
Tá vit í 1950 – og 1960 – árunum vóru smábørn og seinni unglingar við Landavegin, var lítið bygt frá Kinabrekkuni og vestureftir. Hissini hús bygd framvið vegnum og á traðum har á leiðini. Fólk høvdu ikki bil, og meg minnist sum unglingi bara tveir bilar frá Kinabrekkuni og heilt oman til handilin hjá P.A.Restorff við gamla kirkugarð. Fólk vóru til gongu ella súkklaðu dagliga framvið hjá okkum, og vit komu at kennast við hesi fólk og vistu, í hvørjum húsum tey búðu.
Kom ein dagin at hugsa um tá stór gult hús við Landavegin vestan fyri nýggju rundkoyringina, har Landavegurin, Heygsvegurin og Íslandsvegurin møtast. Talan er um húsini hjá Børga og Mary Persson, sum áttu sjey børn og høvdu matvøru handil í fyrstu hædd. Visti, at eftirnavnið Persson hevur sín uppruna av Tvøroyri ella rættari sagt úr Svøríki, tí pápi Børge var svii og giftist við tvøragentu. Havi hugt eitt at sindur nærri at Persson familjuni, og leiðin gongur fyrst til Tvøroyrar.
Sviin Niels A. Persson (1875-1943), sum var dugnaligur og arbeiðssamur handverkari, kom sum ungur til Tvøroyrar. Hann bleiv kendur byggimeistari og snikkari og arbeiddi eisini eitt skifti í kolaminuni í Rangabotni. Niels smíðaði millum annað kirkjuna í Sandvík.

Niels giftist Adaminu Mariu Mortensen rópt Mina (1878-1955) í Tvøroyra kirkju 3. februar 1904. Mina var úr Trøðum av Sandi. Niels og Mina fingu tíggju børn og yngstur var Børge Persson. Børnini vóru Sigfred, Peter Mohr, Amanda, Niels Martin, Frantz, Hanna, Hilda, Esther, Gustav og Børge. Tvær av gentunum vóru føddar í Svøríki, tí familjan flutti til Svøríkis, men vendi aftur til Tvøroyrar. Mina var annars úr Trøðum av Sandi.
Børge finnur sær konu av Tvøroyri.
Børge Persson (1921-1982) var lærdur maskinmaður og sigldi eisini sum motorpassari í eini tíð, tá trolarar høvdu dampmaskinu og fýrdir við koli. Børge fekk sær Mary Thorsteinsson (1922-2004) til konu, sum var úr Trongisvági. Børge og Mary búðu fyrstu árini sum familja á Tvøroyri, har tey elstu fimm børnini vóru fødd.
Tá Børge kom at arbeiða hjá Skipasýninum, sum tá var danskur stovnur, fluttu tey fyrst til Klaksvíkar, har Poli var føddur, men í 1955 flutti familjan til Havnar, har tey byggja sær hús við Landavegin, har Elin yngsta barnið var fødd í 1957. Børge gjørdist eisini stjóri í Skipasýninum.

Teu sjey børnini hjá Børga og Mary eru Anna f. 1944, Karl f. 1946, Per f. 1947, Echardt f. 1950, Manne f. 1952, Poli f. 1954 og Elin f. 1957. Manne sigur mær, at krøvini frá foreldrunum til børnini vóru mest sum bara tvey, og tey vóru, at tey fingu sær útbúgving og meldaðu eg í ítróttafelag, hvør skal siga sunn sál í sunnum likami. Anna bleiv sjúkrasystir, Karl, timburmaður, Per løgreglumaður, Manni lærari, Echardt og Poli radiomekanikari og Elin pedagogur.
Tey sjey syskini gjørdu øll fimleik í Havnar Fimleikafelag og vóru fleiri av teimum heilt góðir fimleikarar. Millum annað minnist eg, tá Echardt gjørdist føroyameistari í amboðsfimleiki. Per var eisini í nógv ár formaður í Havnar fimleikafelag. Umframt hetta minnast vit, tá Karl og Manne spældu fótbólt á besta liðnum hjá HB, og Echardt spældi í nógv ár hondbólt á besta liðnum hjá Neistanum og eisini á landsliðnum.
Fara aftur til foreldrini Børga og Mary, so stóð Mary fyri matvøruhandlinum við Landavegin, sum tey høvdu í fyrstu hædd, og øll í familjuni tóku hond í. Hetta var ein av fyrstu sjálvtøkuhandlunum í Havn. Tá Echardt og eg spældu hondbólt í Neistanum, kom eg mangan í heimið hjá Echardt og teimum. Mary henda blíða fyrikomandi konan, og Børga, sum var meira stillur í sinninum men hittinorðaður.
Minnist, tá Børge á býráðsvalinum 10. desember 1968 var valdur í býráðið í Havn á uttanflokkalistanum hjá Peturi í Gongd. Listin H fekk 797 atkvøður og tríggjar býráðslimir valdar. Petur í Gong, Óli Frits Jacobsen og Børge Persson. Býráðsval var aftur 8. desember 1972, og fekk Borgaralistin, sum hevði broytt navn, fýra býráðslimir. Petur í Gong, Børge Persson, Arnbjørn Olsen og Heðin Mortensen. Flokkurin fekk heili 911 atkvøður, og tað var fyrstu ferð Heðin Mortensen kom upp í býarpolitikk, og tað er hann framvegis. Børge sat tvær setur í býráðnum.

Minnist serliga hending um meg og Børga. Eg gekk á Læraraskúla árini 1974 -1979, og 1977 skuldu vit 27 næmingar í flokkinum velja okkum evni til høvuðsuppgávu í kristni. Var nakað seinur at velja evni, og tá tey bestu evnini vóru farin, valdi eg at skriva um Jehovas Vitni og tess virksemi í Føroyum.
Nærmasti granni hjá Børga og Mary var ríkissalurin hjá Jehovas Vitni, sum var í kjallaranum hjá Rasmusi Nygaard. Valdi tríggjar ferðir um vikuna í góðan mánað at ganga á møti hjá Jehovas vitnum til tess kunna meg um felagsskapin. Hetta gjørdist ógvuliga áhugavert, og eg var væl móttikin og fólk blíð.
Børge hevði í garðinum ella í vindeyga sæð meg farið við posa framvið hjá teimum og dámdi uttan iva lítið, at eg var vorðin limur í Jehovas Vitnum. Ein dagin steðgaði hann mær uttanfyri og spurdi, hvat foreldini søgdu, at eg helt til hjá Jehovas vitnum. Segði honum, hvørji ørindini míni vóru í grannalagnum, og tá smíltist Børge og segði. – Nú eri eg róligur aftur.
Manni og eg arbeiddu mansaldur sum lærarar í Eysturskúlanum, og vit skrivaðu eisini um ítrótt í blaðnum 14. september. Tey vóru sjey systkin, men í 2012 doyði Per Persson 65 ára gamal. Børge bleiv ikki gamal maður, tí í 1982 doyði hann bert trýss 60 ára gamal.
Tá børnini vóru farin heiman og Børge farin, seldi Mary húsini og bygdi sær smærri hús við Gásadalsveg. Eldri myndirnar eru fingnar frá Manna Persson. (Vagnur)
The post Úr myndasavninum – Nakrar hugleiðingar um Persson familjuna við Landavegin appeared first on Hvannrók.