Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Úr myndasavninum – Mangan var órudduligt í høvuðsstaðnum

$
0
0
Sum tað er órudduligt alla staðni á havnarlagnum. (Mynd Havnin)
Sum tað er órudduligt alla staðni á havnarlagnum. (Mynd Havnin)

Hyggur tú at myndum frá 60 og 70 árunum, so sæst, hvussu órudduligt nógvastaðni var Havn. Talan var ikki bara niðri við havnarlagið og sjóvarmálan men runt allan býin. Tað var ikki fyrr enn Havnin fekk býararkitekt, brennistøð úti í Havnardali, og Heilsufrøðiliga Starvsstovan fór at virka, at gongdin vendi. Krøv vóru sett fyritøkum og borgarum, og skjótt broyttist støðan til tað betra. Alt gjørdi lættari at halda býin, tá ið vegirnir allir vórðu asfaltteraðir, og fyrstu gongugøturnar komu undan kavi.

Hyggja vit eftir fyrru myndini, so sløðist alt millum himmal og jørð alla staðni á havnarlagnum. Nógvar stórar fyritøkur vóru tá á eystarubryggju millum annað timburhandlarnir og heilsølurnar, men hesar fluttu seinni niðan á Háls og niðan í Hoyvik. Góðsið, sum kom til Føroya við skipi, kom ikki í bingjum, og nógv at góðsinum, sum ikki slapp inn í pakkhúsini, varð lagt ymsastaðni á havnarlagnum. Eg minnist, tá ið vit høvdu mangar góðar løtur millum alt timbri hjá timburhandlunum.

Myndin er tikin í 70-árunum
Myndin er tikin í 70-árunum. (Mynd Havnin)

Niðara myndin er Yvir við Strond. Har var sandsøla, bilverkstaður, stoypivirki og grótvirki, sum ikki altíð høvdu nóg gott skil á sínum ognum. Áhugavert at síggja, hvussu ringir vegirnir vóru í 60-árunum. Grúsvegir við nógvum holum, og bilarnir hildu ikki eins leingi og nú á døgum. Yviri við Strond var mangan ikki tespuligt, tí har var “Bukkvald” tátíðar ruskplássið í Havn. Har stoyddu “bukkumenninir” allan lortin frá húsarhaldunum á sjógv, og alt annað rusk frá býnum var eisini koyrt á sjógv úti á Bukkvaldi. Siggi fyri mær, tá ið lorturin, papperskjur o.a fleyt á sjónum, og var vindur og streymur til vildar, rak nógv rusk inn á Havnarvág.

Alt broyttist, tá ið brennistøðin varð bygd í Havnardali, og ruskplássið Bukkvald varð stongd. Húsini høvdu ikki longur bukku, men WS við rottanga. Lorturin frá rottangunum var tó frá bili framvegis sprændur út á sjógv á Bukkvaldi. Tí betur er hetta eisini søga, tí nú hevur kommuna serligar pumpubilar, sum tøma róttangarnar og tilfarið tyrvt. Hugburðurin hjá fólki er broyttur á nógvum økjum. Vit skilja nú ruskið, har pappírið fer í serligan grønan kassa, og tá ið tú kemur niðan á Brennistøðina við ruski, skal alt ruskið skiljast í ymsar bingjur. Alt hetta er broytt seinastu fáu árini. Tíbetur. (Vagnur)


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>