Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Róðrarsambandið ynskir at strika Sandavág, Hósvík og Hvalvík sum róðrarøki

$
0
0
Sandvágur má fyri alt í verðini ikki strikast sum róðrarøki. Kappróður hevur djúpar røtur í bygdini. (Mynd Vagnur)

Herfyri var eftirmetingarfundur í Róðrarsambandinum, fundur, sum er á hvørjum ári. Millum annað kastaði forkvinnan í RSF vandamiklið mál út til feløgini at hugsa um og at taka støðu til. RSF ynskir møguliga at strika sum róðrarøki Hósvík, Hvalvík og Sandavág, tí har er ov nógv havalda, verður sagt. Illa umhugsað ballón at senda út til feløgini, og umboðið fyri kappróðrinum í Sandavági gjørdist so kløkkur og illur, at hann rýmdi av fundinum. Púra vitleyst av RSF senda út slíka ballón út í luftina, tí sjálvandi skal hvørki Sandavágur, Hósvík ella Hvalvík strikast sum róðrarøki. Havi spurt meg fyri.

Í míni verð spreingievni hjá RSF at ”pilka” við, tí í allar tíðir hevur veður og steymur verið partur í føroyskum kappróðri. Strikar tú róðrarøki, so mást tú hyggja at øllum róðrarøkjunum í Føroyum. Fleir øki lúka ikki 1000 metrar teinin millum annað 900 metrar teinurin í Havn, og eg sá onkrastaðni onnur øki millum annað í Miðvági og Vestmanna, sum ikki hava fullan 1000 mertartein.

Vit eru í Sandavági í 2018, tá Sílið, Drekin og Jallurin við dreingjum fara javnir um málið. í 2018 var so einki galið við róðrarøkinum í Sandavági, og púra vilt av RSF at koma við tankum um at strika Sandavág sum róðrarøki.  (Mynd Hvannrók)

Nú er man vorðin so mikið gamal, at tú minnst, tá 10-mannaførini róðu 2000 metrar á øllum stevnum eisini í Havn, Vestmanna, Miðvági, Sandavági, Vági og Klaksvík ella hvussu róðrarøkini eita. Grótkast, aliringar og molar gjørdu, at undantak var givið at rógva 1000 metrar og minni enn tað.

At strika róðrarøki snýr seg um kenslur og róðrarsøgu. Havi spurt meg fyri fyrst í Sandavági og eisini róðrarumboð í Hósvík og Hvalvík, og har er púra greitt, at tey finna seg ikki í, at teirra róðrarøki skal strikast. Hvat spurt Hansinu á Plógv eldsálina í Sandavági, hvat hon heldur:

– Sjálvandi eri eg ógvuliga ørkymlaði, kedd og standi sum kánus, at vit í Sandavági nú skulu berjast við RSF, um Sandavágur skal vera róðrarøki ella ikki. Tað hevur altíð verið róð kapp í Sandavági, og mest sum altíð  gongur væl. Ja, havaldan kann vera í Sandavági, og tað kann havalda eisini vera á øðrum róðrarøkjum millum annað í Havn.

Í 2013 tók eg myndina av nýggja kappróðrarneystinum í Sandavági. Snotuligt neyst, sum tá var um at vera liðugt. Neystið er svarti bygningurin mitt í myndini, (Mynd Vagnur)

– Seinastu nógvu róðrarnar í Sandavági hevur gingið heilt væl, og vit hava eisini frá RSF fingið álagt at hava Miðvág í bakhondini. Tað er vørumerkið og av stórum týdningi, at róð verður kapp í Sandavági, sum allar tíðir hevur verið gjørt. Vit hava bygt snotuligt neyst og fingið smíðað dýrar bátar, so vestanstevnan í Sandavági er partur av øllum hesum. Missa vit Sandavág sum róðrarøki, so tekur RSF sálina úr felagnum. Kappróðurin doyr í bygdini, og Hansina leggur aftrat.

– Mær vitandi er eingin klaga komin um róðrar í Sandavági, og tá vit hugsa um fyrireiking, so fer fram aling her á leiðini, so fóðurbátar eru til at taka, og vit hava altíð gjørt okkara heimaarbeiði. Vit fara ikki at finna okkum í, at RSF strikar Sandavág sum róðrarøki, og fyri tjúgu árum síðani var álagt okkum at hava Miðvág til at taka, men vit hava ikki havt brúk fyri at rógva í Miðvági. Ja, okkurt ári hevur verið durdarveður í Sandavági á vestanstevnu, meðan trupulleikar hava verið aðrastaðni í Føroyum. Sjálvandi finna vit okkum ikki í, at Sandavágur skal stikast sum róðrarøki, og mín inniliga vón er, at róðrarfeløgini kring landið ikki atkvøða fyri slíkum uppskoti. Byrja vit at strika róðrarøki, hvar enda vit so, sigur Hansina at enda.

