
Vit eru stødd úti á Molanum í 1950, og Molin var ikki so langur, sum hann er nú. Einki flogsamband einans ferðamannaskipini Tjaldrið hjá Skipafelagnum Føroyum og Drotningin hjá DFDS. Minnist, hvussu nógv fólk leitaðu sær út at Eysturu bryggju, tá ferðamannaskipini løgdu at bryggju. Summi høvdu næstringar umborð, onnur bara av forvitni at hyggja at fólki og skipi. Molin var heilt serligt stað í Havn, tí í 1950 búðu 5000 fólk í býnum, og ikki var koyrandi longur til gamla enda á Oyggjarvegnum og ikki til Kalbaks. Høvdu fólk verið í dansi ella á møti, ja, so fóru fólk túr út á Molan. “Kajtúr”, sum var rópt tá.
Við sorgblídni at síggja myndina, tí á brygguni standa hjúnini Bette og Harry S. Johansen. Millum tey bæði Helena Hansen kona “Millionærin”, sum fostraði upp Bette, frá tí hon var trý ára gomul. Á myndini er Bette við barn, og nakrar mánaðir seinni átti Betty dóttir, men Betty doyði í sambandi við føðingina, og Harry sat eftir sum einkimaður og gentubarni. Syrgilig støða hjá Harry.
Á Molanum er hugaligt at síggja tokulúðurin og vitan. Sjálvandi gjørdist meira fátæksligt, tá havnarfólk misti Molan, sum kundi sagt frá mongum kærleiks – og vinartúrum út á Molan. Minnist eisini, hvussu nógv fólk mangan stóðu á seyðabergi á Molanum, og eisini mongu fólkini, sum stimaðu út á Molan at veittra seinasta farvæl til næstringar umborð á Tjaldrinum og Drotningini. (Vagnur)