Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Neistin 85 ár – Neistakvinnur vunnu í 1943 fyrstu FM-kapping

$
0
0
Neistakvinnur vinna meistaraheitið í 1943. Aftast fr.v: Hermanda Jacobsen og Helena Dal-Cristiansen. Miðjan fr.v: Helga Magnussen, Súsanna Poulsen, Jacobina Jacobsen og Elsa Hansen. Fremst málverjin Elisabeth Johansen. Eftirnøvnini eru gentunøvnini.
Neistakvinnur vinna meistaraheitið í 1943. Aftast fr.v: Hermanda Jacobsen og Helena Dal-Cristiansen. Miðjan fr.v: Helga Magnussen, Elsa Hansen , Súsanna Poulsen og Jacobina Jacobsen. Fremst málverjin Elisabeth Johansen. Eftirnøvnini eru gentunøvnini. (Onkur kann rætta meg, tí eg ivist í raðfylgini á tveimum kvinnum)

Hondbóltsfelagið Neistin var stovnað 21. mars 1931, men ikki fyrr á sumri í 1943 var skipað fyri fyrstu landskapping fyri menn og kvinnur. Nógv ungfólk vóru heima undir krígnum, tí var lætt at manna liðini. Mansliðið hjá strandingum vann meistaraheitið í 1943, 1944 og 1945. Neistakvinnur vunnu meistaraheitið í 1943, Vípan av Sandi vann í 1944 og Stjørnan úr Klaksvík vann meistaraheitið í 1945. Neistakvinnur vunnu aftur meistaraheitið í 1946. Tá kríggið var av, følnaði hondbólturin nógvastaðni, tí ungdómurin minkaði í stórum tali í bygdunum. Tey fóru uttanlands, út at tæna, og ungir menn fóru aftur til skips. Løgið at hugsa sær, at kvinnur undir krígnum spældu hondbólt í Sandvík, Akrabyrgi,  Hvalba, Skúvoy, Nólsoy, Gøtu og aðrastaðni kring landið, har tey framvegis spæla hondbólt. Myndin omanfyri er søgulig, og tað er gott, at vit eiga mynd av kvinnuliðnum frá 1943. Verri er við neistamonnum, sum vunnið meistaraheitið í 1949, 1953 og 1955. Eg havi leitað í hvørjum króki í Føroyum, men eingin liðmynd er at finna av neistamonnum hesi trý FM-árini. Spell. Tit leggja til merkis, at kvinnurnar á myndini hava búmerkið hjá Havnar fimleikafelag í bringuni. Tær gjørdu allar eisini fimleik, og uttan iva vóru ongar neistatroyggjur tøkar til landskappingina. (Vagnur)


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>