Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Í 1962 skipaði Trygvi Restorff fyri hugnalagari veitslu við Landavegin

$
0
0
Mynd frá 1962 standandi fra vinstru: Kartni Winther (1914-2012, Niels Hallgrím Rein róptur Haggi ( 1911-1984), Trygvi Restorff (1920-2004), Arnold Ludvig (1915-1985), Einar Mikkelsen (1917-1999), Hans Johannes Clementsen (1917-1997), Debes Christiansen (1912-2000), Erling Christiansen (1920-1981), Sven Skarðhamar (1913-1996), Johannes Nicolajsen (1924-1983), Jóhan Petur Dam (1922-1991), Bogi Winther (1921-2007), Charles Bærentsen (1909-1983) og Torstein Askham, sum tíverri ikki er á myndin, men aðrari mynd í greinini.
Miðraðið frá vinstru. Á stólinum situr Archbald Askham (1916-1998), síðani Holgar Bærentsen (1905-1975), Vilhelm Hansen róptur Villi (1904-1992), Thomas Jul Askam róptur Ullaba (1904-1983), Jógvan Mittún (1903-1992), Sverri Mortensen (1906-1979), Erik Mohr (1886-1969), Sámal Christiansen (1881-1974), Símun Askham (1896-1967), Eyðálvur Mikkelsen (1926-2007) og Albin Bærentsen (1898-1980)
Fremst frá vinstru: Cristian Mittún (1906-1983), Frants Mortensen (1937-2001), Knút Lützen (1935-1980), Christian Christiansen, Olaf Ludvig (1938-2019), Torbein Rein (1940-2009) og Jacob Lützen (1930-1998)

Serlig kensla at hugleiða um mynd frá 1962 av monnum, sum allir eru uppvaksnir við Landavegin ella høvdu nært tilknýti til Landavegin. Eri komin fram á áhugaverdar myndir frá veitsluni, myndir, sum mammubeiggin Debes Christiansen átti. Trygvi Restorff skipaði fyri veitsluni í matstovuni IRIS, sum um hetta mundið helt til í postmeistarhúsunum við Landavegin. Thomasia rópt Masa og maðurin Oddvaldur Ørvarodd høvdu matstovuna.

Kenni meira og minni hvønn mann á myndini, og tú kundi skrivað bókling um lívsleiðina hjá hesum monnum, sum var so ymisk. Trygvi hevur uttan iva sett aldarsmarkið til tjúgu ár, tí tá hevði tú valrætt og kundi bíleggja rúsdrekka úr útlondum. Undrunarvert, at tað eydnaðist Trygva at savna saman so nógvar menn. Har eru millum annað jú fýra Askham menn, tríggir Bærentsen brøður, Mikkelsen, Mittún, Lützen brøður, feðgar og systkinabørn.

Stóru húsini vinstrumegin eru postmeistarahúsini, sum vóru bygd í 1918. Myndin er frá 1920, og áhugavert at síggju eldru húsini fram við Landavegin. Matstovan IRIS helt í nøkur ár til í niðastu hædd, har menn við Landavegin hildu veitslu í 1962. (Mynd: Fornminnnissavnið)

Elsti maðurin á myndini er abbabeiggi Sámal Christiansen (1881-1974), sum fyrst í 1900 – talinum flutti úr Norðdepli til Havnar og bygdi sær hús við Landavegin. Allir menninir á myndini eru farnir uttan Christian Christiansen systkinabarn mítt sonur Debes og Rigmor Christiansen, sum er yngstur á myndini. Christian er farin um tey áttati árini.

Menn høvdu nógv at práta um. Nærmast til vinstru síggja vit Hans Johannes Clementsen, sum búði ovast uppi við Kinabrekkuna. Har ímillum og oman til Poul Restorffs handilin eru flestu menninir uppvaksni. Vit síggja eisini Jógvan, Arnold, Archibald, Einar, Kartna, Debes og Erling.

