
Í ár 2000 byrjaði ein gulltíð hjá kvinnuhondbóltinum í Klaksvík. Stjørnan vann seks meistaraheiti frá 2000-2010, og Stjørnan var tíggju ferðir í steypafinaluni frá 2002 til 2012, har liðið vann sjey steypafinalur. Frálíkt kvinnulið við nógvum góðum royndum spælarum, og tað eydnaðist felagnum at finna røttu góðu útlendingarnar. Nú skrivað vit 2016, og Stjørnan í bestu deildini er ikki frammi í oddanum í løtuni. Hetta havi eg tosað um við Kristoffur Ragnarsson, formann í Stjørnuni. – Tað hevur haltað við ungdómsarbeiðinum, men næstu tvey árini fer besta liðið hjá Stjørnuni at mennast munandi. Annar haldi eg, at vit nú mugu skilja sundur mans-og kvinnukappingina, so tær gerast tvær sjálvstøðugar kappingar, sigur Kristoffur..
Stjørnan hevur lið við í bestu deildini, eitt 1. deildarlið, gentur 17 ár, gentur 14 ár, gentur 12 ár, gentur 10 ár og einki gentur U8 lið. Tað er ikki nógv ár síðani, at Stjørnan hevði so nógvar spælarar bæði eldri og yngri, at felagið kundi mannað tvey kvinnulið, sum vóru frammi í oddanum í bestu deildini. Ein stamma við “eldri” spælarum, góðir útlendingar og ungir spælarar. Eg spyrji fyrst Kristoffur, hvussu støðan er í løtuni norðuri í Klaksvík, og Kristoffur sigur:

– Gulltíðin byrjaði, sum tú sigur, í ár 2000, og nógvu næstu árini høvdu vit heilt gott kvinnulið, sum vann bæði meistaraheiti og steypakappingina fleiri ferðir. Góð samansetning av heilt góðum spælarum. Men so knappliga mistu vit spælarar, og tað eina árið vóru sjey kvinnur við barn, sum er natúrligt, men kvinnuliðið merkti sjálvandi sviðan av hesum. Vit høvdu annars gott lið bara við føroyskum spælarum, tá Barbara Brauer spældi í Neistanum, men henda kvinnan var í serflokki í kappingini.
– Eingin loyna, at ungdómsarbeiðið hjá Stjørnuni hevur ikki verið nóg gott seinnu árini, og nú er vit í tí støðu, at allir teir eldru spælararnir eru farnir ella givnir uttan Una Olsen. Besta liðið er mannað við Unu, og so eru hinir spælararnir frá 24 ár niður í 18 ár. Tær ungu eru óførar, og tá tú spyrt meg um næstu eitt, tvey árini, so eri eg bjartskygdur og havi eg góðar vónir, tí tær ungu vera jú eitt ár eldri hvørt ár og mennast. Vit koma fram í oddan aftur heilt skjótt. Eg haldi, at tað sær áhugavert út hjá okkum, sigur Kristoffur.

Vit mugu broyta kappingina hjá kvinnum og monnum.
Kristoffur er ógvuliga bersøgin, tá hann sigur, at tey í Stjørnuni eru ógvuliga ónøgd við, hvussu landskappingin hjá kvinnum og monnum eru lagdar. Tað, at tey stóru feløgini vilja hava bæði kvinnur og menn sama dag ger, at vit fáa eina avskeplaða landskapping bæði hjá kvinnum og monnum. Hvat meinar Kristoffur við, tá hann sigur slíkt?
– Ja, vit eru ónøgd við, at kvinnukappingin og manskappiging verða tengd saman, sum sjálvandi skulu vera tvær ymsar sjálvstøðugar kappingar. Tá feløg sum tildømis Kyndil, Neistin og VÍF vilja hava, at kvinnur og menn skulu spæla sama dag, so avskeplast kappingin. Vit mugu hava virðing fyri áskoðaranum, og tá hann ikki finnur útav, nær liðini spæla, so fækkast sjálvandi áskoðaratalið. Nú blanda vit saman bæði kvinnur og menn, og tí síggja kappingarnar út, sum tær gera. Dystir spældir allar dagar í viku, og dystir fluttir við lítlum skotbrái.

– Tá kappingarnar soleiðis eru samantvinnaðar, so avskeplast kappingarnar og eisini stigatalvurrnar. Summi lið hava kanska spælt sjey dystir og summi lið fýra ella fimm dystir. Áskoðarin má vita, nær liðið hjá teimum spælir, og vit mugu spæla aðru hvørjaferð heima og úti. Okkum dámar best, at Stjørnan spælir sunnudag seinnapart. Nú verða nógvir dystir blakaðir onkrastaðni í viku.
– Norðuri hjá okkum koma nógv færri áskoðarar mitt í viku enn tildømis sunnudag, tá fólk hava frí. Tey orka ikki eftir strævnan arbeiðsdag at fara í høllina seint eitt miku- ella hóskvøld. Hetta mugu vit fáa broytt ongantíð ov skjótt. Vit mugu hava respekt fyri spælarum og áskoðarum. Eg haldi ikki, at HSF skilir okkara støðu her norðurin, tí vit hava sagt frá hjá HSF, men svarið vit fáa frá umsitingini, kunnu vit ikki brúka til nakað sum helst.

– Tá vit koma til dómararnar, so skulu sjálvandi øll feløgini geva sítt íkast til dømingina. Sjálvandi skulu feløgini eggja fólkum at døma, men dómarafelagið má gera sítt heimaarbeiði. Eg haldi, at vit eru alt ov bangin at lata dómarar døma dystir í bestu deildini, tí hava vit kanska so fá dómarapør. Fólk mugu sleppa framat og ikki bara tey trý, fýra útvald dómarapør, sum døma alt ov nógvar dystir. Ein hugburðbroyting má fara fram, sigur Kristoffur Ragnarsson at enda.
Eins og eg skrivaði í greinini um VB kvinnur, so er mín vón, at gentu-og kvinnuhondbólturin í Klaksvík fær góðan byr. At tey fáa ment ungdómsdeildirnar, og at vit síggja besta kvinnuliðið aftur frammi í oddanum. Ragnar sigur mær eisini, at tað er ikki kappingin um ungdómin í Klaksvík tildømis við flogbóltinum, sum ger, at liðini hjá Stjørnuni ikki klára seg so væl í løtuni. Hann viðgongur, at tey hava ikki gjørt nóg gott arbeiði í ungdómsdeildunum seinnu árini.
Eg gevi eisini Kristoffur púra rætt, tá hann finnist at, hvussu kappingarnar hjá kvinnum og monnum eru lagdar. Havi fleiri ferðir víst á, at dómaratrotið ger av, hvussu báðar kappingarnar vera lagdar, og hetta líkist ongum. Øll feløgini mugu taka seg saman og fáa skil á hesum. Kristoffur Ragnarsson er 62 ár ára gamal, og hann hevur verið virkin í Stjørnuni síðani hann var fjúrtan ára gamal. Tað vil siga í 48 ár. Hann hevur verið formaður í fleiri tíðarskeiðum. Hann gjørdist formaður aftur í Stjørnuni í 2002 og hevur verið formaður síðan. (Vagnur)
–