Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Stigatalvan og spennandi endaspurturin í grundspælinum

$
0
0
VÍF er framvegis liðið, sum hevur bestu møguleikar at náa FM-finalurnar. (Mynd Álvur)
VÍF er framvegis liðið, sum hevur besta møguleikan at náa FM-finalurnar. (Mynd Álvur)

Eg rokni við, at mansspælarar hjá VÍF, KÍF og Kyndli hava meira enn einaferð hugt at stigatalvuni, tí “teoretiskt” kunnu øll trý liðini náa FM-finalurnar, tó Kyndil við heilt lítlum møguleika. VÍF og Kyndil hava tveir dystir eftir at spæla, meðan KÍF hevur tríggjar dystir. VÍF og KÍF kunnu sjálvi gera av, um tey koma í FM-finalurnar, liðini skulu bara vinna restandi dystirnar. VÍF skal spæla í Kollafirði 13. apríl, og skal KÍF vinna við meira enn tólv málunum, skal liðið vera betri í innanhýsis málum í mun til VÍF. 3. apríl skal KÍF inn á Skála at spæla ímóti StÍF, og tá kann nógv broytast á stigatalvuni, og gitingarnar hava tá eitt annað grundarlag.

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 H71 22 598 483 115 37
2 VÍF 22 627 584 43 28
3 KÍF 21 492 451 41 26
4 Kyndil 22 594 536 58 25
5 StÍF 21 555 559 -4 20
6 Neistin 21 503 534 -31 14
7 Team Klaksvík 21 479 701 -222 0

Siga vit, at KÍF vinnur á StíF 3. apríl, so eru VÍF og KÍF jøvn í stigum við 28 stigum. Síðan kemur avgerandi dysturin í Kollafirði 13. apríl, og vinnur KÍF dystin, so er tað H71, sum kann velja, um liðið vil spæla ímóti VÍF ella KÍF í FM-finalunum. Tó skal sigast, at VÌF skal tá vinna á Neistanum í Vestmanna í seinasta dystinum.

So kann onkur spyrja, hvar tann teoretiski møguleikin er hjá Kyndli. VÌF skal tapa dystirnar fyri KÌF og Neistanum, og KÍF skal tapa fyri StÍF og H71. Tá hava VÍF og KÍF 28 stig. Kyndil skal vinna á Team Klaksvík og H71. Tá hevur Kyndil 29 stig. Hyggja vit at restandi dystum, so liggur VÍF best fyri at náa FM-finalurnar. Tó má eg leggja aftrat, at tað óskiljandi ella rættari sagt ræðandi, at eitt topplið sum VÍF, sum er favorittur at komu í FM-finalurnar, letur 72 mál fara í VÍF í tveimum fylgjandi dystum.

30.03.2016 20.00 Ítróttarhøllin á Skála A178 StÍF KÍF
03.04.2016 16.00 Høllin á Hálsi A177 Kyndil H71
03.04.2016 19.00 Høllin á Hálsi A176 Neistin Team Klaksvík
13.04.2016 20.00 Høllin á Hálsi A180 Neistin StÍF
13.04.2016 20.00 Klaksvíkar Badmintonhøll A179 Team Klaksvík Kyndil
13.04.2016 20.00 Ítróttarhøllin í Kollafirði A181 KÍF VÍF
16.04.2016 16.00 Ítróttarhøllin á Skála A182 StÍF Team Klaksvík
16.04.2016 16.00 Høllin í Vestmanna A183 VÍF Neistin
16.04.2016 16.00 Hoyvíkshøllin A184 H71 KÍF

Er manskappingin áhugaverd í endaspurtinum í grundspælinum, so er kvinnukappingin ikki minni áhugaverd. Kyndil og VÍF kappast um at koma í FM-finalurnar at spæla ímóti Neistanum. Og tað eru júst VÍF og Kyndil, sum 28. mars, tað vil siga annað påskadag, spæla í Vestmanna. VÍF-kvinnur spæla her við rygginum ímóti múrinum og eru í júst somu støðu sum seinasta kappingarár. Tá skuldi VÍF vinna á Kyndli í Vestmanna, men tapti við einum máli. VÍF skal vinna dystin, skal liðið varðveita møguleikan at koma í FM-finalurnar.

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 Neistin 17 415 320 95 30
2 Kyndil 17 386 316 70 24
3 VÍF 17 452 418 34 23
4 Stjørnan 17 355 456 -101 9
5 StÍF 16 324 378 -54 8
6 VB 16 360 404 -44 6

Siga vit, at VÍF vinnur á Kyndli og vinnur í Vági 10. apríl, ja, so standa neistakvinnur knappliga við møguleikanum at velja, um tær vilja spæla FM-finalur ímóti Kyndli ella VÍF. Men ikki rokni eg við, at henda støðu uppstendur.

Tað løgna við dystinum í Vestmanna mánadagin er, at VÍF-venjarin stendur í løgnari støðu. Hann skal royna at vinna VÍF dystin, men á kyndilsliðnum spælir dótturin, sum skjeyt ellivu mál í seinasta dystinum. Hesin evnaríki spælarin, kann gott koma at gera av, um VÍF framvegis er partur í FM-finalustríðnum ella enn einaferð má siga farvæl til FM-dreymarnar. Vit síggja á stigatalvuni og restandi dystunum, at kyndilskvinnur hava annan fótin í FM-finalunum, men kanska vilja VÍF kvinnurnar nakað annað hesuferð. (Vagnur)

24.03.2016 19.30 Høllin á Hálsi D152 Kyndil StÍF
28.03.2016 14.30 Høllin í Vestmanna D154 VÍF Kyndil
28.03.2016 14.30 Høllin á Hálsi D153 Neistin VB
02.04.2016 13.30 Ítróttarhøllin á Skála D156 StÍF VB
03.04.2016 14.30 Høllin á Hálsi D155 Kyndil Stjørnan
06.04.2016 18.30 Ítróttarhøllin á Skála D149 StÍF Stjørnan
10.04.2016 14.30 Høllin á Hálsi D157 Neistin StÍF
10.04.2016 15.00 Høllin í Vági D158 VB VÍF
16.04.2016 14.30 Høllin í Vestmanna D159 VÍF Neistin
16.04.2016 15.00 KÍ-Høllin D160 Stjørnan VB

Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>