Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Hondbóltsfelagið Neistin fyllir 85 ár í dag 21. mars

$
0
0
Í 1936 kundu tey neistaspælarar spæla á egnum vølli í Gundadali. Vøllurin lá við síðuna av fótbóltsvøllinum.
Í 1936 kundu neistaspælarar spæla á egnum vølli í Gundadali. Vøllurin lá við síðuna av fótbóltsvøllinum.

Tú kanst býta Neistans søgu í fleiri partar. Neistalogin tendraði á Vaglinum 21. mars 1931, og í 1936 byggja tey hondbóltsvøll við fótbóltsvøllin í Gundadali. Síðani verður nýggjur grúsvøllur tikin í nýtslu longri uppi Gundadali í 1946, og hesin vøllur verður asfalteraður í 1964, tá ÍSF fyllir 25. Nýggja snotuliga neistahúsið verður tikið í nýtslu í 1964, og um heystið í 1970 fer hondbólturin spakuliga frá at vera uttanduraspæl til eitt innanduraspæl. Sjálvt um nógv altíð kann gerast betri, so er Neistin á 85 ára føðingardegnum eitt frálík felag við góðari framtíð.

Hesin vøllur var tikin í nýtslu í 1946 og asfalteraður í 1964.
Hesin vøllur var tikin í nýtslu í 1946 og asfalteraður í 1964.

Tankarnir hesa løtu leita fyrst til pápa mín Helga Michelsen, sum var við at stovna Neistan í Magnus Heinasonargøtu nr.14, og mammu mína Ásu Michelsen, sum spældi ung í felagnum. Mamma fyllir 16. juni  98 ár og er elsta neistakvinna. Frá teimum fekk eg nógv at vita um Neistan, og tá ið eg sjálvur í 60-árunum koma at spæla hondbólt, fylgdu tey væl við, eins og núverandi foreldur fylgja sínum børnum í felagnum.

Mamma var trettan ára gomul, tá ið tey stovnaðu Neistan, og sum smá smágenta minnist hon gentur spæla hondbólt í gamla kommunuskúlugarði á Vaglinum. Mamma gekk í skúla hjá Betty Arge, og vinkonurnar plagdu at skunda sær heim á Vaglið at hyggja at gentum, sum spældu hondbólt hvønn dag eftir skúlatíð.

Vit nú eldru upplivdu bæði at spæla á grúsvøll og asfalteraðum vølli.
Vit nú eldru upplivdu bæði at spæla á grúsvølli og asfalteraðum vølli.

Sum fráleið bleiv mamma eisini bitin av hondbóltsspælinum og ferðast eisini við neistakvinnum út á bygd. Pápi mín spældi ikki hondbólt, men var ógvuliga áhugaður í felagsarbeiðinum og ferðaðist kring landið sum eitt slag av ferðaleiðara. Kanska var hann longu tá skotin í mammu míni. Hon sigur mær, at pápi altíð vildi sleppa við, tá ið tær fóru út á bygd at spæla.

Eftir stovnanina í 1931 var farið av Vaglinum niðan í Gundadal, har hondbóltsvøllur varð kálkaður á fótbóltsvøllinum. Tey strembaðu beinanvegin eftir at fáa egnan hondbóltsvøll, og í 1936 gjørdist hetta veruleiki, sum vit síggja á eini myndini. Tað vóru serliga gentur, sum frá byrjan spældu hondbólt, meðan dreingirnir dámdu betur at spæla hondbólt.

hjhjh
Neistakvinnur vunnu steypakappininga í 2016. Hugaligt at síggja so nógvar bláar litir.

 

Hondbólturin verður meira skipaður

Landskappingin fyri kvinnur og  menn fór av bakkastokki í 1943, og nógvir áskoðarar komu í Gundadal at hyggja at hondbólti. Ikki fyrr enn fyrst í 60 árunum byrjaði veruligt ungdómsarbeiði kring landið, og í 1963 varð fyrstu ferð spælt um meistaraheitið í dreingja- og gentudeildini.

Í 1963 fóru tey undir at byggja nýtt neistahús við skiftingarrúmum og brúsum, og næstu árini streymaði ungdómurin í Neistan, og talið av liðum bara vaks og vaks. Vit ungu fingu, sum áður sagt, um endan av uttanduraspælinum, men vit fingu eisini møguleikan at spæla fyrstu dystirnar innandura. Fyrst í nýggju høllini í Klaksvík í 1968, og so nýggju høllini á Hálsi, sum vit tá róptu høllina á Nabb.

Hetta er framtíð Neistans. Nógvar gentur í øllum aldri spæla hondbólt í felagnum.
Hetta er framtíð Neistans. Nógvar gentur í øllum aldri spæla hondbólt í felagnum.

Vit skriva nú 2016, og tú kanst hugleiða nógv um, hvussu stendur til í Neistanum á 85 ára føðingardegnum. Tú hevur sjálvur havt tilknýti til felagið í skjótt hálvthundrað ár, men nú mest frá síðulinjuni. Eg kann bara boða fólki frá, at Hondbóltsfelagið Neistin í 2016 er í góðum hondum. Vit hava góða nevnd, fíggjarligt sterkt stuðlafelag, og nógv eru fólkini í ymsum bólkum, sum taka hond í, tað veri seg eisini foreldur og fyrrverandi spælarar.

Ungdómsdeildirnar í felagnum eru nógv mentar í vetur, og tað er at fegnast um.
Hetta er framtíð Neistans. Ungdómsdeildirnar í felagnum eru nógv mentar í vetur, og tað er at fegnast um.

Framtíð Neistans

Tað er mín vón, at Neistin elsta hondbóltsfelag í Føroyum, eisini næstu árini fær góðan byr. Nýggj ættarlið og foreldur at neistaspælarum hava nú tikið yvir leiðsluna í Neistanum, og hetta fegnast tú um. Vit eldru kunnu vegleiða og taka hond í, tá ið boð eru eftir okkum. Eg má endurtaka,  at Neistin er í góðum hondum, og hetta vil eg takka øllum neistafólkum fyri. Besta manslið og besta kvinnulið vóru steypafinalunum, har kvinnur vunnu finaluna og eru eisini komnar í FM-finalurnar. Eg fegnist um, at ungdómsdeildirnar eru mentar í vetur, og at ungdómsmennari er settur í starv í felagnum.

U8 ungdómar. Vit skulu hjúkla um okkara yngstu spælarar.
U8 ungdómar. Vit skulu hjúkla um okkara yngstu spælarar.

Einaferð var bara eitt hondbóltsfelag í Suðurstreymoy, nú eru feløgini fýra: Kyndil, ÍA, H71 og Neistin. Felag okkara skal áhaldandi halda fram at menna ungdómsdeildirnar, og felagið skal borðreiða við góðari hondbóltsvenjing og harvið góðum venjarum. Um so verður gjørt, legst til við spælarum, og menningin og góðu úrslitini koma av sær sjálvum.

Hjartaliga tillukku við teimum 85 árunum øll somul. (Vagnur)


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>