
Áhugavert at síggja eldri myndir úr Havn frá tíðini, tá traðir vóru lagdar inn í 1800-talinum. Vegir gjørdir til hestavognar at koyra á, so lættari var hjá fólki at fáa til høldar torv og annað heim í gomlu Havnina, har fólkini búðu. Við tíðini víðkaðist Havnin, og hús vóru bygd fram við hesum vegum. Grúsvegir og ikki gongubreytir, tí fyrsti bilurin kom jú ikki til Føroya fyrr enn í 1922.
Gongur tú av Vaglinum niðan eftir Tinghúsvegi, sært tú leivdir av gamla vegnum, har húsini nógvastaðni standa kloss í vegin. Eingin parkeringspláss ella gongubreytir. Tinghúsvegurin endar uppi í Gundadali.

Myndirnar frá 1950 eru tiknar av trøðni hjá Jens Petur Rubeksen róptur Pedda post. Fjósið hjá honum sæst uttast høgrumegin á eini myndini. Elstu húsini frá 1936 eru tey hjá Jens og Kristinu Næss, foreldur Olivur Næss kenda sjónleikaran. Jens Næss minnist eg sum møbilsnikkara á verkstaðnum í Bringsnagøtu. Næstelstu húsini frá 1946 eru tey hjá Niels Juul og Petru Arge. 99 ára gamla Petra býr nú á Tjarnargarði.

Tey, sum bygdu sær húsini fram við Tinghúsvegin fyri nú sjeyti árum síðani, eru flest øll farin. Hús eru seld ella tikin yvir av yngra ættarliðnum. Har eru eisini fyritøkur í summum húsum, og bilarnir eru nógvir í grannalagnum. Alt broytist.

Eisini áhugavert at síggja á myndunum vestureftir niðan á Varða, har tú kennir heilt nógv av húsnum. Tildømis tey hjá Mitens, hjá Ginusi ella tey hjá William Heinesen og húsini við Varðabú. Myndirnar fekk eg frá Henry Christiansen, syni Kaj og Kristiannu Christiansen, sum bæði eru farin. Henry eigur nú barndómsheimið við Tinghúsvegin. Kaj kendi eg heilt væl, hann arbeiddi í mong ár á Telegrafstøðini, har pápabeiggi mín arbeiddi. Kaj var eisini kendur brandmaður, sum vit minnast serliga frá ungum árum í Havn. Kaj og Gunnar, róptir hjá Klokkaranum vóru brøður.

Húsini hjá Wellejus frá 1949 vóru serlig. Í míni tíð búðu Finn og Ása Winther í húsunum, men søgan sigur, at tað var danin Frithiof Wellejus, sum útvegaði sær húsini úr Danmark. Wellejus seldi radiotól niðri í Gongini. Mær er sagt, at Wellejus vann húsini í donskum eydnuhjóli og flutti tey til Føroya. Hetta passar væl, tí uttan iva vóru hesi sniðhúsini ikki bygd eins og húsini í Havn tá. Millum annað hoyrdi bilskúrur til húsini, sum tú ikki sást aðrastaðni við Tinghúsvegin. Sjálvur minnist eg danan Frithiof Wellejus, sum var útbúgvin verkfrøðingur og hevði handil í Gongini. Wellejus flutti í 1919 til Føroya og fór aftur úr Føroyum í 1964, tá Marstein tók yvir radiohandilin í Gongini.
Er nógv broytt, tá vit hyggja vestureftir á eldri myndunum, so er lítið og einki bygt á trøðni hjá Petta Post og teimum og har um leiðir. Júst Rubeksen slær bøin hvørt summar og longri uppi er bæði seyður og fenaður. (Vagnur)

The post Fekk tvær 70 ára gamlar myndir av Tinghúsvegi frá Henry Chritiansen appeared first on Hvannrók.