Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Petur Mittún og Halgir Dahl Olesen gevast sum H71-venjarar

$
0
0
Petur Mittún og Halgir Dahl Olsen.
Petur Mittún og Halgir Dahl Olsen.

Hondbóltskappingin 2015/2016 er av, meistararnir funnir, og spælarar skemtaðu sær á endaveitslu leygarkvøldið. Vit hava kjakast eitt sindur um FM-skipanina í bestu deildini, men torført at finna frægari skipan enn hana, vit hava nú. Skipanin hevur tó sínar veikleikar. Í ár hendi so tað, at mansliðið hjá H71 vann trygt grundspælið, men bleiv ikki meistari. Hetta er hent fleiri ferðir áður, síðani vit fóru undir hesa skipan. Seinast í 2012, tá KÍF vann grundspælið, men H71 meistaraheitið. Tað má vera kensluborið bæði hjá spælarum og venjarum, tá slíkt hendir. Hetta havi eg prátað um við Petur Mittún annan H71 venjaran.

Petur Mittún var sjálvur ein av okkara bestu spælarum uppaldur í Kyndli og spældi í bestu deildini, til hann fór av landinum í lestrarørindum. Petur royndi seg í bestu donsku deildini, tá Ingi Olsen og hann í eitt ár spældu við Team Esbjerg. Hann spældi eisini við FIF í næstbestu deildini, men tað vísir seg, at føroyskir spælarar gerast ikki gamlir donskum hondbólti, tí motivatiónin vantar nakað. Um hetta sigur Petur:

– Eg merki á føroysku spælarum, sum hava roynt seg í donsku hondbólti, at tann stóra gularótin hevur manglað, og tað er føroyska A-landsliðið, sum tí betur nú er komið í betri legu. Hetta at sleppa at spæla á høgum støði á einum A-landsliði.

H71 spælararnir skulu nú fáa loyvi at royna okkurt nýtt, sigur Petur.
H71 spælararnir skulu nú fáa loyvi at royna okkurt nýtt, sigur Petur.

Petur hevur saman við Halgir vant besta liðið hjá H71 seinastu fýra árini. Vit, sum fylgja liðnum, vita, at Petur og Halgir eru góðir venjarar, og at hondbóltsvenjingin í Hoyvík er væl skipað. Umframt teir báðar hevur Heri Ziska tikið sær av styrkivenjingunum um summarið og eisini í sjálvum kappingarárinum. Tey eru sera væl nøgd við arbeiðið, Heri hevur gjørt. Men hvørja kenslu situr Petur eftir við, nú H71 ikki vann meistaraheitið:

– Eg kann fyrst nevna, at mansliðið hjá H71 hevur seinnu árini verið fimm ferðir í FM-finaluni og tapt tær tríggjar. Av teimum fimm ferðunum hevur H71 bara vunnið grundspælið í ár. Tá tú spyrt um FM-finalurnar, so toppaði VÍF júst í FM-finalunum og spældu sínar tveir bestu dystir á árinum. Sjálvandi kann vera torført at halda “dampin” uppi í venjingini, tá lið títt lið alla kappingina er nummar eitt í grundspælinum. Men vit hava alt kappingarárið vant hart og lagt venjingina til rættis í hvørjari støðu, liðið var í. Eftir steypafinaluna løgdu vit nýggja ætlan fram ímóti FM-finalunum.

VÌF vann uppiborið FM-finalurnar, sigur Petur.
VÌF vann uppiborið FM-finalurnar, sigur Petur.

– Tað skert ikki burtur, at stóri trupulleikin hjá okkum var, at vit fingu alt ov nógvar skaðar at dragast við, sum ávirkaði bæði venjing og dystir. Fyrst Mark síðan Tróndur og  Helgi, sum vóru frá venjing í nógvar vikur, og Jónas og Hans Kári vóru eitt skifti eisini skaddir. Hetta ávirkar sjálvandi. Súrt er at tapa, men tú góðtekur, tá tú tapir ímóti liði, sum er betri enn vit, og tað var VÍF í báðum finalunum. VÍF vann uppiborið FM-finalurnar, eingin ivi um tað. Verjan hjá okkum var vørumerki alt kappingarárið, men í FM-finalunum haltaði verjuspælið, og vit fingu heldur ikki álopsspælið at rigga nóg væl.

Fleiri H71 spælarar vóru skaddir í vetur í fleiri vikur.
Fleiri H71 spælarar vóru skaddir í vetur í fleiri vikur.

– Halgir og eg tosaðu við spælararnar um, at hildu vit VÍF niðri á 25 málum, so vunnu vit dystin, men hetta megnaðu vit ikki, sum vit annars høvdu megnað fyrr í kappingini. Sammeta vit manningina á VÍF liðnum og H71 liðnum, so hava eins somu styrki. Annars fegnist eg um, at vit í Hoyvík seinnu árini hava bygt upp ein venjingarmentalitet, har spælarar hava vilja at venja nógv og harvið gerast betri. Spælarar venja styrkivenjingar um summarið, og um veturin venja teir tvær ferðir um vikuna styrkivenjingar. Hetta gevur alt úrslit.

– Í eftirmetingini hava Halgir og eg tosað um, um vit kundi gjørt nakað øðrvísi. Vit hava vant hart og nógv, men hetta er ikki orsøkin, at spælarar eru vorðnir skaddir. Nú gevast Halgir og eg sum venjarar, og eg haldi, at H71-spælararnir skulu sleppa at royna nakað nýtt. Eg kann enda við at siga, at samarbeiðið hjá okkum við nevndina í H71 hevur verið fyrimyndarligt. Vit gevast nú, men koma kanska einaferð seinni aftur at venja besta mansllð. Hvør veit, sigur Petur at enda. (Vagnur)


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>