Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Mariukirkjan katólska sóknarkirkjan varð vígd í 1987

$
0
0
Mariukirkjan er fjórða katólska kirkjan í Havn. (Mynd Vagnur)

Gjøgnum køksvindeygað síggi eg beint niðan á vøkru katólsku kirkjuna “Mariukirkjuna”, og av og á sveima tankarnir um tey fýra árini, eg gekk í Nonnuskúla. Tá vóru nonnurnar ílætnar í hvítum búna, har alt var fjalt uttan andlit og hendur. Katólska kirkjan í Føroyum telur umleið 130 fastbúgvandi katolikkar úr 23 londum. Væl minnist eg William Joensen beiggja Pól F úr Sumba, sum gjørdist katolikkur og virkaði í gomlu kirkjuni, tá ið vit gingu í Nonnuskúla.

Nonnurnar hava altíð verið ótrúliga væl umtóktar, og nakrar eru grivnar í Føroyum. Á mínum ungu døgum undirvístu fleiri nonnur í skúlanum, aðrar arbeiddu í vøggustøvuni og barnagarðinum, meðan aðrar gjørdu annað fyrifallandi arbeiði.

Í søgubókunum hava vit lisið um Noregs kong Ólav Trygvason, sum sendi Sigmund Brestisson til Føroya at kristna føroyingar. Fáa teir at venda sær til romersku katólsku trúnna. Í 1100 vóru Føroyar skipaðar sum eitt bispadømi, og  í 1111 varð fyrsti bispurin settur í Kirkjubø, har bispasetrið var. Í Kirkjubø sótu 34 katólskir bispar í 400 ár. Seinasti birpurin sat til 1538.

Í 1537 komu Føroyar og Norra undir danskt vald, og kongurin Christian 3. segði, at trúbótin skuldi galda í Norra og í Føroyum. Biskupsembætið var avtikið og eisini prestaskúlin í Kirkjubø. Og øll kirkjujørðin, sum katólska kirkjan átti, fór undir kong, kirkjumálið bleiv danskt.

Miðskeiðis í 1800 talinum vórðu royndar gjørdar at stovna katólska kirkju aftur í Føroyum. Týskur prestur kom til Føroya, sum bygdi katólska kirkju í Rættará, men tá ið Bauer prestur fór aftur úr Føroyum, fánaði alt virksemið burtur í einki. Havi sæð einastaðni, at í ár 1900 var bara ein katolikkur í Føroyum, og tað var ein kona av Hvítanesi.

Kirkjan hevur heilt annað skap, tá ið tú´sært hana frá vestri. (Mynd Vagnur)

Vit skulu heilt fram til 1931, tá ið katólska kirkjuliðið verður endurreist. Tveir ungir prestar koma til Føroya, og tær fyrstu nonnurnar komu sama árið til landið. 23. mai 1931 var lítil katólsk kirkja vígd í Bringsnagøtu, men hon gjørdist skjótt ov lítil. Fransiskanasystrarnar, sum vóru arbeiðssamar, lótu stóra nýggja kirkju byggja upp í nýggja skúlan. Kirkjan, sum er nærmasti granni við Varðavegin, varð vígd 19. desembur 1933. H.C.W Tórgarð arkitektur teknaði kirkjuna.

Kirkjan, sum vit skúlabørn komu í av og, virkaði sum kirkja til 1987, tá ið vakra Mariukirkjan var vígd. Minnist serliga roykin í gomlu kirkjuni, sum hevði serliga lukt.

Gekk mær í gjár við myndatólinum í hond niðan til Mariukirkjuna, mín sann, hurðin var opin inn í kirkjuna. Eingin annar uttan eg var har. Setti meg niður eina løtu at hyggja at franska rannsóknarskipinum, sum hongur í kirkjuni, og øllum listaverkunum, sum Tróndur Patursson hevur evnað. Árni Winther arkitektur teknaði Mariukirkjuna.

Fekk tað, sum eg fór eftir. Mynd av fronsku rannsóknarskipinum og kirkjuni bæði uttan og innan. Nonnurnar hava framt frálíkt arbeiði í Føroyum, og tá ið flest nonnur vóru í Føroyum, vóru tær 24 í tali. Nú eru tær bara seks nonnur.

Umframt skúlan, sum nú er kommunalur, bygdu nonnurnar barnagarð og keyptu hús til vøggustovu. Tú skuldi hildið, at tá ið eini 400 børn í ár tíggju hava gingið í Nonnuskúla, so vóru fleiri katolikkar í Føroyum. Men so er ikki. Sum omanfyri sagt, eru bara umleið 130 fastbúgvandi katolikkar í Føroyum. (Vagnur)

 

The post Mariukirkjan katólska sóknarkirkjan varð vígd í 1987 appeared first on Hvannrók.


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>