Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Nakrar hugleiðingar fyrsta páskadag Yviri við Strond

$
0
0
jkjkj
Ófatuligt, at fólk ætlaðu at oyðileggja vakra økið Yviri við Stond. (Mynd Vagnur)

Fyrsta páskadag stóð eg eina løtu við vegjaðaran Yvir við Strond og hugleiddi eitt sindur um tað, eg sá. Hetta vakra stað við góðum útsýni eystur og suður í hav. Válgaravík, har tú sum lærari plagdi at spáka millum steinarnar, meðan næmingar leitaðu eftir krabbum. Minnast aftur á løtur, tá brimið kom eysturi úr opnum havi, har aldumegin var so stór og sterk, at tað skolaði niðan á vegin. Tú sært á lendinum, hvussu veður og vindur hevur máa úr lendinum. Teir byrjaðu í Válgarvík at laða Stóragarð, sum skuldi halda seyðinum burtur frá innangarðsjørðini í Havn. Lítið er eftir av Stóragarði, tó so, smáir bitar millum annað í garðinum hjá okkum. Knappliga hvakk eg við, tí nú ímyndaði eg mær handan nógv umtalaða vegin, sum skuldi oyðileggja  hesa vøkru perlu Yvir við Strond.

jhjhjh
Tíbetur fær seyður framhaldandi frið fyri stóru bingjubilunum, sum skuldi koyra eftir nýggja vegnum. (Mynd Vagnur)

Tunga ferðslan frá nýggju bingjuhavnini skuldi leiðast eftir breiðum vegi fram við sjómálanum og koma niðan aftur á vegin við Válgaravík. Tíbetur er henda ætlan slept, men eina løtu hugsaði eg um, at fólk kunnu vera so ør í høvdinum bara at hugsa tankan at fremja slíka ætlan. Uppgangurin kann var øgiligur Yvir við Strond, og skuldi hesin vegur komið, mátti byggjast høgur, ja, onkur segði ellivu metur høgur betongveggur, so stóru bingjubilarnir ikki vóru fjaldir í sjóroki. Tað er jú opið hav eystur í hav.

Tankarnir hesa løtuna leita eisini til Eysturoyartunnilin, har landsmynduleikar nú eru farnir at gera veg til tunnilin. Fólk á Hvítanesi eru í øðini, tí vegurin forðar útbygging av Hvítanesi. Málið um Eysturoyartunnulin, útbyggingina av Tórshavnar Havn og Saltsøluna eru stórar ætlaninir, sum ikki eru nóg væl umhugsaðar. Tað sýnist, sum har sita nøkur fólk við eitt tekniborð, og so má náttúran, bygdarfólk og onnur bara sita hendur í favn og nikka. Hetta er ikki nóg gott.

Stórigarður við Válgaravík. (Mynd Vagnur)
Stórigarður við Válgaravík. (Mynd Vagnur)

Eg haldi, at tað er alt ov ússaligt, at vit so mangan uppliva, at tá ætlanir eru um at fara í gongd ella eru farnar í gongd, so fær borgarin at vita um ætlanina. Skilji ikki leiðsluna í Eysturoyartunlinum, at tey ikki hava tikið hvítanesfólk og Tórshavnar kommmuna upp á ráð. Hesin betongpolitikur, sum landsstýrismaðurin Henrik Old eisini stuðlar, er skeiv leið at ganga.

Eina løtu aftrat standi eg og hyggi suður í Havn. Niðan fyri vegin ganga nakrir seyðir. Tú sært á gongulagnum, at lembingin nærkast. Úti í Nólsoyarfirði liggja trý skip fyri teymi, onkur fer rennandi Yvir við Strond í venjingarbúna, og á gongubreytini spáka nøkur fólk. Jú, Yvir við Strond er hugnaligt, sjálvt um nógv ferðsla er í økinum. Vakra perlan Yvir við Stond er økið frá vegnum oman í fjøruna, og tíbetur var fjøran ikki oyðiløgd  hesuferð. Havnarnevndin í Havn lurtaði eftir bogarunum. Skansin missir ikki útsýnið suður í hav, og vit kunnu framvegis fegnast um Válgaravík, Stóragarð og vakra sjóvarmálan Yvir við Stond. (Vagnur)

 


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>