Púra vilt at strka Hvalvík sum róðrarøki, Havalda? Skal heilsa RSF, at havalda, streymur og vindur hava í meira enn hundrað ár verið partur í føroyskum kappróðri. (Mynd Vagnur)

Havi eisini spurt meg fyri í Hósvík og Hvalvík. Eva Vilhelm úr Hósvíkar Róðrarfelag sigur, at tey fara ikki at góðtaka, at Hósvík verður strikað sum róðrarøki, og hon saknar sakligar grundgevingar frá RSF. Fer man eftir Hósvík, Hvalvík og Sandavági, so má man viðgera øll róðrarøkini í Føroyum á líkafóti.. Símun Dalsgaard úr Hvalvíkar Streymnesar Róðrarfelag sigur, at tey fara slett ikki at góðtaka, at Hvalvík skal strikast sum róðrarøki

Klokkuklárt sjálvmál

Undirritaði heldur, at tað er púra vitleyst at strika hesi trý róðrarøki, tí skalt tú tað, má vera líkarættur kring landið og øll vera líka fyri lógini. Vit hava jú øki, sum ikki lúka 1000 metrarteinin, og vit hava onnur øki enn Hvalvík, Hósvík og Sandavág, har havalda er partur í róðrunum. Men hetta er jú føroyskur kappróður, og soleiðis hevur altíð verið, síðan róð var kapp heilt aftur til 1870-árini . Sum rógvari mást duga bæði at rógva ímóti, undan, inn á síðuna og nakað av aldu. Tað er jú høvuðsdómarin, sum ger av, um umstøður eru at rógva á ymsu stevnunum. So tekur man tað har frá.

Tey í Hósvíkar Róðrarfelag fara at stríðast fyri, at Hósvík ikki verður strikað sum róðrarøki. (Mynd Hvannrók)

Róðrarsambandið má syrgja fyri ikki at trekkja enn fleiri tenn úr føroyskum kappróðri. Vit skrottaðu 1500 og 2000 teinin, sum var stórt afturstig. Fara vit so taka fleiri róðrarøki frá feløgum, hvar enda vit so? Kanska skuldi man bara skipa fyri sjey FM-róðrum á Leitisvatni, ja, so sleppa vit undan fóðurbátum og hanafótum. Er tað hetta tey í RSF vilja?

Vit kunnu einki gera við veður vind og streym. Mínar royndir í føroyskum kappróðri í skjótt fjøruti ár eru, at størsti trupulleikin mangan til tess at avgreiða FM-róðrarnar eru heimaarbeiði frá RSF og stevnufyrireikarunum. Kunnu bara nevnda syrgiligu róðrarnar fyri fáum árum síðani í Hvalvík og Sørvági. Her var heimaarbeiðið út av lagi vánaligt bæði frá RSF og teimum á staðnum, Róðrarsambandið skal stuðla og hjálpa feløgunum, so teir sjey FM-róðrarnir eru í góðum hondum og vera væl avgreiddir. Samarbeiði er lyklaorðið føroyskum kappróðri at frama.

Heykur úr Hósvík er nýggja 5-mannafarið hjá Hósvíkar Róðrarfelag. Gongur væl at manna bátar í bygdini, og sjálvandi skulu bátar úr Hósvik ikki missa heimasjógvin. (Mynd Hvannrók)

Í summar gekk bara heilt væl at avgreiða róðrarnar, serliga tí veðrið var til vildar á øllum stevnunum. Vit mugu ikki strikað Sandavág, Hósvík og Hvalvík ella okkurt annað øki sum róðrarøki. Heldur skulu feløg, sum kanska okkurt árið ikki megna vegna manningartrot at fyrireika FM-róðrar sleppa undan ella, at róðrarøki arbeiða saman. At strika róðrarøki er heilt burturvið, og eg trúgvi einki uppá, at róðrarfeløgini kring landið fara at atkvøðu fyri slíkum uppskoti.

Vil leggja aftrat, at føroyskur kappróður er ongantíð 100% rættvísir, tí veður harvið steymur og vindur er so stórur partur í róðrunum. Ógvuliga lítið hugsað av RSF og klokkuklárt sjálvmál sleppa slíka ballón út í luftina uttan nágreinligar grundgevingar. Í Sandavági, Hósvík og Hvalvík eru virkin kappróðrarfeløg, og tey skal man heldur hjúkla um enn at spenna bein fyri. Strika vit fyrst Sandavág, Hósvík og Hvalvík sum róðrarøki, hvar endar føroyskur kappróður so? (Vagnur)

 


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>