Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Hugleiðingar um Mikkjal í Grønlandi og Mikkjalstrøð í Havn

$
0
0
Ovast til vinstru Karl Johan Mikkelsen, Aage Michelsen og Vagn Erik Michelsen. Fremst til vinstru Hans Marius Mikkelsen, Hervør Smith og Chirstin Dahl Plate. Barnið eitur Einar Michelsen.
Ovast til vinstru Karl Johan Mikkelsen, Aage Michelsen og Vagn Erik Michelsen. Fremst til vinstru Hans Marius Mikkelsen, Hervør Smith og Chirstin Dahl Plate. Barnið eitur Einar Michelsen, abbasonur Mikkjal í Grønlandi.

Tá eg síggi myndina omanfyri,  hugsi eg, hvussu nógv tilvildin ræður í lívi okkara. Hví eru júst hesi fólkini á myndini? Myndin omanfyri er frá 1959, tá systkinabarn mítt Einar Michelsen varð doyptur. Einar er sonur pápabeiggja mín Ejler Michelsen og Katrinu rópt Dinna dóttir Mikkjal í Grønlandi. Kent staðarnavn úti í Grønlandi er Mikkjalstrøð, og nógvir av eftirkomarunum hjá Mikkjali og konuna Mariu búgva har. Hvør var hesin Mikkjal í Grønlandi, men fyrst til fólkini á myndini omanfyri.

Mikkjal í Grønland (f. 1. august 1891 d. 10. juli 1979. Mikkjal gekk altíð í myrkari føroyskari húgvu.
Mikkjal í Grønland (f. 1. august 1891 d. 10. juli 1979. Mikkjal gekk altíð í myrkari føroyskari húgvu.

Gubbarnir á myndini eru Aage Michelsen og Vagn Erik Michelsen, sum eru beiggjar Ejler Michelsen. Síðani Karl Johan Mikkelsen og Hans Marius Mikkelsen, sum eru beiggjar Katrinu, mammu Einar. Trý av børnunum hjá Mikkjali og Mariu í Grønlandi.

Gummurnar eru Hervør, sum ber barnið, og Chirstin dóttir Helga Michelsen, beiggja Ejler. Bæði Hervør og Chirstin eru útbúnar í heilsuverkinum. Hervør arbeiddi á Landssjúkrahúsinum, meðan Christin fór ung úr Føroyum at fáa sær útbúgving. Hervør er dóttir Lilluna í Grønlandi, sum er dóttir Mikkjal í Grønlandi. Maður Lilluna æt Magnus. Lillan var doypt Anna Elisabeth og fekk sum barn kelinavnið Lillan. Chirstin býr í Birkerød, og Hervør, sum er gift Thomas Michael Smith, býr á Mikkjalstrøð.

Karl í Syðradali
Karl í Syðradali læt húsini á Mikkjalstrøð byggja. Tá vóru eingi onnur hús har á leiðini.

Karl Johan kendi eg væl, og seinast eg hitti hann, var á Lágargarði. Karl Johan var føddur í 1921 og doyði í 2009. Karl Johan fór ungur til skips, men seinastu fjøruti árini arbeiddi hann hjá Poul Hansen heilsølu. Karl Johan flutti heiman og fekk sær hús nær Nonnuskúlanum. Hann flutti av Mikkjalstrøð, áðrenn tey stykkjaðu út trøðna til sethús.

Hans Marius býr á Mikkjalstrøð, og myndirnar av foreldrunum havi eg lánt frá Hans Mariusi – hinar myndirnar eigur Einar Michelsen. Hans Marius arbeiddi í nógv ár hjá Tórshavnar kommunu, ja, so kenna vit hann eisini, tá hann stóð í málinum á sinni hjá HB.

Maria og Mikkjal á yngru døgum.
Maria og Mikkjal á ungum árum.

Vagn Erik arbeiddi eitt langt lív á Telegrafstøðini, men nú er pápabeiggin, sum fyllir 89 ár í juni mánað, vorðin dementur. Hann býr á Tjarnargarði. Aage Michelsen, føddur í 1911 og deyðuri 1982, arbeiddi í 49 ár á skrivstovuni á Meiarínum. Eg havi áður skrivað grein um pápabeiggjarnar á heimasíðuni og eisini havt samrøðu við Hans Marius um, tá hann stóð í málinum á føroyska fótbóltslandsliðnum í 1948.

Mikkjal í Grønlandi var arbeiðssamur maður

Sært tú eldri myndir av Landavegnum og niðan í Grønland,  sært tú heilt fá hús. Flestu húsini eru bygd eftir seinna heimsbardaga, og húsini uppi í Líðunum eru bygd í mínari tíð. Á eldri myndum sæst hetta svarta vakra húsið við flagtaki standa úti í Grønlandi.

Her síggja vit Mikkjalstrøð og gamla húsið. Mikkjal er maðurin til høgru.
Her síggja vit Mikkjalstrøð og gamla húsið. Mikkjal er maðurin til høgru.

Mikkjal í Grønlandi var versonur Karl í Syðradali, sum keypti Mikkjalstrøð. Í Havnar søgu bind IV stendur at lesa, at Karl Hansen, Karl í Syðradali, fær tinglisið eitt skeyti 2. mars 1896. Hann byggir skjótt hús á trøðni, men í 1907 letur hann ognina til skúvoyingin Hanus Kamban. Hanus var lærari í Tórshavnar kommunuskúla frá 1907 til 1944. Í 1917 keypir Mikkjal í Grønlandi hús og trøð frá Hanusi Kamban. Skeytið er tinglisið 19. januar 1918.

