Quantcast
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Úr myndasavninum – Tvær áhugaverdar myndir av Eystaruvág

Image may be NSFW.
Clik here to view.
Myndin vísir uttan iva úrslitið av fyrsta byggistigið av Molanum. (Myndaeigari: Einar Michelsen)
Fyrsta byggistigið at byggja Molan byrjaði í 1923. Havnin var tá eitt brimpláss. (Myndaeigari: Einar Michelsen)

Tá eg blaðaði í myndabókini hjá systkinabarninum Einari Michelsen, kom eg fram á tvær áhugaverdar myndir av Eystaruvág.Torført nágreiniliga at tíðarfesta myndirnar, men við at hyggja í bókina Verjir fyri Havnarvág eftir Mikkjal Helmsdal, sála, so hava vit Molan at meta okkum eftir. Farið var undir byggja Molan í 1923, og nevnir Mikkjal um annað byggistigið at leingja Molan (1945-55) og triðja byggistigið (1955-1975). Myndin má vera tikin fyri kríggið ella kanska beint eftir kríggið.

Image may be NSFW.
Clik here to view.
Hetta má vera fyrsta
Træbryggjan sæst á nógvum gomlum myndum. Har ganga tveir hermenn á bryggjuni og ein armeraður trolari liggur við bryggju. So myndin má vera tikin undir krígnum. (Myndaeigari: Einar Michelsen)

Abbi mín Hans Jakku í Dalólastovu var fyrsti havnarmeistari í Havn. Hann røkti hetta starvið frá 1929 til 1941, og hann doyði í 1943. Eg ímyndi mær, at Ejler pápi Einar hevur tikið myndirnar, tá hann er á veg út á Havnarskrivstovuna til pápa sín. Áhugavert at síggja, hvussu nógv skip liggja fyri teym vegna vantandi bryggjupláss. Esiini síggja vit 4-mannaførini, deksbátarnar og øll skipini. Hasin lastbilurin á bryggjuni er uttan iva ein Bedford framleiddur einaferð í 1930-árunum. So øll hasi pakkhúsini, sum slett ikki eru til longur. Áhugaverd mynd, má eg siga. Eg minnist væl hasar dráttirnar og lágu bryggjuna nærmast ósanum, har menn plagdu at selja fisk.

Image may be NSFW.
Clik here to view.
Í 1923 var farið undir at byggja Molan, sum var bygdur í trimum stigum. (Mynd: Verjir fyri Havnarvág)
Í 1923 var farið undir at byggja Molan, sum var bygdur í trimum stigum. (Mynd: Verjir fyri Havnarvág)

Niðara mynd er øðrvísi, men eisini áhugaverd. Havnin var brimpláss, og vít síggja, hvussu fá skip kunnu ligga við bryggja á Molanum. Pakkhúsið hjá Skipafelagnum er har, eisini pakkhúsið hjá Baldslev. Bryggjan fram við pakkhúsini var gjørd, áðrenn teir for at byggja Molan. Havnarskrivstovan er lítla húsið við reising uttast til høgru í myndini. Tá báðar myndirnar stóðu síð um síð í myndabókini, so eru báðar myndirnar eru kanska tiknar undir krígnum. Eg giti í 1941/1942.

Áhugavert at síggjí í bókini Verjir fyri Havnarvág, at í 1927 fær danska fyrtøkan Kampsax stórt havnararbeiði at gera í Havn. Samband skal fáast millum høvuðsbryggjuna og Kongabrúnna. Eisini skal fáast bryggjusamband millum Kongabrúnna og Müllersbrúgv og víðari út í Tinganes. Eisini skuldi fáast samband millum brúnna inni í Vágsbotni og Rasmusarbrúgv.

Image may be NSFW.
Clik here to view.
Sjálvt um moli var gjørdur, so sæst á myndini, at opið hav eru Vágsbotni og suður í Nólsoyarfjørð. Molin mátti leingjast.
Sjálvt um moli var gjørdur, so sæst á myndini, at opið hav eru Vágsbotni og suður í Nólsoyarfjørð. Molin mátti leingjast ongantíð ov skjótt, vóru fólk samd um. .

Áhugavert at ímynda sær, at tað vóru bretar, sum undir krígnum syrgdu fyri, at vit fingu okkara egið flagg. Guð viti, nær føroyska flaggið gjørdist veruleiki, um seinni heimsbardagi ikki brast á. Eg minnist, tá teir í 1970-árunum  stoyptu kistir á Vesturbryggju og longdu Molan til núverandi longd. Tá bleiv kyrt á Havnarvág, men ikki fyrr enn “Iskaiin” og serliga skipasmiðjubryggjan var bygd, gjørdist heilt kyrt inni í Vágbotni.

Vit skriva nú 2016, og stór Tórshavnar Havn skal byggja nýtt havnarlag suður í Nólsoyarfjørð. Spennandi, hvussu arbeiðið fer at ganga, og hvussu hetta fer ávirka alt havnarøkið. (Vagnur)

 


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Trending Articles



<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>