Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Norðlýsið fór í 1945 av bakkastokki á Tórshavnar skipasmiðju

$
0
0

Birgir Enni og Norðlýsið hava nú í tretivu ár siglt við ferðafólki kring landið. (Mynd Vagnur)
Birgir Enni og Norðlýsið hava nú í tretivu ár siglt við ferðafólki kring landið. (Mynd Vagnur)

Kemur tú oman í Vágsbotn hesa tíðina á árinum og til einaferð í heyst, sært tú Birgir Enni nærindis, um Norðlýsið liggur við bryggju. Hóskvøldið var einki undantak, tí Birgir og ungur dani bankaðu rust á bryggjuni. Nú skuldi ketan og akker gerast klár til summarsiglingina. Birgir er prátingarsamur maður, og hann greiddi mær eitt sindur um matgerð, og at boð eru fleiri ferðir eftir honum uttanlands at gera henda forkunnuga matin hjá Birgiri. Hann er jú kendur fyri góðu fiskasuppurnar, og so øðurnar, sum fólkum dámar so væl. Partafelagið Ùtferðir eigur Norðlýsið, har Birgir sjálvur, sonurin og onnur eru partaeigarar. Hann hevur nú í tretivu ár siglt við ferðafólki við Norðlýsinum. Eg havi til stuttleika funnið nakað tilfarið um Norðlýsið, sum var bygt á Tórshavnar skipasmiðju í 1945. Vakurt far, má eg siga.  

Norðlýsið TN 24 er annar nýbygningurin av Tórshavnar Skipasmiðju. Tann fyrsti var Vón, sum Sigurð Simonsen í Fuglafirði bygdi. Kjølurin til Norðlýsið var strektur 20. apríl 1943, og 5. mai 1945 varð skipið latið Pf. Uvak í Havn.
Skipið varð brúkt sum línu-, snøris- og snelluskip. Men í mai mánaði 1948 treyt teimum agn. Við Jógvani Páll Fjallsbak sum skipara fór Norðlýsið tí norður um Føroyar við nøkrum fáum gørnum at royna eftir sild. Teir fingu nógva og góða sild, fóru út aftur við 40 gørnum og groyndu til ólavøku millum 40 og 90 fjórðingar í ein landnyrðing úr Fugloynni. Soleiðis byrjaði tann føroyska sildaveiðan, sum hevði so stóran týdning í fimti- og sekstiárunum.

Hóskvøldið bankaði Birgir og ungur dani rust á bryggjan. Akker og keta skuldu gerast klár til summarsiglingina. (Mynd Vagnur)
Hóskvøldið bankaði Birgir og ungur dani rust á bryggjan. Akker og keta skuldu gerast klár til summarsiglingina. (Mynd Vagnur)

31. januar 1953 seldi Pf. Uvak Norðlýsið. Keypari var Pf. Við Sjógv í Kollafirði, sm síðani seldi Carl August Jensen, keypmanni í Kollafirði, skipið. Hann hevði Norðlýsið í trý ár og seldi tað so til Klaksvíkar. Keyparar vóru brøðurnir Jógvan og Jákup Heinesen, svágur teirra Julius Sørensen og pápabeiggi teirra, Fischer Heinesen. Teir áttu ein fjórðing hvør, og skrásetingarnummarið varð nú broytt til KG 386. Hesir fýra eigararnir stovnaðu 6. mars 1957 Pf. Ekliptika, sum yvirtók Norðlýsið.
Skipið var í Klaksvík í 9 ár. 4. mars í 1965 vórðu bæði partafelag og skip seld til Havnar. Jákup Johansen – Jákup hjá Carl á Lag – keypti Norðlýsið. Í nevndini sótu Jákup sjálvur, sonurin Páll og konan Elsa. Skrásetingarnummarið varð nú TN 24. Meðan Jákup hjá Carl á Lag átti Norðlýsið, varð tað í fleiri ár reitt út í Hvalba.
Pf. Ekliptika í Havn átti Norðlýsið, líka til Pf. Aurora Borealis í Havn keypti tað 25. juni 1984 og bygdi tað um til seglskip. Millum teir, sum tóku stig til hetta, vóru Tróndur Patursson, Tórmóður Dahl, Helgi Nyholm Debes, Birgir Enni, Kjartan Johansen, Thomas Arabo, Milson Zachariassen, Ivan Johansen, Óla Jákup Müller, Tryve Árting og Knút Nolsøe.
Millum skipararnar á Norðlýsinum kunnu nevnast Thorvald Andreassen í Havn, sum var tann fyrsti, ið førdi tað, Jógvan Páll Fjallsbak, Ingolvur Andreassen (bróðir Thorvald), Jógvan Heinesen í Klaksvík og Magnus Olsen. Seinastu mongu árini hevur Birgir Enni verið skipari. (Vagnur)      (Kelda: Forngripasavnið)


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>