Mikkjal var hartarbeiðandi arbeiðsmaður og arbeiddi í nógv ár hjá Peturi Michelsen.
Mikkjal var hartarbeiðandi arbeiðsmaður og arbeiddi í nógv ár hjá Peturi Michelsen.

Eg minnist, tá tey hoyggjaðu á Mikkjalstrøð og høvdu kúgv. Karl og Mikkjal í Grønlandi veltu trøðna frá haga til góðan bø. Kona Mikkjal æt Karin Maria og var dóttir Karl í Syðradali.

Mikkjal í Grønlandi var av Velbastað. Tey vóru fýra systkin. Mikkjal, Arni, sum bygdi hús í Hoyvík, Niels, sum bygdi hús á Velbastað og Fía, sum giftist til Sandavágs. Tað var á Molanum í 1963, at Mikkjal misti beiggja sín Niels í vanlukku. Nakrir hvalir vóru komir til Havnar úr grind í Hvalba og skuldu við krana fáast upp á bryggjuna, har hvalirnir skuldu skerast upp. Tað vildi so illa til, at endin, sum var um sveivin á eina hvalinum, slitnaði, og Niels kom at liggja undir hvalinum. Niels á Velbastað, sum hann var róptur, doyði á staðnum.

Mikkjal í Grønlandi var úr húsinum niðri í Stovu á Velbastað. Á Dunganum verður staðið rópt.
Mikkjal í Grønlandi var úr húsinum niðri í Stovu á Velbastað rópt á Dunganum. Húsini, sum vit síggja niðan fyri vegin, eru ikki til longur. Húsini uppi í Stovu oman fyri vegin eru heldur ikki til. (Mynd Fólk og hús á Velbastað)

Leon Andreassen, sáli, skrivar í bókini Fólk og hús á Velbastað, at tá Mikkjal og Karin Maria vóru gift, búðu tey eina tíð á Velbastað. Mikkjal keypti eini hús í Porkeri og flutti tey til Velbastaðar og setti tey upp norðurí í Stólpum. Umleið í 1920 seldi Mikkjal húsini til Johan Niclasen á Mýruni. Tá hevði Mikkjal keypt trøðna úti í Grønlandi frá Hanusi Kamban, ið verfaðir Mikkjal, Karl í Syðradali, hevði lagt inn og bygt hús á. Leon skrivar, at lítið var velt á Mikkjalstrøð, men sum tann raski maðurin, ið Mikkjal var, gingu ikki mong ár, til øll trøðin var undanvelt. Pápi Mikkjal æt Carl Sofus Michelsen, f. 1962, og mamman Katrina Frederikka Joensen, f. 1872, úr Leirvik.

Tey hoyggja á Mikkjalstrøð. Frá vinstu Karl Johan, Katrina, Lillan og Magnus
Tey hoyggja á Mikkjalstrøð. Frá vinstru Karl Johan, Katrina, Lillan og Magnus.

Mikkjal í Grønlandi var arbeiðssamur maður. Hann arbeiddi seinnu árini hjá Peturi Michelsen. Mikkjal var føddur 1. august 1891 og doyði 10. juni 1979, og konan Maria var fødd 17. desember í 1893 og doyði 29. september 1960. Mikkjal var eisini spreingimeistari hjá Peturi Mikkelsen. Tá vóru umstøðurnar at spreingja grót ikki eins góðar og nú. Tú brúkti dynamit, perlur og fjús og ikki leidningar og framkomin tól, tá spreingjast skuldi. Mær er sagt, at tá Mikkjal fyrireikaði eina spreinging, goymdi hann perlurnar í lumma í húgvuni, so hann ikki kom at seta seg á tær ella tær komu ov nær dynamittinum.

Sum áður skrivað, var Mikkjalstrøð stykkjað út til grundøki fyrst í 1980-árunum, og fleiri av familjuni hjá Mikkjali og Mariu í Grønlandi búgva á Mikkjalstrøð. Gomlu húsini hjá Mikkjali og Mariu standa framvegis har, og tey hava sama skap, tó eru vindeygu og klædningur skift, og húsini hava ikki longur flagtak..

Mikkjaltrøð var sligin við líggja, Mikkjal og abbasonurin Einar.
Á Mikkjalstrøð var bøurin sligin við líggja, Mikkjal og abbasonurin Einar.

Børnini hjá Mikkjali og Mariu vóru Karl Johan, Símun, Lillan, Katrina, sum eru farin, og Hans Marius, sum fyllir 88 ár 12. september. Hans Marius og konan búgva eisini á Mikkjalstrøð.

Systkinabarn mítt Einar Michelsen, sum vit síggja á forsíðumyndini býr á Mikkjalstrøð. Hann eigur húsini, sum Símun mammubeiggi hansara læt byggja. Í kjallaranum hevur Einar góðan verkstað, har hann umframt at umvæla bilar, hevur serligt frítíðarvirksemi. Gott er handalagið, og vakrir eru grindaknívarnar, hann ger. Hann hevur ymsar maskinur, so hann eisini kann gera bløðini til knívarnar. Gomlu myndirnar í greinini eigur Einar Michelsen. Tó stavar gamla myndin av húsunum frá Fornminnissavninum. (Vagnur Michelsen)

Brøðurnir Símun og Karl Johan
Brøðurnir Símun og Karl Johan
Hans Marius Mikkelsen á ungum árum. Hann býr á Mikkjalstrøð.
Hans Marius Mikkelsen á ungum árum. Hann býr á Mikkjalstrøð.
Magnus, Hervør og Lillan
Magnus, Hervør og Lillan
Soleiðis síggja gomlu húsini nú út á Mikkjalstrøð
Soleiðis síggja gomlu húsini nú út á Mikkjalstrøð. (Mynd Vagnur)

Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>