Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Vit bíða framvegis í tolni eftir brúnni um Sandá

$
0
0
Nú nærkast, men eftir er at asfaltera brúnna, ja, so allir snøklarnir. (Mynd Vagnur)
Nú nærkast, men eftir er at asfaltera brúnna, ja, so allir snøklarnir. (Mynd Vagnur)

Haldi ikki, at fólk leggja so nógv í, at tað dregur út at fáa brúnna um Sandá lidna. “Bara hon kemur, og at menn arbeiða á brúnni hvønn dag”, siga fólk. Eg havi fylgt hesum arbeiðnum frá byrjan, tí eg koyri fleiri ferðir um vikuna har á leiðini. Løtan, tá borgarstjórin skal klippa snórin, er útsett fleiri ferðir. Á ólavsøku í fjør skuldi brúgvin vera liðug, og so skuldi brúgvin ikki gerast jólatrøll. Síðani sá eg dagin 28. februar standa onkrastaðni, og nú siga fólk, at brúgvin letur upp flaggdagin. Eg vóni, tey meina flaggdagin komandi. Teir hava fingið fatur í rundkoyringarnar báðumegin, men so skal brúgvin asfalterast, og trygdin skal vera í lagi. Hugsi mangan, hvussu torført tað má vera hjá fyritøkum at bjóða upp á slík stór arbeiði. Hvussu við dagbøtum? Vit sóu eisini í fjølmiðlunum herfyri, hvussu ymisk tilboðini vóru at útbyggja Tórshavnar Havn. Lægsta tilboðið var 387 milliónir krónur, meðan hægsta tilboðið var slakar 800 milliónir krónur. Í Føroyum hava fyritøkur stórar trupulleikar at halda tíðarætlanina, men sum eg skilji, so eru tað ikki bara fyritøkurnar, sum hava skuldina. Vit hava hoyrt um broytingar í tekningum, meðan arbeiði fara fram. (Vagnur)


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>