Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Úr myndasavninum – Í 1971 løgdu teir Shefa kaðal millum Telegrafstøðina og Telefonstøðina

$
0
0
Mynd frá 1971. Teir fyrireika at leggja Shefa-kaðal millum Telefonstøðina og Telegrafstøðina. Nógvir menn til arbeiðis. (Mynd:Føroa Tele)

Vagn Erik pápabeiggi (1927-2018) arbeiddi langt lív á Telegrafstøðini, og søgan um telegrafsamband millum Føroyar og umheimin fylti nógv í hansara hugaheimi. Eftir at Vagn Erik fór í 2018, kom eg at liggja inni við tilfari, sum Vagn Erik hevði skrivað og savna saman. Nakað av tilfarinum hevði Vagn Erik longu flýggja Skjalasavninum. Hann hevði í nógv ár mált hita í sjókaðlum, hetta hvussu hitin í sjónum broyttist við tíðina um okkara leiðir.

Nakað herfyri ringdi samskipari hjá Føroya Tele/Net til mín um tilfarið hjá Vagn Erik, tí íslendingar ætlaðu sær til Føroya til tess at kanna, hvat tilfar var at finna í Føroyum um søguna hjá fyrstu sjókaðalsambandinum við umheimin, sum Ísland var partur av. Føroyar var mett sum millumstøð úr Íslandi til Føroya síðani til Skotlands og út í heim.

Mynd frá 1971. Nú er kaðalin komin niðan til Telegrafstøðinia og vit síggja fólk frá bæði Telegrafstøðini og Telefonstøðini. Millum annað stjórarnir Eivind Akraberg Hansen og Sólbjørn Jacobsen. Vagn Erik sæst eisini á myndini. (Mynd: Føroya Tele)

Á ólavsøku 1906 fingu Føroyar fjarritasamband við umheimin, tá telegrafkaðal kom á land í Sandagerði. Seinni vóru fleiri kaðlar lagdir úr Føroyum millum annað ein, sum fór á sjógv á Velbastað, og í 1971 Shefa 1 kaðalin, sum var lagdur millum Hetland og Føroyar.

Myndin omanfyri sigur frá, at Shefa 1 kaðal mátti eisini leggjast millum Telegrafstøðina og Telefonstøðina, og tað er júst tað, menninir gera á myndini frá 1971. Við nýggja sambandinum kundi vit hava telefon 480 samtalur samstundis til Skotlands og út í heim. Millum Telegrafstøðina og Telefonstøðini var í 1971 løgd rørskipan, og gjøgnum rørið bleiv kaðal togaður, so Telefonstøðin eisini kundi fáa gleði av Shefa 1 kaðlinum. 11. desember 1971 kundi fólk ringja beinleiðis til útheimin gjøgnum Shefa kaðalsambandið.

Menn eru spentir í 1971, og vit eru stødd á Tinghúsvegnum nær Telegrafstøðina. Frá vinstru Poul Sørensen, dani, Vagn Eriki Michelsen, Eivind Akraberg Hansen og Sólbjørn Jacobsen. (Mynd: Føroya Tele)

Áhugavert á Tinghúsvegnum í 1971

Eitt er Shefa 1 kaðalin, men annað áhugavert er eisini á myndini frá 1971. Vít síggja onga gravmaskinu, men fleiri menn við spaka í hond. Tinghúsvegurin er ikki einsrættaður, bilsniðini hava eisini sína søgu, og elleidningar hanga enn í lyktapelunum.

Samskiftismenningin helt fram alla tíðina, og longu í 1975 var gjørligt at ringja beinleiðis til flestu lond í Europa gjøgnum somu kaðalskipan. Tá eg hyggi at myndini ovast, síggjast sprutl og skutarar, og meg minnist, hvussu nógvir skutarar koyrdu í havnargøtu um 1970, tí vanligi borgarin hevði ikki ráð at keypa bil. Tíðirnar gjørdust góðar í 1970 – árunum, og nú blivur mongu skutararnir skiftir út við minni bilar.

Kann til stuttleika nevna, at í 1970 vóru skrásett 3270 akfør í Føroyum, 1748 privatbilar, 613 vøru-og lastbilarnir, 56 bussar, 410 hýruvognar og 433 motorsúkklur, og tá eru prutlini ikki tald við. (Vagnur)

.

The post Úr myndasavninum – Í 1971 løgdu teir Shefa kaðal millum Telegrafstøðina og Telefonstøðina appeared first on Hvannrók.


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>