
Seinastu dagarnir hava verið frálíkir hjá eldri neistamanni, sum hevur fylgt neistakvinnum síðani ungdómsárini. Neistakvinnur hava altíð verið nakað serligt fyri meg, men eg má viðganga, at eg var ikki eins spentur til FM-finalurnar um dagarnar sum somu tíð í fjør. Tá vildi eg so inniliga vinna FM-heitið nummar 40. Hesuferð meira róligur og fylgdi dystinum á Rás2 og Kringvarpinum, har eg skifti millum støðirnar. Hugaligt at hoyra frásøgumenninar rósa fyrra dystinum fyri gott spæl, ja, kanska best spælda dystin millum Kyndil og Neistan í nógv ár. Men leygardagin høvdu frásøgumenninir ikki eins rósandi orð um dystin.
Tá eg kom í høllina at taka nakrar myndir, spurdi eg tríggjar kendar hondbóltsmenn, hví vit leygardagin fáa ein so málfætakan dyst, har dysturin í trýss minuttir er langur bardagi úti 3-metrinum? Teir vóru allir samdir um, at ein av orsøkunum er, at dómararnir lata verjuspælarar verja eina tonn ov hart uttan annars at finnast at dømingini. Hetta, at raka røttu dómaralinjuna júst henda dagin. Sleppa spælarar at læsa mótspælaran fastan, sleppa at skumpa, og at teir ikki sláa hart niður á eftirtaklingar, so fánar álopsspælið, og vit fáa heilt fá mál. Alt ov nógvir steðgir gerast eisini í spælinum.

Løgið at hyggja niður í dómaraseðilin, sum hevur so fá hagtøl sum ongantíð. Tjúgu minuttir spældir og javnleikur 4-4. Hetta er úrslit, sum tá Neistin og Kyndil spældu úti á grúsvølli í ringum veðri. Ja, tá so 43 minuttir eru spældir í seinna hálvleiki er aftur javnleikur 8-8. Hetta sigur alt um dystin. Nú skulu vit minnast til, at nógvir av spælarunum hava spælt óteljandi dystir hvør ímóti øðrum í yngru deildunum og eisini seinastu árini í bestu deildini. Torført at finna upp á okkurt nýtt, sum mótstøðuliðið ikki kennir..
Vit vóru nógv í Neistanum, sum vóru spent seinasta heyst, tá vit hoyrdu, at nú skuldi eitt neistalið roynast bara við føroyskum spælarum. Eingin Barbara Brauer og eingin Milica Rankovic, som báðar veruliga gjørdu mun á liðnum. Eisini vóru tveir spælarar við barn, og onkur var givin. Nú skuldu nógvar av teimum ungu sleppa framat, sum høvdu sitið ov leingi á skiftingarbeinkinum. Og tað má eg siga, at tær ungu hava tikiið uppgávuna til sín.

Hondbóltur er liðspæl, men tað skert ikki burtur, at serliga eru ávísir spælarar, sum gera størsta munin. Stórt herðaklapp til Marjuna Danberg, sum hevur spælt sítt besta ár nakrantíð í bestu deildini. Marjun er vorðin so rólig eftir at hava átt barn. At hon er mansvard í FM-finalunum sigur alt um Marjuna. Og tú kemur upp á toppin uttan góðan málverja. Neistakvinnur hava í Fríðu Petersen besta málverjan í landinum.
Um kyndilskvinnur er at siga, at liðið er mannað við nógvum frálíkum ungum spælarum, sum hava heilt gott tak á øllum hinum liðunum uttan Neistanum. Hyggur tú í dómaraseðlarnar í vetur, so skýtur ein spælari sum Turið Arge frá seks til tíggju mál hvønn dyst ímóti hinum liðunum, men neistakvinnur hava altíð gott tak á Turið Arge. Ja, so er Anna Brimnes fána nakað, og tað sýnist, at tá Marinanna er á liðnum, heldur Anna uppat at skjóta tey nógvu málini?

Kyndilsspælararnir eru raskir spælarar. Verja væl, men tað haltar í álopsspælinum. Fáa tær ikki skjótálopini at rigga, sum tær fáa sjáldan ímóti Neistanum, so gerast málini fá. Hetta vísa hagtølini. Torført er at spáa um framtíðina, men spæla allar tær grønu eisini næsta ár, so spælir Kyndil eisini FM-finalu í 2017. Eg havi áður skrivað fleiri ferðir, at útlendingar hava síðani 1998 gjørt av, hvar FM-steypið er endað. Men hetta hendi so ikki í 2016. Hjartaliga til lukku við uppiborna meistaheitinum. (Vagnur)
Neistin – Kyndil 13 – 12 (6-5) Dómarar: Hannis Wardum og Heri Petersen
Málskjúttar Neisans: Marjun Danberg 5, Bynja Høj 2, Nicoleta R. Hansen 2, Lilja Mohr 1, Birita Jacobsen 1, Eir Berg 1 og Jacklin Durhuus 1
Málskjúttar Kyndils: Guðrun P. Poulsen 3, Bára K. Hansen 2, Anna Brimnes 2, Marianna G. Eystberg 2, Anja H. Hammer 1, Bjarta Johansen 1 og Turið Arge 1