
Løgið í morgun at sita við telduna og hugleiða og ynskja hondbóltsfelagnum til lukku við stóra hálvfemsára føðingardegnum. Fekk mest sum hondbóltin við móðirmjólkini, tí mamma spældi í fleiri ár hondbólt, og pápi var ein av unglingunum, sum í 1931 stovnaðu Neistan í húsum í Magnus Heinasonar gøtu. Eitt eru foreldrini, men sum neistaspælari upplivdi eg bæði at spæla hondbólt á grúsvølli, asfaltvølli og í ítróttahøll. Fari at hugleiða eitt sindur um lívsleiðina hjá Neistanum, og hvussu hondbóltsspælið er ment hesi hálvfems árini. Men fyrst til eldra søguliga partin.

Áhugin fyri hondbólt í Føroyum stavar óivað frá tíðini, tá KFUM í Keypmannahavn í 1925 vitjaði í Føroyum við einum fótbóltsliði. Donsku fótbóltsspælararnir spældu eisini til stuttleika hondbólt í skúlagarðinum á Vaglinum. Helst hevur føroyski ungdómurin tá tikið hondbóltsspælið til sín, tí áðrenn Neistin varð stovnað 21. mars 1931, minnast elstu neistakonur, tá tær sum smágentur sóu føroyingar spæla hondbólt í skúlagarðinum. Mamma segði, at tá hon sum smágenta um 1927 kom av Landavegnum heim á Vaglið at hyggja at hondbólti, var tað donsk lærarinda, sum leiddi spælið.

Eftir stovnan 21. mars 1931 varð farið í Gundadal at spæla hondbólt í horni á fótbóltsvøllinum, men í 1936/37 var hondbóltsvøllur gjørdur við síðuna av fótbóltsvøllinum. Í 1945/1946 gjørdi kommunan hondbóltsvøll, har svimjihylurin nú stendur, og í 1970 var høllin á Hálsi bygd.

Andreas Mouritsen var fyrsti formaður Neistans, sigur í Ítróttatiðindum í 1956. Tað vóru fyrst og fremst gentur, sum frá byrjan spældu hondbólt, meðan dreingirnir dámdu betur at spæla fótbólt. Men hyggja vit í hagtølini, so fór landskappingin bæði fyri mannfólk og konufólk av bakkastokki í 1943. Og stuttligt er at síggja í hagtølunum, at tað var mansliðið hjá StíF, sum vann FM-heitið fyrstu trý árini í 1943,1944 og 1945. Neistamenn vunnu sítt fyrsta FM-heitið í 1949. Leggjast kann aftrat, at í Neistanum vóru fyrstu árini bara eitt manslið og eitt kvinnulið, men seinni kom eisini kvinnulið í 2. deild. Ikki fyrr enn í 1963 spældu dreingir og gentur fyrstu ferð um FM-heitið, so tá í tíðini var lættari at skipa felagið.

Spælt var bara hondbólt um summarið, tí eingin var ítróttahøllin, men longu miðskeiðis í 1960 – árunum hoyrdu vit unglingar um møguliga ítróttahøll í Havn við hondbóltsvølli. Longu í 1968 kom fyrsta høllin í Klaksvík, og tvey ár seinni spældu vit fyrstu dystirnar í nýggja høllin á Nabb, sum vit ungu róptu staðið. Men høllin æt Tórshavnar ítróttar – og samkomuhøll, sum seinni fekk navnið Høllin á Hálsi.

Tá talan er um menniningina av hondbóltsspælinum frá Neistin var stovnað 1931 og hálvfems ár fram til 2021, so kunnu vit steðgað við nøkur serlig árstøl. Fyrst árið 1943 tí tá spældu menn og kvinnur fyrstu landskappingardystirnar í skipari landskapping. Strandingar menn og Neistin kvinnur vunnu fyrstu meistaraheitini. Fari eisini at nevna árini 1939-1945, tá føroyski ungdómurin var innistongdur í Føroyum. Tá blómaði hondbóltsspælið kring oyggjarnar. Tá spældu tey eisini hondbólt í Sandvík, Skúgvi, Nólsoy, Famjin, Hvalba, Vágum, Gøtu og Víkarbyrgi umframt føstu støðini við kenna til. Men eftir kríggið tómdist bygdirnar fyri ungdóm, og tey góvust at spæla hondbólt á fleiri hesum støðum.

Um hetta mundið var eingin skipaður ungdómshondbóltur bara menn og kvinnur í 1. og 2. deild. Næsta árið er 1963, tí tá var fyrstu ferð skipað fyri landskapping millum gentu – og dreingjalið, og meg minnist, at VÌF dreingir og Neistin gentur vunnu fyrstu søguligu meistaraheitini. Nøkur ár seinni kappast feløg um meistaraheitið í unglingadeildini.
So hvørt sum honbóltsspælið gjørdist innanduraspæl, mentist spælið sjálvandi nógv. Og Longu í 1970-árunum spældu føroysk lið longu altjóða dystir, ja, í 1980 skipaði HSF fyri C-HM kappingini í Føroyum. Næsta frambrotið gjørdist seinni, tá feløg fóru at skipa fyri minihondbólti, og at tey ungu fingu ymsar bóltstøddir at spæla við. Hjá okkum var bara talan um mans -og kvinnubólt. Vit dreingir spældi við bólti, sum kvinnunar brúktu. Hondbóltsfelagið Neistin er elsta hondbóltsfelag í Føroyum, og sjálvt um fýra hondbóltsfeløg nú eru í Suðurstreymoy Neistin, Kyndil, H71 og ÍA og kappingin hørð um ungdómin, so blómar hondbóltsspælið í høvuðsstaðnum.
Fari at enda at vísa tykkum skjal, sum vit í 1967 vóru so fegin um, og vit fingu eisini eitt, tá vit vunnu dreingjadeildina í 1965 og unglingadeildina í 1966. So trý slík vøkur skjøl. Tað var Lis Guttesen kona Kris Guttesen, sum evnaði til skjalið, sum vit fingu undirskrivað av nevndini. Lis teknaði neistaflaggið so vakurt. Lis og Kris doyðu i bilvanlukku Yvir við Strond í 1997 (Vagnur)
The post Í dag 21. mars fyllir hondbóltsfelagið Neistin 90 ár appeared first on Hvannrók.