Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Fekk sjáldsama løgið aftursvar frá HSF-skrivstovuni

$
0
0
HSF skal læra seg at geva fjølmiðlafólkum væl undirbygt aftursvar. (Mynd Vagnur)
HSF skal læra seg at geva fjølmiðlafólkum væl undirbygt aftursvar. (Mynd Vagnur)

Fyri nøkrum vikum síðani skrivaði eg sum fjølmiðlamaður nøkur orð til Hondbóltssambandið og spurdi, hví júst hesir dómarar vóru settir at døma nakrar dystir í bestu deildini. Nú roknaði eg við, at hetta skrivið endaði hjá nevndini í HSF, men so var ikki. Umsitingin avgreiddi skrivið og gav mær sjáldsamt svar. Tað var sagt, at skal nevndin eisini hava skrivið, so mátti eg viðmerkja hetta. Hetta er uttan iva rætt. Tað vóru nakrir setningar í aftursvarinum, sum eg haldi hevur áhuga, tá vit tosað um dómarastøðuna í hondbóltinum.

Nú er tað soleiðis, at eg í fleiri ár havi funnist at, at vit hava alt ov fáar A-dómarar, og vit slíta upp hesar dómarar, sum døma somu dystir viku um viku. Eisini havi eg ført fram, at fleiri feløg, sum hava lið í bestu deildini, fáa fríspæl í sambandi við dømingina. Tey geva ikki sítt íkast at døma dystirnar í bestu deildini. Eg havi ongantíð skrivað eitt orð um, hvussu dómararnir døma dystirnar. Havi bara vist á, at vit mugu miðja eftir at fáa uttanveltaða døming í Føroyum, sum var, tá eg sjálvur spældi í bestu deildini í trettan ár.

Eg havi harða húð í hvør fall, tá eg skrivi um døming. Á øðrum øki er húðin kanska meira moyr. Tá eg ógvuliga sjáldan skrivi til HSF, so vænti eg eitt gott og skilja gott svar. Tað plagi eg at fáa, men ikki hesu ferð. Í svarinum viðgongur HSF skrivstovan, at støðan kundi verið betri á dómaraøkinum, og at tey arbeiða við málinum til tess at fáa støðuna betri.

Men so koma hesi orðini í svarinum: Tað er mín fatan, at tín skriving júst um hetta evni (dømingina) er negativ og niðurbrótandi. Annars skal eg heilsa og siga, at tín skrivin um døming ger ikki støðuna betri. Nu toli eg slíkt aftursvar, tí tá tú skrivar og finnist at, mást tú eisini tola, at onnur finnast at tær. Hetta eru spælireglarnar. Mær dámar slett ikki hatta aftursvarið, tí tað samsvarar slett ikki við støðuna í føroyskari døming, sum ongantíð hevur verri enn júst nú.

Ikki at teir fáu A-dómararnir ikki døma nóg væl, men at teir eru alt, alt ov fáir, og at fleiri feløg eisini stór hondbóltsfeløg ongar A-dómarar hava. Eisini havi eg skrivað um uttanveltaða døming, sum er grundarsteinurin í allari altjóða døming. Men tað kemur eldur í summar persónur eisini í HSF, tá eg nevni orðini uttanveltaða døming. Dugi bara ikki at skilja, at tað er negativ og niðurbrótandi skriving, tá eg nevndi, at vit vanta A-dómarar, at summi feløg spæla fríspæl á dómaraøkinum, og at vit ikki hava nóg góða uttanveltaða døming í Føroyum.

Eg veit, at tey allar flestu hondbóltsfólkini halda júst tað sama sum eg. Havi samband við heilt nógv hondbóltsfólk kring alt landið. Tá alt omanfyri er sagt, so veit eg, at okkara samfelag er lítið og “forholdini” smá. Eg fegnist um, at HSF hevur sett so nógv landsliðsarbeiði á skinnaran, men HSF skrivstovan og HSF nevndin má tola, at onkur finnist at. Dómarastøðan er nú vorðin so ring við so fáum A-dómarum, at landskappingin má leggjast soleiðis, nær teir fáum A-dómararnir eru tøkir. Tí liggja dystirnir allar dagar í viku, so ákoðarin veit hvørki út ella inn. Liðini spæla heldur ikki seinastu umførini samstundis.

Vit mugu fyri alt í verðini miðja eftir uttanveltaðari døming í Føroyum. Alt ov lætt bara at siga, at okkara samfelag er so lítið og forholdini tí smá. Høvdu øll hondbóltsfeløgini í Føroyum givið sítt íkast til dømingina í bestu deildini, so var eingin trupulleiki at seta uttanveltaðar dómarar at dømt FM-finalurnar og allar dystirnar í grundspælinum. Góðar FM-finalur øll somul. (Vagnur)

 

 


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>