Tað tók sína tíð at finna fram, nær farnu menninir eru føddir og farnir. Nú kanst tú leita eftir gravum og nøvnum undir teiginum Talgildir kirkjugarðar, men hóast hetta, so hava menn ymisk hjánøvn, og einstakir eru ikki grivnir í Føroyum. Leitast mátti eisini uttanlands. Landavegurin sá dagsins ljós um ár 1830, tí tá vóru so mikið nógvar traðir lagdar inn so langt vestureftir, at vegur til hesavagnir mátti gerast út til traðirnar, so lættari var at fáa nógva torvið til høldar heim í gomlu Havnina.

Menn dansa føroyskan dans, og lagið er gott. Frá vinstru Christian, Olaf, Sverri, Debes, Albin og Jacob.

Postmeistarhúsini vóru valahús bygd í 1918

Postmeistarahúsini, har veitslan var hildin, hevur eisini áhugaverda søgu. Tað var Post-og Telegrafvæsnet, sum í 1918 bygdi húsuni sum postmeistaraíbúð. Johan Danielsen, sum var postmeistari frá 1922 til 1954, búði í húsunum. Johan var giftur Margrethu rópt Gugga dóttir Søren Müller. Vit kendu tvey postmeistarahús eitt við Landavegin og eitt í Hornabø. Postmeistarahúsini í Hornabø vóru bygd í 1882, sum C.C. Danielsen postmeistari lat byggja. Christian C. Daneisen var pápi Johan Danielsen postmeistara. Meg minnist, at umframt matstovuna IRIS, so búðu eisini næmingar í postmeistarahúsunum við Landavegin, næmingar, sum gingu á læraraskúla, sjómansskúla, maskinskúla ella stundentarskúla. Hesir ótu eisini á matstovuni.

Matstovan Iris vóru hugnalig høli. Frá vinstru Sverri, Christian, Hans Johannes, Arnold, ?, Archibald, Einar og Kartni.

Poul Knudsen arbeiddi sum postkassameistari hjá Postverkinum, og hann keypti postmeistarahúsini í 1962, men seldi tey longu aftur í 1967 til Landsbyggifelagið. Í 1972 yvirtók landið húsuni, og nú heldur Landsskjalasavnið til har. Postmeistarahúsini vóru stór ella rættara sagt vøkur valahús í mun til fyrstu húsini, sum vóru bygd fram við Landavegin fyri nú fleiri enn hundrað árum síðani.

Masa, Oddvardur og Trygvi skipaðu eisini fyri undirhaldi. Masa stendur við durastavin, og so er spurningur, um tað er Oddvardur, sum er maðurin við yvirskegginum.

Tað var Trygvi Restorff, sum fyrireikaði veitsluna, og Trygva kendu vit ungu øll. Hann var uppvaksin niðast við Landavegin sonur Poul Restorff handislmann. Trygvi arbeiddi sum ølbryggjari á Bryggjarínum, og Trygvi hoyrdist. Hann floytaði altíð og var í góðum lag. Havi serlig minni um Trygva, tí hann bað okkum ungu mangan renna oman til konuna eftir drekka seinnapartin. Glasfløska við heitum te ella kaffi í pulshosu, so ikki kølnaði. Tá vóru nokk ongar termokannir til at taka. Vit ungu fingu sodavatn aftur fyri ørindini.

Fyrstu húsini við Landavegin, sum byrjar niðri við handilin hjá Poul Restorff, eru bygd fyrst í 1900-talinum. Málingahandilin, sum byrjaði í 1962 at selja máling í húsunum hjá Linu Arge, fór við tíðini at víðkað um virksemi. Eldri hús vóru tikin niður og stórur bygningur bygdur á staðnum. Á horninum stóðu húsuni hjá Poul á Landavegnum og eisini húsuni hjá Archibald Askham og teimum. (Mynd Vagnur)

Tvær serligar hendingar

Fari at enda um tvær serligar hendingar, sum tveir av teimum elstu á myndini upplivdu á lívsleiðini. Talan er um Sámal Christiansen abbabeiggi róptur Sámal úr Hvannasundi og so Erik Mohr, sum vit ungu kendi sum skiparan á Tjaldrinum.

