
Skalt tú upp á toppin í hondbólti, so má ein góður málverji standa í málinum. Í altjóða hondbólti venda málverjarnir mangan gongdini í dysti, og tikið verður til, at málverjin er helvtina av liðnum. Fríða Petersen er í løtuni besti málverji í landinum. Tá eg hoyrdi í útvarpinum leygardagin frásøgumenninar rósa Fríðu fyri sítt avrik, so hugsaði eg, at hetta mátti kannast eitt sindur nærri. Eg havi tosað við fyrrverandi neistavenjara, sum vandi Fríðu fyri nøkrum árum síðani. Spurt hann, hvat serligt er við Fríðu. Eisini havi eg hitt Fríðu. Men fyrst til neistavenjaran:

– Fríða er málverji, sum fyrireikar seg leingi og nógv til teir avgerandi dystirnar. Hon sær video, hevur royndirnar og minnist væl, hvar spælarar plaga at skjóta. Hetta sóu vit eisini í dysti ímóti VÍF, har VÍF-spælari brendi týdningarmikið brotskast, sum Fríða tók. Fríða visti, hvar VÌF-spælarin plagdi at skjóta. So hevur Fríða eina útstráling í málinum, sum kemur henni og liðnum til góðar. Hon er ikki bangan at vísa sínar kenslur.
– Og sjáldan, at mótstøðuspælari fær mál pá hálvar málmøguleikar, tí hon hevur longu lisið av spælaran. Bæði viðspælarar og mótspælarar hava respekt fyri Fríðu. Hon krevur nógv av sær sjálvari, men so sanniliga eisini nógv av viðspælarunum í verjuni. Nú brendi Kyndil trý brotskøst leygardagin, og tú sást á kropsmálinum, og Fríðu siga innantanna: Skjótið bara, eg eri klár, og hon var klár. Tú kanst slett ikki undirmeta, hvussu stóran týdning Fríða hevur fyri neistaliðið, sigur fyrrverandi neistavenjarin um Fríðu.
Nú kenni eg Fríðu væl, og tað var spennandi at hoyra í 2011, at nú skuldi hon royna seg í íslendskum hondbólti. Kappingarárið 2011/2012 stóð hon í málinum hjá KA/Þór á Akureyri. Og eftir kappingina bleiv hon kosin besti spælarin á liðnum. Hetta sigur nógv um Fríðu. Eg havi eisini hitt Fríðu og spurt hana, hvat hon sigur um rósandi orðini omanfyri:
- – Fyrst vil eg siga, at vit vistu eftir ólavsøku í fjør, at fyritreytirnar koma at vera heilt øðrvísi enn undafarin ár, tí nú skuldi manningin bara vera føroyskir spælarar. Vit høvdu mist fleiri spælarar, og seinni í árinum mistu vit ein spælara aftrat, tí hon var við barn. Tí “smakkar” meistaraheitið og at vinna steypakappingina hesuferð heilt øðrvísi enn undanfarin ár. Flott av liðnum, at vit vinnu greipuna.
- – Tá tú spyrt meg um rósandi orðini omanfyri, so elski eg at spæla hesar avgerandi dystirnar. Góður stemningur, nógvir áskoðarar og nógv stendur upp á spæl. So spyrt tú um mína framtíðin. Eg taki eitt ár í senn, men tað sær spennandi út, tí landsliðsarbeiðið er farið í gongd aftur. Stuttligt at sleppa at spæla ímóti øðrum spælarum enn teimum í Føroyum. Eisini frættist, at neistakvinnur skulu spæla Europa cup, sigur Fríða at enda. (Vagnur)
