Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Politiska hornið – Nakrar hugleiðingar um býráðsvalið í Tórshavnar kommunu

$
0
0
So eydnaðist loksins at fella Nólsoyar Páll. Syrgilig avgerð. (Mynd Vagnur)

Heima hjá okkum við Landavegin sótu vit ungu um borðið í stovuni, tá pápi okkara lurtaði eftir valúrslitum í útvarpinum og skrivaði tey í valskema í Dimmalætting. Vit fylgdu eisini við, men tað skuldi vera tøgn um borðið. Síðani tá hevur tú altíð havt áhuga fyri bæði løgtings – kommunuvalum, hetta, hví politikkarar fáa nógvar atkvøður, og hetta, at summi missa áður vunnar atkvøður og kanska ikki vera afturvald.

Fyri valið í Tórshavar kommunu vart tú heilt vísur í, at stjórnarskifti fór at fara fram á Vaglinum, og at Tjóðveldi fór at missa tvey umboð, og at Fólkaflokkurin ikki fór at gera gott val. Men tú fórt nakað skeivur, tí ungt stjørnuskot, sum fekk 519 atkvøður og ikki brúkti eina krónu til valstríð, tryggjaði Tjóðveldi varðveitti triðja umboðið. Men hví hevði tú hesa hugsan fyri valið í Tórshavnar kommunu?

Tá fólk fara á val, so er tað í vónini um, at tann, tú velur, umboðar tær hugsjónir, tú heldur gott um, og at viðkomandi stríðist fyri hesum hugsjónum. Fýra ár seinni hevur tú møguleikan at velja persónin aftur ella ganga aðrar leiðir. Og júst at ganga aðrar leiðir, sóu vit á valinum í Tórshavnar kommunu, og nýggja leið gekst tú sjálvur.

Javnaðarflokkur fór frá 4764 atkvøðum í 2016 til 5776 atkvøður í 2020, og her er talan um túsund atkvøður fleiri og boðar frá, at fólk vildu broytingar. Fólkaflokkurin stóð mest sum í stað frá 1659 atkvøðum í 2014 til 1704 atkvøður ein vøkstur á 45 atkvøður.

Stóri taparin í atkvøðum var Tjóðveldi, sum fór frá 3378 atkvøðum í 2016 niður á 2698 atkvøður í 2020. Munurin er 680 atkvøður og dyggur smeitur. Í 2016 fekk Sambandið 1209 atkvøður og 1554 atkvøður í 2020. Gott val við 345 fleiri atkvøðum, og Framsókn fór frá 1094 atkvøðum í 2016 til 1266 atkvøðum í 2020. Munurin 172 atkvøður fleiri.

Men hví gjørdi serliga Tjóðveldi ringt val í Tórshavnar kommunu, og hví fekk borgarstjórin ikki fleiri atkvøður, sjálvt um hon vaks um atkvøðutalið frá 322 atkvøðum í 2016 til 586 atkvøður í 2020?

Í mínum hugaheimi eru serliga tríggjar orsøkir.

Eitt. Illa frágingið politiskt arbeiði í sambandi við grótið frá Eysturoyartunlunum og Sandoyartunlinu, har kalbaksfólk og onnur ikki sluppu til orðanna og vóru vird, tá man koyrdi grót á sjógv og oyðilegði vakra sjóvarmálan á Sundi. Grót, sum kundi farið inn í Eysturoynna. Grótið frá Sandoyartunlinum verður koyrt í hagan, og í vár skulu 70.000 lastbilar við grótið koyra gjøgnum havnargøtur ávegis til Runavíkar. Alt hetta kostar atkvøður.

Tvey. Samgongan setti fýra leiðarar at stýra vøggustovum og barnagørðum, sjálvt um pedagogar og fagfelagið mutaði ímóti, tí tey yngstu heldur at fáa fleiri starvsfólk á stovnarnar. Serliga henda gerðin kostaði serliga Tjóðveldi heilt nógvar atkvøður.

Trý. Samgongan tvíhelt um, at Tjóðpallur skuldi byggjast á Skálatrøð, sjálvt um fleiri enn tvey túsund undirskriftir vóru latnar á Vaglinum, sum talaði ímóti hesum. Slíkt kostar eisini atkvøður. Flokkarnir tóku ikki Tjóðpallin við í valstríðið, tí málið er eldfimt og kann kosta atkvøður.

Sjálvandi er nógv gott framt í býnum seinastu fýra árini, men tildømis at byggja havnir, barnagarðar, sambýli og eldrabústaðir er sjálvfylgja fyri borgaran og ávirkar ikki, hvar tú setir krossin á býráðsvalinum. Men traðkar tú dyggiliga borgaran á tærnar, so kostar hetta atkvøður. Hetta sigur søgan.

Ja, so er tað Nólsoyar Páll, sum mátti dvína saman við samgonguni. Ikki tordu tey at taka standmyndina burtur fyri valið, tí hetta hevði eisini kostað samgonguni atkvøður. Annars  var forsíðan um vikuskiftið í Dimmalætting betri ógjørd, tí har fert tú beinleiðis eftir persóninum heldur enn eftir málinum Ikki gott journalistiskt avrik má sigast. (Vagnur)

The post Politiska hornið – Nakrar hugleiðingar um býráðsvalið í Tórshavnar kommunu appeared first on Hvannrók.


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>