Fremst síggjast Símun Askham, Erik Mohr og Sámal Chistiansen.

Erik Mohr (1886-1969) sást av og á í grannalagnum hjá okkum, tí systrarnar Dagny og Torgerd Mohr búðu niðanfyri hjá okkum. Havi lisið, at 3. apríl 1941 kemur Næraberg trolari úr Klaksvík fullfermdur á Klaksvík. Skipari var Kaj Johannessen. Fiskurin skuldi víðari til Bretlands, og Erik Mohr skipari var biðin um at loysa av Kaj ferðina til Bretlands.

Millum lond nærkast týskt flogfar Næraberg og sleppur tveimum bumbum, sum endaðu i lastini. Skipið skrædnaði, men tað eydnaðist manningini at koma sær í tveir bjargingarbátar. Løtu seinni sakk Næraberg og týska flogfarið fór frá báðum bjargingarbátunum.

Erik Mohr var evnaríkur skipari, og teir til árarnar og settu kós ímóti Orknoyggjum. Tretivu tímar seinni sou teir land Súluskerini vestan fyri Orknoyggar. Teir komu í land, har vitapassarafamilja búði og vóru væl móttikinir. Fingu eisini vitjan av trimum enskum hermonnum, sum vildu vita, hvørjir menninir vóru. Føroysku sjómenninir komu seinni aftur til Føroya við armeraðum enskum trolarum.

Postmeistarahúsini vóru bygd í 1918. Grannahúsini eru tey hjá Miu og Eidin Müller. Mia og Eidin fingu grundøkið í brúðargávu frá postmeistarahjúnunum. (Mynd Vagnur)

Sámal Cristiansen (1881-1974) abbabeiggi var skipari á sluppini Grundick og bróðurin Christian skipari á King Arthur, sum familjan átti. Mamma segði mangan, at serlig mynd í sambandi við Grundick hevði brent seg fast í minni hjá henna.

Tað var, tá Grundick á veg heim av fiskileið kom í Nólsoyarfjørð, og sluppin flaggaði í hálvari stong. Grundick hevði mist ein mann á heimferðini. Veðrið var gott men tung alda, og ein ungur maður liggur fram á lúnningina har frammi. Uttan iva í øðrum tonkum og gleðir seg at koma heim.

Sluppin lá tung í sjónum, og knappliga kemur ein alda upp um lúnningina har afturi og fer fram eftir dekkinum. Ungi maðurin, sum einki varnaðist, var lyftir upp um lúnningina og fór fyri borð. Maðurin sást ikki aftur. Tað var dapurt at síggja Grundick koma inn um Molan við merkinum í hálvari stong, og hendingin merkti Sámal restina av lívinum, sigur mamma. (Vagnur)

Tríggir teir yngstu menninir á veitsluni frá vinstru Torbein Rein, Christian Christiansen og Olaf Lundvig. Nærmast til høgru Jacob Lützen.
Nærmast frá vinstru. Thomas jul Askham (Ullaba), Símun Askham, Erik Mohr og Sámal Chistiansen.
Skemtilig mynd. Við veggin Sverri Mortensen og Christian Mittún. Maðurin handa “skortin” kann vera Oddvaldur Ørvarodd
Frá vinstru Archibald, Hans Johannes, Sven og Torstein, Sámal er á veg frá borðinum
Frá vinstru Archibald Askham, Einar Mikkelse og Kartni Winther. Johannes Nicolajsen vendir bakið til myndamannin.

The post Í 1962 skipaði Trygvi Restorff fyri hugnalagari veitslu við Landavegin appeared first on Hvannrók.


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>