Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Tá ið havnarfólk mistu Molan sum besta áskoðarapláss

$
0
0
Róðrarmálið í Havn er bara 901 metur langt. (Mynd Vagnur)

Molin var besti sýnisgluggin hjá kappróðrinum í Havn. Í 2004 stongdi Tórshavnar Havn Molan, og rógvarar máttu vera bilarnar og áskoðararnar á Molanum fyri uttan, sum bæði rennandi, súkklandi og koyrandi í bili heimeftir fylgja bátunum. Molin var besti sýnisgluggin hjá kappróðrinum í Havn. Tíverri mistu vit henda sýnisglugga.

Molin í Havn hevur sína søgu, og vilt tú vita alla søguna um Molan, so finnur tú alt tilfarið í bókini “Verjir fyri Havnarvág”, sum Mikkjal Helmsdal sáli gav út í 1994. Á blaðsíðu 155 í bókini stendur at lesa, at 18. februar 1922 verður sáttmáli undirskrivaður, og søgan um molan byrjar. Søgan um molan, sum broytti Havnina frá einum brimplássi til eina góða skipahavn, har skip kunnu liggja í øllum veðri.

Tey ungu í dag kenna óivað ikki “ein kaitúr”, men hevði Molin sloppið at fortalt søgur av Molanum, var tilfar til nógvar bøkur. At fara ein túr út á Molan var ein so stórur partur av lívinum hjá havnarfólki. Vit eldru minnast eisini øll fríggjarapørini, sum eftir dansin í Sjónleikarhúsinum og Klubbanum fóru sveimandi út á Molan. Á Molanum var so friðarligt, og útsýnið vakurt suður í fjørðin, yvir á Argir, inn í Havnardal og í Hoyvíkshagan.

Men tíðirnar broytast, og fólkið má dvína fyri framburðinum. Nú var longur ikki so dragandi at spráka sær ein túr út á Molan millum trukkar og bingjur.

Kappróðurin í Havn hevur so sanniliga eisini fingið gleði av Molanum, sjálvt um Molin í 1972 nú varð longdur so nógv, at ikki longur kundi rógvast 2000 metrar av Gulanum og inn í Vágsbotn. Og tí fingu vit núverandi 1000 metramálið.

Av Molanum kunnu fólk fylgja við bátunum, og hvørt kvøld eru vinir, kenningar og annars róðraráhuga og hyggja at vøkru kappróðrarbátunum. Og mangan runnu, súkklaðu ella koyrdu fólk i bili heim eftir bryggjuni, tá kappróðrarbátar tóku málið av Argjahøvda og inn til Skipafelagið, sum vit rópa tað.

Men nú er Molin sum áskoðarapláss eisini søgu, tí av trygdarávum er Molin stongdur fyri óviðkomandi. Hetta er ótrúliga spell fyri kappróðurin í Havn, tí onga aðrastaðni sum á Molanum kanst tú fylgja so væl við kappróðrarbátunum. Ískaiin vestanfyri kann brúkast, men stendur slett ikki mát við Molan. Farvæl Molin sum gott ákoðarapláss. (Vagnur)

Fólk sleppa bara út á Molan at hyggja at ólavsøkuróðrinum. (Mynd Vagnur)

 

 


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>