Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Frálík fyriskipað ódnartøk í kuldaveðri á Vestaruvág

$
0
0
Vøkur sjón at síggja tey fýra 6-mannaførini við kvinnum. Nærmast Jarnbardur, síðni Rádni, Lómur og Sølmundur. (Mynd Vagnur)
Vøkur sjón at síggja tey fýra 6-mannaførini við kvinnum. Nærmast Jarnbardur, síðani Rádni, Lómur og Sølmundur. (Mynd Vagnur)

Tá eg flaggdagin fyri klokkan sjey um kvøldið leitaði mær oman á Vestaru bryggja at hyggja at kappróðri/ódnarøkum, tá kavaði, og nakað var av vindi. Og í morgun er hvítt í fjøllunum. Ikki sást á rógvarum, at tað var bítandi kalt í luftini. Frálíka tiltakið var fyrireikað so mikið væl, at byrjað var til tíðina, og hesuferð var gjørt soleiðis, at tríggjar bátastøddir róðu fyrst ódnartøkini. Teinurin 140 metrar skal rógvast tríggjar ferðir. Manningarnar koma á henda á hátt ikki at sita so leingi í bátunum. Eftir einar tjúgu minuttir kundu tey fara í land aftur og í heit klæði. So sluppu næstu bátastøddir framat. Frálíkt fyriskipað róðrartiltak.

5-mannafør við kvinnum
5-mannafør við kvinnum Erla kongsdóttir nærmast og síðani Teistin. (Mynd Vagnur)

Fyri meg hevur ikki stóran týdning, hvør vinnur, men tað halda rógvararnir sjálvandi ikki. Áhugavert fyri meg at síggja, hvussu manningarnar eru fyri so tíðliga á árinum. Fara vit til barnaróðurin, har rógvarar eru 12,13 og 14 ára gamlir, so sást, at teir yngstu rógvararnir høvdu ongantíð áður ligið við start og skuldu rógva kapp fyri fyrstu ferð. Kropsliga og í styrki kann vera heilt stórur munur á einum tólv ára gomlum unglingi og einum 14 ára gomlum. Hetta sást eisini mánakvøldið.

5-mannafør dreingir
5-mannafør dreingir: Nærmast Fípan Fagra, síðani Teistin, Kollur og Jallurin. (Mynd Vagnur)

Ódnartøkini vera avgreidd við føstum starti, har bátarnir leggja seg við startin, og dómarin rópar, at um ein minutt verður skotið. Tá tjúgu sekund eru eftir, telur dómarin niður til null og tá brestur skotið. At bátarnir ikki lógu púra yvir eins við startin, hevur sína orsøk. Manningarnar mugu rógva eitt sindur alla tíðina, so endin frá bátinum í startin er strammur. Hetta haltaði hjá nøkrum manningum. Ì FM-róðrunum er eisini fastur startur, men tá leggur dómarin eisini bátarnar, so teir liggja yvir eins, tá skotið fer.

8-mannaførini vóru trý. Nærmast Knørrur, síðani Nevið Reyða og Argjabáturin. (Mynd Vagnur)
8-mannaførini vóru trý. Nærmast Knørrur, síðani Nevið Reyða og Argjabáturin. (Mynd Vagnur)

Tað er eitt afturvendandi toymi við fólki úr Havnar róðrarfelag, Róðrarfelagnum Knørri og Argja róðrarfelag, sum eru klár at taka eitt tak fyri kappróðurin, tað veri seg ólavsøkuróðurin ella ódnartøkini. Magni Nielsen ger startin og syrgir fyri, at hann riggar sum hann skal. Startdómari var Jón Johansen við Hugo Joensen sum hjálpara. Høvuðsfyrireikararnir Fróði Magnussen og Teitur Samuelsen vóru sjálvandi har, og so fleiri fólk í málbilinum. Máldómari var Kenneth Samuelsen, og Bjarti Mohr var eisini har. Maðurin, sum syrgir fyri hagtølunum er Ragnar Thomsen. Róðrarsambandið letur eisini eina hjálpandi hond við máltólum.

Her liggja 10-mannaførini Ormurin landi og Drekin reyði við málið. (Mynd Vagnur)
Her liggja 10-mannaførini Ormurin langi og Drekin reyði við startin. (Mynd Vagnur)

Kunnu vit so fáa nakra ábending so tíðliga á árinum? Jú, har vóru ábendingar. Gleðiligt at síggja, at har vóru fýra 6-mannafør við kvinnum, har tær umborð á Rádna úr Fuglafirði er væl fyri og halda fram umborð á 6-mannafarinum, har tær í fjør gjørdu bart umborð á Erlu kongsdóttir. Eingin ivi um, manningarnar umborð Havnarbátium, Eysturoyingi og Orminum langa fáa sína sak fyri, tí Drekin reyði var øgiligur mánakvøldið við einum 140 langum spurti. Bara tvey 10-mannafør róðu mánakvøldið. Umborð á Havnarbátinum vóru tveir mans smáskaddir, og Fróði hevði jú ábyrgdina av ódnartøkunum. Vit vita um fýra 10-mannafør, sum rógva í summar.

jkjj
Barnaróður dreingir: Nærmast Falkur, síðani Drekin, Sílið, Jallurin og Firvaldur. (Mynd Vagnur)

8-mannaførini vóru trý. Nevið Reyða, Knørrur og Argjabáturin. Tað frættist í gjárkvøldið, at Miðvingur er við í summar, og hetta boðar frá góðum. Eg haldi, at allar manningar, sum ætla á rógva í summar, skulu royna eisini at rógva ódnartøkini. Hetta at vera við og venja seg at liggja við startin. At róðursfólkini venja seg at loysa úr bátin , og at serliga tey ungu, og serliga tey, sum rógva fyrstu ferð, sleppa at rógva kapp heilar níggju ferðir, áðrenn norðoyastevnu. Hetta gevur venjing í allar mátar.

Barnaróður gentur eru júst staraðar. Nærmast (Mynd Vagnur)
Barnaróður gentur eru júst startaðar. Nærmast Sílið, síðani Falkur, Pílur og Erla kongsdóttir. (Mynd Vagnur)

Eg havi varhugan av, at kappróðurin í summar fær viðvind í bátatali. Ódnartøkini flaggdagin boða frá hesum. Sjávlt um kalt var í veðrinum, so vóru fleiri fólk og hugdu at ódnartøkunum enn undanfarin ár. Tú skalt altíð hava loyvi at vóna. Mín vón er, at vit í summar síggja fleiri bátsmanningar enn undanfarin ár. Vilt tú síggja øll úrslitini frá ódnartøkunum flagdagin, so er at fara inn á Kappróðrarkjak. Uppískoyti: 6-mannafarið Hósvíkingur er mannaður við monnum, sum skulu rógva við Gongurólvi. Hesin bátur er um at vera liðugt smíðaður. (Vagnur)

5-mannafør gentur við startin. Nærmast
5-mannafør gentur við startin. Nærmast Hulda, síðani Drekin, Firvaldur, Falkur, Pílur og Báran. (Mynd Vagnur)
6-mannafør menn. Nærmast Hvessingur, síðani Gongurólvur/Hósvíkingur og Rándi. (Mynd Vagnur)
6-mannafør menn. Nærmast Hvessingur, síðani Gongurólvur/Hósvíkingur og Rándi. (Mynd Vagnur)

 

 


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Trending Articles



<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>