
Áhugavert at síggja fleiri góðar hondbóltsdystir um vikuskiftið. Nú havi eg alla mína tíð fylgt danska manslandsliðnum, men eisini øðrum landsliðum, og tí var eg spentur at síggja, um danska liðið megnaði at koma OL-leikirnar í Brazil. Liðið spældi herfyri ein venjingardyst í Týsklandi, har Mikkel Hansen ikki var við. Ikki gekk væl, og har sást tú veikleikarnar á liðnum, sum aftur kom til sjóndar í øllum trimum dystunum ímóti Kroatian, Norra og Bahrein. Og hvørjir eru so afturvendandi trupulleikarnir?
Danska landslið hevur tveir heimsspælarar í Mikkel Hansen og málverjanum Niklas Landin. Liðið hevur eisini frálíkar vengur, miðverjan er vorðin betri, tó ikki so góð sum fyri fáum árum síðani, tí miðgarparnir tá spæla ikki nú. Heilt stóri veikleikin á danska liðnum er, at liðið hevur ongan heimsspælara á høgra bakki. Mads Christiansen er góður í løtum, men ov einstáttaður spælari og lættur at lesa av. Hampuliga góður verjuspælari.

Síðan kom Kasper Søndergaard á vøllin í seinna hálvleiki í øllum trimum dystinum. Frálíkt avrik ímóti Kroatia og Norra, men Kasper kann ikki brúkast í verjuni. Síðani sást í øllum trimum dystunum fyrst í fyrra hálvleiki, at Rasmus Lauge ikki skal byrja dystin. Hann spælir tey somu uppspælini, driblar alt ov nógv og rennur seg fastan, so álopið steðgar. Við Mikkel Hansen, Rasmus Lauge og Mads Christiansen í bakketuni, høvdu danir tapt allar tríggjar dystirnar.
Ikki fyrr enn Rasmus Lauge fór á skiftingarbonkin, og Mads Mensah kom í álopið, kom fer á danska spælið, og ringa gongdin vendi. Tú skal ikki vera aljtóða íslendskur landsliðsvenjara at síggja slíkt, hetta kunnu øll bara við lítlum skili fyri spælinum síggja. Og sjálvt um Gudmundur sá hetta ímóti Kroatia og Norra, so byrjaði hann aftur við sum uppstilling ímóti Bahrein. Mikkel Hansen stóð stillur sum ein útbrend saltsúla, og Rasmus Lauge helt fram, har hann slepti ímóti Kroatia og Norra.
Danir hava ikki nóg gott landslið í løtuni, tí har eru nógvir “manglar”. Eg haldi, at Gudmundur tók fleiri skeivar avgerðir í øllum dystunum. Vit skulu jú minnast til, at Danmark spældi á heimavølli við 12.000 ásoðarum í rygginum, og í danska málinum stóð ein av heimsins bestu málverjum. Í dystinum saknaði eg skjótálopini hjá dønum, sum áður var vørumerki hjá liðnum. Her haldi eg, at Henrik Mølgaard, sum var óførur í verjuspælinum, seinkaði skjótálopunum.
Linjuspælarin Henrik Toft vardi væl og kann vera væl nøgdur við sítt avrik. Eg hevði ilt av, hvussu Gudmundur fór við Michael Damgaard. Spælarin, sum spældi í heimsflokki í kappingini í Polen. Hann slapp slett ikki inn uttan fáar minuttir ímóti Bahrein. Okkara góði Anders Eggert er ikki hin sami sum áður osaka av fleiri skaðum í seinastuni, men Lasse Svan á høgra vongi spældi upp til sítt besta. Danska landsliðið er ikki millum tey bestu landsliðini í løtuni. Og ímóti Bahrein spældi liðið av skiðuni, har spæligleðin var burtur, og eingin stríðsvilji. Enn einaferð bjargaði Niklas Landin dønum undan tapi.
Áhugavert at síggja norska liðið ímóti dønum. Taktiskt verjuspæla, og tann drívmegin fram eftir vøllinum í skjótálopunum. Norra var óheppið ikki at vinna dystin ímóti dønum. Norska liðið er vorðið at spennandi landslið við nógvum evnaríkum ungum góðum spælarum. (Vagnur)