
Umhvørvið við Landsvegin í Havn, har eg eri uppvaksin, gjørdist fátækari, tá ið Restoffs bryggjarí av fíggjarligum ávum mátti snara lykilin fyri seinastu ferð. Altíð havi eg vitað, at tað var danin M.C. Restoff, sum byrjaði fyritøkuna í 1849. M.C. Restoff kom til Føroya í 1840, og handilsevnini komu skjótt til sjóndar. Tá ið fríhandilin kom ístaðin fyri einahandilin, var M.C. Restoff ein tann fyrsti, sum dró sær nyttu burtur úr hesum. Sjálvur minnist eg bara Andreas Restoff, sum átti Restoffs bryggjarí, og fyritøkan blómaði í mínum ungdómsdøgum.
So langt eg kann hóma, var bara bygningurin útí ímóti Landavegnum. Eg eri føddur seinast í 1949, og bryggjaríið flutti í 1950 úr kallaranum hjá Andreasi við gamla kirkjugarð niðast á Landavegin í nýggja bygningin, sum myndin omanfyri vísir. Einaferð í 1970-árunum kom stórur bygningur norðanfyri, virksemið øktist munandi, og tað gekk væl hjá fyritøkuni. Vit ungu arbeiddu mangan á bryggjarínum í summarfrítiðini, men eisini í løtum eftir skúlatíð.

Tá ið teir tappaðu øl, vórðu fløskurnar fyrst settar í stórt kar, har ølið varð hitaviðgjørd til eini 70 stig. Tá ið fløskurnar skuldu úr karinum, plagdu vit ungu at hjálpa at seta fløskurnar á smøl flutningsbond. Síðani fóru fløskurnar ígjøgnum “etikett” maskinuna og vóru síðani lagdar vatnrættar í trækassar, sum tóku fimti fløskur. Kassarnir fóru síðani á flutningsbandi gjøgnum hol í vegginum og inn í kjallaran hjá Niels Restorff, har teir vóru stáplaðir. Arbeiddu vit í summarfrítíðini fingu vit løn, men arbeiddu vit í løtum, fingu vit sodavatn. Hetta var stuttligt og spennandi arbeiði.
Bryggjaríið var ein sokallað fabrikk, tí alt byrjaði við vaskimaskinuni, har skitnar fløskur vóru vaskaðar. Hetta arbeiði plagdu vit eisini at gera. Tá ið reinu fløskurnar komu úr vaksimaskinuni vóru tær settar á band og fóru víðari til mannin, sum við ótíðarhóskandi maskinu við hond skifti tómar fløskur út við fullar fløskur. Hetta var krevjandi arbeiði, sum vit ikki sluppu at gera, tí eitt hjól mól runt, og maðurin skuldi vera skjótur at fanga fullu fløskuna og seta eina tóma fløsku í staðin. Fulla fløskan fór so víðari til maskinuna, sum setti propp á ølfløskuna, sum síðani fór í stóra karið, sum eg havi greitt frá omanfyri. Fýra fløskur í hvør sína hond vóru tiknar av bandinum og vendar ímóti ljósinum til tess at vita, um ein flugu ella okkurt rusk var í fløskuni, áðrenn tær vóru settar í karið.
Í sama rúmið vóru aðrar maskinur, sum tappaðu ymsu sløgini av sodavatni. Og har gekk á sama hátt, men sodavatnið skuldi ikki hitaviðgerast eins og ølið. Tá ið nýggi bygningurin varð bygdur omanfyri, gjørdist alt meira “automatiskt” og gekk nógv skjótari. Øssur Patursson úr Kirkjubø var formaður á bryggjarínum alt eg minnis. Trygvi Restorff var bryggjarin, og nólsoyingurin Tórmóð Hansen hevði alt tað tekniska um hendið. Vit maskinunar stóðu beiggjarnir Høgni, Jóhann og Guttormur á Skarv, og Torstein Magnussen stóð eisini í nógv ár við maskinurnar. Seinni komu onnur starvsfólk at arbeiða á bryggjarínum, og tá ið Andreas var farin, fór bryggjarííð á aðrar hendur.

Gamli Martin var hugnaligur maður, og tað eg kann minnast, málaði hann útlendskar kassar grønar og setti Restoffsnavnið á kassarnar. Tá var ikki loyvt at bryggja sterkt øl bara vanligan Restoffs pilsnar. Restorffs bryggarí var tá mest sum einaráðandi, tá ið talan var um sodavatnið í Føroyum. Føroya Bjór framleiddi eisini sodavatn, men sodavatnið hjá Restorff seldi betur. Mangan hjálptu vit Trygva Restorff at tøma maskkarið, har skølini frá kornunum vóru sílaði frá. Og so var hugaligt at fylgja ølinum í stóru ølgrýtuni, meðan alt kókaði.
Nù er Restoffs Bryggjarí søga, og sjálvt SISU er farið til Klaksvíkar. Eg haldi, at Restoffs Bryggjarí mátti leggja kongin, tí fyritøkan serliga tapti kappingina mótvegis nógva útlendska sodavatninum, sum kom til Føroya. Tað eydnaðist heldur ikki Restorffs Bryggjarí at bryggja nóg gott øl, tá loyvt varð at bryggja sterkari øl í Føroyum. Nú er annað virksemið í bryggjarínum við Landavegin, og vit onnur hava bara eftir frálíku minnini. (Vagnur)