
Ikki er torført hjá fólki at finna útav, nær vit halda jól, og hví vit halda jól. Jólaaftan er altíð 24. desember, og tá var Jesus føddur. Men torførari er hjá fólki at finna útav, nær páskirnar eru, tí tildømis Langi fríggjadagur er ikki ávísan fríggjadag hvørt ár.
Fólk taka mangan til: – Páskirnar eru tíðliga í ár. Fert tú á gøtuna og spyrt fólk, hví páskirnar eru tíðliga, so vita tey flestu ikki, men summi siga kanska soleiðis: – Er tað ikki okkurt við mánanum, sum ger av, nær páskirnar eru. Og rætt hava tey.
Páskirnar eru upprunaliga ein siðvenja hjá jødum, har mann hátíðarhelt flýggjanina úr Egyptalandi. Jødarnir avgjørdu dagin fyri páskirnar út frá mánanum. Páskirnar skifta nevnliga dag hvørt ár, og tí er ringt at vita, nær vit skulu halda páskir. Børnini gleða seg til sjokulátaeggini og at rulla páskaeggini. Onnur hugsa um páskadøgurðar, kirkjugongd, møti og harvið um Jesusar krossfesting, og at Jesus reisir upp triðja dagin. Eftir langan myrkan vetur treingja fólk eisini til nakrar frídagar.
Páskirnar liggja altíð á tí fyrsta sunnudegnum eftir fyrsta fullmána eftir várjavndøgur, so tað er, sum jødarnir avgjørdu á sinni. Páskaliljur eru knýttar at páskunum, men í ár eru páskirnar tíðliga, og tí síggja vit ikki nógvar páskaliljur á páskum. Uttan fyri hjá okkum eru páskaliljurnar ávegis, men vit mugu bíða einar tvær, tríggjar vikur til vit síggja fyrstu vøkru páskaliljurnar. Tær, sum standa í lívd, spetta sjálvandi fyrr enn aðrar. (Vagnur)