Lava Olsen, Sverri Trónd Hansen og Arnold Hansen. (Mynd: Bókin Rennið dreingir)

Vegurin frá Sverra og teimum niðan í Hoydalar var róptur Sanatoriivegurin niðan til Sanatoriið i Hoydølum, sum var bygt í 1907. Sverri og systirin Mia søgdu frá døprum hendingum, tá húskið hoyrdi hestavognin og seinni líkbil koma við kistum eftir Sanatoriivegnum fram við hjá teimum og oman í Vágsbotn, har postbáturin bíðaði. Tuberklarnir ávirkaðu øll húski í Føroyum um hetta mundið. (Vagnur)

Tá Sverri fylti áttati ár, møttu reiðfólk at heilsa Sverra á føðingardegnum. Frá vinstru konan Anna, Sverri, Rólant, Svenning og Vilhjálmur. (Mynd Vagnur)

 


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>