
Tórshavnar kommuna tók í 1989 stig til ein ruddingardag, sum umfataði allan býin. Ítróttafeløg og aðrir felagsskapir fingu sítt øki at rudda. Neistin skuldi rudda frá bilsøluni hjá P/F Wenzel Petersen við Oyggjarvegin og niðan um Hotel Føroyar.
Vit vóru eini fimmogtjúgu fólk, sum møttu við Gundadalshøllina, áðrenn leiðin gekk niðan á ruddingarøkið. Og har var fongur beinanvegin. Gomul prutl, spannir, timbur, pappír, fløskur, ja, har var bara so nógv órudd. Eftir at hava ruddað í tveir tímar, fingu vit okkum ein bita í neistarúminum.
Og fongurin skuldi gerast enn størri eftir matarsteðgin. Jólaódnin í 1988 hevði rivið flagtakið við undirplasti av Hotel Føroyum, og takið var fokið oman í plantasjuna við Oyggjarvegin. Fólk vóru moyr eftir drúgva og minniliga ruddingardagin. Árið eftir og fylgjandi ár var fongurin ikki eins stórur og í 1989. Slíkt tiltak styrkir felagsskapin. (Vagnur)



The post Úr myndasavninum – Neistafólk ruddaðu eftir jólaódnina í 1988 appeared first on Hvannrók.