
Tá tú fekst forvitisligu myndina sendandi frá Annfinni Brekkstein, reikaðu tankarnar um persónarnar á myndini og ikki minst, tá partar av Havnará vóru fjaldar við betongi. Á myndini eru kend andlit millum annað Hans Petur Brekkstein pápi Annfinn, sum tú kendi væl. Menninir eru í holt við at fjala Havnará við betongi allar helst frá leiðini frá Ebenezer fram við Tinghúsinum og oman á Vaglið. Myndin frá um leið 1960.. Trupulleikan eru nú við slíkum eldri myndum, at eingin er at spyrja, tí menninir eru farnir. Kenni øll andlitini men ikki øll nøvnini, men tað kann onkur siga okkum.

Tá tú vart smádrongur, kundi tú fylgja Havnará og lív í ánni frá Gundadali gjøgnum Plantasjuna fram við Sjónleikarhúsið og mest sum allan vegin oman á Vaglið. So hvørt sum stór hús vóru bygd, var lagt betong yvir ánna millum annað, tá Ebeneser var bygt. Minnist Havnará renna niðri á Vaglinum, og bátur lá í ánni á ólavsøku.

Fara vit niðan aftur í Gundadal, so vóru tað Archibald Andreasen og syninir Johan og Ferdinand og teir, sum fyrst í 1970 – árunum løgdu betongdekk yvir Havnará frá uttandura svimjihøllini fram við niðaravølli og oman til bilhúsið hjá Óla Arge. Síðan fara vit oman til Bambus og Sjónleikarhúsið. Ætlanin var at byggja stóran bygning aftrat Sjónleikarhúsinum. Fundamentið var stoypt og betongdekk yvir Havnará oman um Sjónleikarhúsið. Havnará framvegis rann tá omanímóti Bøkjarabrekku og eisini framvið gamla Telefonhúsinum nú Tinghúsinum.

Minnist, tá teir í 1960 – árunum løgdu betongdekk á Havnará niðri á Vaglinum, men tá var betongdekk longu lagt frá Vaglinum oman á Kongabrúnna. Hetta arbeiðið var liðugt í 1952. Í sambandið býráðsvalið komandi ætla valevni at lata upp aftur Havnará, men hetta gerst ikki veruleiki.
Um so var, so má reinsiverk gerast uppi við Sjónleikahúsið, tí Havnará er ikki rein hvørki inni í Plantasjuni ella longur niðan. Gangi fram við ánni mest sum hvønn dag, og serliga seinastu tvey árini hevur áin verið skitin av hvítum betongvatni og stoypisandur sæst fram við áarbakkan. Nógvar áhugaverdar eldri myndir eru av Havnará, og mong eru fólkini sum droyma seg aftur í barnaárini, men at lata upp aftur Havnará gerst ikki veruleiki.
Nevndi omanfyri Hans Petur Brekkstein á Velbastað, sum er á myndini ovast. Sum unglingi vart tú nøkur summar á Velbastað og hjálpti Hans Peturi og teimum at hoyggja og at koyra við hestavogni gras í súrhoyggjabrunn.. Lándi onkuntíð hestin hjá Hans Peturi við til Havnar, men at ríða gavst man við, tí hondbóltsspælið gjørdist mítt alt og eitt. Ludda minnast vit spæla við tónleikarbólkinum Tey á Kamarinum, og Leon Andreassen av Velbastað kendist tú við, og sum gav í 2008 út forvitnisligu bókini Fólk og hús á Velbastað.(Vagnur)
The post Úr myndasavninum – Hugleiðingar um Havnará úr Gundadali oman á Kongabrúnna appeared first on Hvannrók.